týsdagur 22. desember 2015síða 80
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
48
BLAÐIÐ
FRÁSØGN
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Í 1955 hendi ein skipsvanlukka, sum
er marran hjá einum sjómanni. Eldur
kom í og ikki slapst til bjargingarbátin.
Hetta hendi við »Gøtunes«. Hargarð
Tvørfoss í Norðragøtu hevur greitt frá
hesi hending.
Eldur í!
Eg var 18 ár, tá ið eg varð varð biðin við
Gøtunes, sum var 60 tons til støddar.
Skipið varð riggað av nýggjum. Alt
var so nossligt umborð, øll línan var
nýggj. Vit fóru av Gøtu ein sunnudag
seinnapart tann 11. desember. Tá ið
vit vóru leysir av landi varð byrjað at
egna, og egndu vit alla línuna, meðan
vit sigldu vestureftir. Liðugt var at egna
áðrenn midnátt. So fóru vit í koyggjuna
at fáa okkum eitt slang til línan skuldi
setast.
Klokkan 1 um náttina kom róp í,
at eldur var í maskinrúminum, og vit
vaknaðu allir við kaldan dreym. Radio
útgerðin og ravmagnið gingu fyrst fyri.
Gummibátar vóru ikki komnir umborð
á skipini tá. Tað einasta, sum var av
bjargingarútgerð, var ein gamal før
oyskur maskinbátur uttan motor, sum
stóð uppi á bátadekkinum. Eitt høgt
jarnrekverk var rundanum bátin, so vit
høvdu ongan møguleika at fáa hann út.
Men tað var so heppið, at ein útróð
rarbátur úr Leirvík,Søkin, sum Eirikur
Justinussen førdi, sá okkum og kom
okkum til hjálpar. Veðrið var hampiligt,
og Søkin sigldi tætt upp undir reyvina
hjá okkum. Menninir kundu tískil leypa
av bátadekkinum og niður á gronina
á Søkanum. Vit vóru níggju menn við
Gøtunes, og vit byrjaðu at leypa niður
ein og ein.
Marno bjargaður av fendara
Men tá ið sætti maður leyp, kláraði
hann ikki lopið og fór í havið. Hetta
var systkinabarnið, Marno Jacobsen.
Umborð á Søkanum hevði ongin
korkfendari verið, men júst hettar
kvøldið, meðan teir sigldu, hevði ein
av manningini, Jákup Hansen, Jákup
hjá Edvard, sitið og riggað til ein
korkfendara og hevði spleysað enda
á hann. Tað var eingin ítøkilig grund
fyri tí, og hinir av manningini høvdu
hug at smílast at hesum. Men hvat ið
var og ikki, so gjørdist brúk fyri hon
um beinanvegin, og hann varð hongd
ur niður ímillum skipini at forða fyri
at skipini bóru saman. Tá Marno kom
uppundan aftur, fekk hann fendaran í
favnin og setti seg á hann. Soleiðis bleiv
hann bjargaður.
Tá ið Marno fór í havið, mátti Søkin
fara frá okkum.
Tá vóru bara Meinhard, Jákup Dam
og eg eftir umborð. Eg má viðganga,
at tað løtuna kendi eg meg ógvuliga
einsamallan. Søkin kom so inn ímót
aftur, og vit vórðu allir bjargaðir. Ikki
longi aftaná stóð alt skipið í ljósum
loga. Eitt tað fyrsta, sum brendi var
bjargingarbáturin, so tað hevði ikki
hjálpt nógv at bíða til skipið sakk, og
báturin kanska tá kundi flotna. Við
Gøtunes hendan túrin vóru: Reinhold
Thomsen, Meinhard Jensen, Klæmint
Isaksen, Edvard Jacobsen, Jákup Dam
Simonsen, Havstreym Petersen, Marno
Jacobsen, Hargarð Tvørfoss, Martin
Juul Jarnskor. Av teimum eru tríggir
eftir á lívi, Martin Juul, Jákup Dam og
Hargarð.
Sjófrágreiðingin
Tann 16. desember varð sjóforhoyr á
sýsluskrivstovuni í Fuglafirði. Skip
arin Reinhold Thomsen varð fyrst
avhoyrdur, og hann segði m.a., at
»han søndag den 11.desember 1955,
kl. 3 eftm. sejlede fra Gøta med m/k
»Gøtunes« for at drive hjemmefiskeri.
