mikudagur 23. desember 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
22
BLAÐIÐ
Pynta við tógvi
LAGT TIL RÆTTIS: Inna Törnroos
NÚ NÆRKAST ALVORLIGA TIL JÓLA, OG FLESTU HEIMINI ERU IVALEYST
RÆTTULIGA VÆL PYNTAÐ LONGU. MEN UM HUGURIN ER TIL STAÐAR, ER
TAÐ EINFALT OG STUTTLIGT AT GERA JÓLAPYNT BURTUR ÚR GARNIÐ
Kransur við pom-pom
Hesin kransurin tekur eitt sindur av tíð, men børnini kunnu saktans
hjálpa til og við fleiri hondum gongur tað skjótt.
Tær nýtist:
Garn
Tjúkt pappír
Saks
Stáltráð
Silkiband
Finn tær nakrar litir fram. Vel um tað skal verða ein litríkur kransur ella einslittur.
Í ítrivshandlum eru tól, so tað gongur skjótari at gera pom-pom, men annars ber
tað væl til at nýta tjúkt pappír, sum man klippur runt við einum holi í. Sí tekning!
Tá ið tú hevur gjørt eini 20 pom pom er tað bara at byrja at binda tey uppá
ein rundan stáltráð ella líknandi. Pynta við einum vøkrum silkibandi.
Kransur viÐ noðum
Tær nýtist:
Garn
Bóltar í ymiskum støddum
Stáltráð
Silkiband
Noður eiga tey flestu heima. Men fyri at fáa tey so
vøkur og rund sum á myndini er best at hava ein
borðtennisbólt ella líknandi innast, so at noðuni
gerast so rund sum gjørligt. Vind rundan um ein
bólt og ger noðuni í ymiskum litum og støddum.
Fest tey á ein rundan stáltráð og pynta vid silkibandi
Kavabóltur úr tógvi
Tær nýtist:
Garn
Ballónir
Hobbylím
Vatn
Skál
Glitur
Hesir kavabóltarnir eru lættir at gera. Blás ballónina upp og
bind tógvendan rundanum knútin á ballónini. Vind varisliga
tógvið rundan um ballónina. Blanda lím og vatn saman í eini
skál og dryppa ballónina í blandingina. Tá øll ballónin er
dekka av lími og vatni, stroyir tú glitur á. Lat turka. Tá garnið
er turt, kanst tú bresta ballónina og taka restirnar varisliga
út. Hang kavabóltin upp í jólatræið ella í vindeygað.