mikudagur 23. desember 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
24
BLAÐIÐ
DJÓRAVÆLFERÐ
Eyðun Klakstein
eyðun@sosialurin.fo
Í oktober mánaði var Marna Frida
Olsen í Japan í tríggjar vikur, har hon
arbeiddi sum sjálvboðin fyri djóra
verndarfelagsskap í sambandi við
delfinveiði.
Hon luttók í arbeiðnum hjá Ric
O’Barry’s Dolphin Project, og uppgávan
hjá Marnu og hinum sjálvbodnu var
at fylgja delfindrápunum og at lata
upplýsingar til felagsskapin og um
heimin um drápini.
– Síðani eg var ung genta, havi eg
havt stóran áhuga fyri umhvørvi og
djóravælferð, og við árunum er tað
blivið natúrligt, at eg eisini havi luttikið
í arbeiði fyri djóravælferð, sigur Marna
Frida Olsen.
Hon hevur útbúgving innan sam
skifti frá universitetinum í Roskilde
og arbeiður sum samskiftisfólk innan
djóravernd og umhvørvisvernd.
Eygleiða dráp
Marna Frida Olsen hevur seinnu árini
serliga luttikið í arbeiði fyri delfinum
og hvalum.
– Tað var eitt sindur tilvildarligt, at
tað gjørdist júst delfinir, sum eg havi
arbeitt við. Tað var gjøgnum fólk, eg
hitti, at eg fekk áhuga fyri og fekk hug
at luttaka í arbeiðnum, sigur hon.
Marna Frida Olsen teknaði seg
sum sjálvboðin í felagsskapinum hjá
Ric O’Barry, sum arbeiðir fyri um
støðunum hjá delfinum – ikki minst
í Japan, har árliga delfinveiðan hevur
verið umstrídd í nógv ár.
– Í oktober var eg í Japan í tríggjar
mánaðir og eygleiddi delfinveiðina har.
Okkara uppgáva var at eygleiða og lata
upplýsingar um veiðina til felagsskapin
og annars til umheimin. Tað verður
framvegis roynt at fjala út yvir drápið
av delfinum, og okkara uppgáva hevur
verið at greiða frá, hvat gongur fyri seg,
sigur hon.
Ric O’Barry felagsskapurin leggur
ikki upp í sjálvt delfindrápið. Japanarar
hava eisini gjørt strangari reglur í sam
bandi við delfinveiðina, og hvat djóra
verndarfólk kunnu gera, og felags
skapurin, sum Marna Frida Olsen var
partur av, heldur seg til lógina, men sær
eina týðandi uppgávu í at fylgja við og
upplýsa um delfindrápini.
Ger mun
Marna Frida Olsen upplivdi fýra delfin
dráp, meðan hon var í Japan, og tað
vóru harðar upplivingar fyri hana.
– Delfinveiðan í Japan er øðrvísi enn
grindadrápið í Føroyum. Delfinveiðan
fer fram frá september til mars, og
veiðimenninir fara hvønn morgun út
at leita eftir delfinum. Viðhvørt koma
teir aftur við ongum, og viðhvørt finna
teir onkran flokk, sum teir reka inn og
drepa. Eisini verða delfinir fangaðar til
delfinariur kring heimin.
– Japan er eitt vakurt land, og fólkið
er sera vinarligt og hjálpsamt, men
delfindrápið er ein myrkur skuggi, og
tað var hart fyri meg at uppliva hesi
dráp. Drápini eru brutal, og djórini líða
nógv undir drápinum. Delfindrápini
eru verri enn grindadrápið, tí tey verða
ikki gjørd eins skjótt. Ofta skulu flokkar
av delfinum bíða eftir at verða dripnir,
meðan veiðimenninir drepa aðrar
delfinir fyrst. Onkuntíð verður ein
flokkur hildin til í fleiri dagar, áðrenn
hann verður dripin.
– Fleiri sløg av delfinum verða
dripin, og tað eru kvotur á teimum ein
støku sløgunum. Delfinirnir eru ikki í
vanda fyri at doyggja út, men teir eru í
vanda vegna dálking, ovfisking og ann
að. Eg hugsi tó mest um at verja djórini
ímóti hesari ógvisligu og óneyðugu
veiðuni. Og so hava delfinir einki at
gera í fangaskapi, tær skulu kunna liva
og ferðast frítt.
Hóast Marna Frida Olsen og hini
fólkini ikki leggja uppí delfindrápunum,
heldur hon, at arbeiðið hjá felagsskap
inum hevur týdning.
– Vit eru ein lítil brikkur í einum
stórum spæli, men bara at verða til
staðar og at fylgja við hevur týdning.
Vit kunnu greiða frá, hvat gongur fyri
seg, og hóast vit ikki síggja stór úrslit
her og nú, ger hetta mun í tí stóra sam
anhanginum, og hesum vil eg fegin lut
taka í, sigur hon.
Marna Frida Olsen kundi hugsað
sær at farið aftur til Japan, og sum heild
hevur hon fingið størri hug at verða við
í djóraverndararbeiði – serliga í sam
bandi við delfin- og hvalaveiði.
Í HEYST HEVUR MARNA FRIDA OLSEN VERIÐ Í JAPAN FYRI AT VIRKA ÍMÓTI
DRÁPINUM AV DELFINUM, SUM HON HELDUR ER BRUTALT OG EIGUR AT STEÐGA
TIL JAPAN AT HJÁLPA DELFINUM
Her verða
fangaðar
delfinir
vandar í
Taiji Whale
Museum,
har handil
við livandi
delfinum
fer fram
(Myndir: Marna
Frida Olsen)
– Vit eru ein lítil brikkur í einum stórum spæli, men bara at verða til staðar
og at fylgja við hevur týdning. Vit kunnu greiða frá, hvat gongur fyri
seg, og hóast vit ikki síggja stór úrslit her og nú, ger hetta mun í tí stóra
samanhanginum, og hesum vil eg fegin luttaka í, sigur Marna Frida Olsen,
sum í tríggjar vikur var sjálvboðin í Japan í sambandi við verju av delfinum
Delfindráp er
umstrítt
(Mynd: Oceanic
Preservation Society)
Her verður ein
delfin drigin
umborð á ein bát