De sejlede forbi Mjóanes, gennem
Hestfjord og Vågøfjord og lagde kl. 8
eftm. skibet stille ved »Trælanýpuna«
for at »egna«. De begyndte kl. 11,15
(á kvøldi) igen at sejle og sejlede i et
kvarter mod »Trælanípina«. Kl. 11,30
sejlede de mod Vest til Syd 1/4 Syd,
og agtede at sejle således til de havde
sejlet 23 sømil ud. Kl. 00,30 var afhørte
og maskinmesteren oppe på dækket
og afhørte stod ved rattet, da han
mærkede, at det elektriske lys begyndte
at dale noget ligesom drivremmen løber
af dynamoen, der står i forbindelse med
hovedmotoren. Afhørte prøvede straks
modstandsmåleren, men denne virkede
ikke. Afhørte gik straks hen til lugars
kappen, hvor han traf maskinmesteren,
der var i færd med at få sig kaffe.
Afhørte anmodede maskinmesteren
om at komme agter og få lyset bragt
i orden, hvilket omgående blev gjort.
Da de gik agter, kunne de se gennem
skylightet, at der var ild i maskinrum
met.
Da de kom ned gennem maskin
rummet brændte der ild »tvørtur undir
oljutangunum frammi í bakborð«.
For at dæmpe ilden blev straks ild
slukningsapparatet sat til samt 2 dåser
»tørsluk« uden at kunne dæmpe ilden
noget, hvorimod der opstod en kval
mende røg. Mandskabet foran på skibet
blev varskoet om ildebranden, og de
var straks rede til med spande at hjælpe
til med slukningen. Samtidigt som
mandskabet blev ved med sluknings
arbejdet blev der blusset fra Gøtunes.
Kort efter kom »Søkin« af Lervig til
assistance, men da man frygtede, at
olietankene ombord på Gøtunes hvert
øjeblik kunne eksplodere, tog man
mandskabet ombord i Søkin, efter at
det havde vist sig umuligt at bekæmpe
ilden, som snarere viste sig at gribe om
sig i voldsomhed. Da man var kommet
ombord i Søkin var kl. ca. 02,00.
Da inspektionsskibet ankom til
stedet kl. 6-7 gik afhørte ombord i
dette. Derefter kom en russisk trawler
med 2 spuleslanger, men da var ilden
ombord blevet så voldsom – efter
nogle eksplosioner ombord – at det var
umuligt at foretage sig noget.«
Skiparin greiddi eisini frá, at teir
royndu at kalla gøtubátin Gulenni í
telefonini, men sendarin virkaði ikki.
Eftir fleiri royndir at sløkkja og
sleipa sakk Gøtunes kl. 2,45 seinna
partin. Síðan var farið á Havnina hagar
tað var komið um um 7,30 tíðina um
kvøldið.
Meira enn heppið
Manningin á Søkanum varð eisini av
hoyrd. Skiparin Eirikur Justinussen
greiddi frá, at teir vóru farnir til út
róðrar sama dag. Tá teir høvdu siglt 1½
tíma sóu teir eitt bluss, og fóru at sigla
ímóti tí. Teir tóku manningina umborð
beinanvegin. Teir hildu ikki, at tað var
ráðiligt at fara at sleipa.
Eirik segði annars, at tað var meira
enn heppið, at teir komu fram á Gøtu
nes. Teir vóru nevniliga síðstir at fara
til útróðrar tann dagin. Tí var einki
annað skip har á leiðini. Manningin
á Søkanum var: Eirikur Justinussen,
Jakku Hansen, Justinus Justinussen,
Olhard Lervig, Halgrim Hansen, Berint
Andreassen, Elnar Justinussen og Páll
Joensen.
Hetta er so ein av søgunum um
at fiskimenn bóru boð í bý, hóast tað
kundi gingist nógv verri.
TAÐ HAVA VERIÐ NÓGVAR FRÁSAGNIR Í HESI RØÐ UM FISKIMENN, SUM
IKKI HAVA BORIÐ BOÐ Í BÝ. MEN TAÐ GJØRDU TEIR Í HESI FRÁSØGN
60 ÁR SÍÐAN ELDUR KOM Í »GØTUNES«
Gøtunes var upprunaliga Galvur, sum hoyrdi heima í Havn
Hargarð Tvørfoss var eisini við og hevur
greitt frá hesi dramatisku hending
Eirikur Justinussen var skipari á Søkanum
Reinhold Thomsen var skipari í Gøtunes
Marno varð bjargaður av einum
nýriggaðum fendara
TEIR BÓRU BOÐ Í BÝ: