Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 34 BLAÐIÐ JÓLAGÁVUR Í EVSTU LØTU VIT KENNA TAÐ ØLL. VIT MANGLA AT KEYPA ONKRA JÓLAGÁVU, OG TAÐ SKAL ORNAST Í EVSTU LØTU – OG VIÐHVØRT SKAL TAÐ ORNAST EFTIR, AT HANDLARNIR ERU STONGDIR. HER ERU NØKUR BOÐ UPPÁ, HVUSSU EIN JÓLAGÁVA KANN KEYPAST BEINT FYRI JÓL Bøkur Um tú kanst náa í handilin, áðrenn alt stongir, er ein bók ofta ein góð gáva. Nógv fólk lesa, og uppaftur fleiri kunnu lokkast at lesa ein bók, um hon er áhugaverd fyri tey. Vel millum skaldsøgur, siðsøguligar bøkur ella ævisøgur. Nógvar góðar føroyskar bøkur eru at velja ímillum. Ferð Myrka vetrartíðin kann verða tung at koma ígjøgnum – ikki minst tíðin eftir jóla- og nýggjárshaldið. Men dreymurin um eina góða ferð, ið er fyri framman, kann lætta um veturin. Á netinum ber til at finna óteljandi ferðamøguleikar, eftir at ferðaskrivstovurnar hava latið aftur. Um tað er eitt vikuskiftið í Reykjavík, ein vika í Barcelona ella ein longri ferð til fjareystur ella Karibia, so ber til at finna ferðina á netinum. Konsert Festivalar og konsertir eru góðar upplivingar at deila við tey, sum standa tær nærmast. Bæði her heima og í útlandinum selja festivalar og tiltøk atgongumerki á netinum, og tí ber til at ogna sær eina góða uppliving beint fyri jóladøgurðan. Eisini stóru føroysku tiltøkini – Summar Festivalurin, G! Festivalurin, Voxbotn og onnur – selja atgongumerki online. Gávukort Ert tú ein av teimum, sum ikki ert so kreativur ella torir illa taka kjansin, tá ið tú keypir jólagávur, og tað kanska er høvuðsorskin til, at tað mangla gávur fram móti jólaaftan, kanst tú altíð velja gávukort. Tað ber í øllum førum til at peila seg inn á, hvørjum handlum fólk kundu funnið uppá at brúkt pengar í, og so kanst tú keypa eitt gávukort har. Matstova Ein góð gáva kann verða ein vitjan á café ella matstovu, og flestu av matarstøðunum í Føroyum munnu verða til reiðar at skriva eitt gávukort, um tú hevur brúk fyri tí. Hetta kann verða ein góð gáva, sum kann bjarga tær í evstu løtu. Pengar Tað er ikki serliga uppfinnsamt, og kanska er tað eitt sindur keðiligt, men í onkrum førum kann ein peningagáva koma væl við og á turt stað. Møguliga kann tað gerast saman við einari heilsan um, at móttakarin kann keypa sær okkurt, viðkomandi ynskir sær. Søtt Sjálvt tey, sum eiga alt og einki ynskja sær, kunnu fáa ein vakra sjokulátueskju, góðgæti ella eina karamelludós. Tað kann setast fram ella njótast saman við familju og vinum. Viðgerð Vit ganga alsamt meira upp í okkara egnu vælverð. Fólk venja og renna sum ongantíð, og í tí resinum kann tað vera tiltrongd við einari massasju, einari andlitsviðgerð ella onkrum, har fólk bara kunnu taka sær av løttum og lata seg forkela eina løtu.