mánadagur 28. desember 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Zakarias wang
Kjak síða 14
Jóla
maðurin
tók...
Frank davidsen
Kjak síða 14
Gull
kálvur og
neyðaregg
Tað boðar ikki frá góðum samstarvs
huga, at andstøðan við meiriluta
num í vinnunevnd løgtingsins hevur
súltað málið um uppboðssøluna – tí
at henni ikki dámar uppskotið.
Jørgen Niclasen er gamal revur í
politikki, og hann veit, hvussu hann
kann vinna samgonguni neisur. So
kann hann siga, hvat hann vil. Men
einasta veruliga endamálið hjá and
støðuni í hesum føri er at gera sam
gonguni fortreð við at súlta málið,
sum andstøðuni ikki hóvar.
Realpolitiskt hevur tað valla stór
an týdning. Tí løgtingið kann sam
tykkja málið, tá vinnunevndin um
tríggjar vikur ella so noyðist at bera
tað í løgtingið.
Men fyri arbeiðslagið í tinginum
hevur tað týdning – og kanska er
tað eitt sjúkueyðkenni fyri, hvussu
samstarvslagið fer at verða, tá
breiðar semjur skulu finnast um
fiskivinnunýskipan,
pensjónsný
skipan og onnur mál, sum tørva
breiðar politiskar semjur fyri at
tryggja haldføri í teimum.
Eyðvitað kann samgongan bara
skipa løgtingsnevndinar av nýggj
um. Sjálvstýrisflokkurin var í val
bólki saman við samgonguni, so
floksformaður fekk onkra nevnd,
hann kundi ferðast við. Tað beinið
kann samgongan taka frá honum
aftur. Ella kann samgongan bara vísa
stórsinni og lata vinnunevndina sita,
hóast andstøðan hevur meirilutan.
Tí tað krevur eisini format av and
støðuni at hava meirilutan í eini
tingnevnd. Um hon spælir hund
hvørjaferð, so undirgevur andstøðan
seg sjálva.
Í skrivandi stund er fíggjarlógin
fyri 2016 til aðru viðgerð í løgtingi
num. Allir flokkar hava sett sær fyri,
at avlop skuldi verða á fíggjarlógini
næsta ár. Men av tí at fíggjarnevnd
in hevur bíðað til fánýtis eftir vinnu
nevndini, so mangla tær 178 millión
irnar í, sum ætlaða uppboðssølan
skuldi geva.
Tí er enn ikki greitt, hvussu leikur
fer. Og heldur ikki, um samgongan
fer at samtykkja eina fíggjarlóg við
halli – sum aftur kann javnviga, tá
álitið einaferð kemur aftur úr vinnu
nevndini.
Samgonan hevur siglt á nógvar
flúrar hesar fyrstu 100 dagarnar,
hon hevur verið til. Her eru nógv
óroynd fólk, men her átti at verið
ein hepnari hond. Hinvegin hevur
andstøðan heldur ikki havt tað
stóra mótspælið, sum vit áttu at sæð
frá so nógvum so royndum fólki í
landsstýrinum. Ikki færri enn 11 av
andstøðutingfólkunum eru fyrrver
andi landsstýrisfólk.
Vit velja tó at geva bæði andstøðu
og samgongu ein kjans: Tá fíggjar
lógin er fingin afturum er eingin um
bering. Tá skal politikkurin vísast í
verki.
ringt samstarvslag á tingi
Teir báðir stóru bankarnir
hava seinastu tíðina selt tí
almenna bygningar fyri til
samans út við 150 milliónir
krónur.
Fyrst var tað Tórshavnar
Býráð, sum keypti tríggjar
bygningarnar hjá BankNord
ik í miðbýnum í Havn og ein í
R. C. Effersøesgøtu fyri smá
ar 100 milliónir krónur.
Síðani var tað løgtingið,
sum brádliga keypti bygning
hjá gamla Sjóvinnubanka
num í Gongini í Havn fyri
góðar 21 milliónir.
Og »i nattens mulm og
mørke« hetta kvøldið beint
fyri jól keypti løgtingið aftur
ein bankabygning – hesaferð
gróthúsið hjá Eik í miðbýn
um í Havn til løgtingsumsit
ing.
Felags fyri allar hesar
húsasølur er, at sølan er ikki
farin fram á almenna markn
aðinum. Húsini eru ikki sett
á sølulista, men avtalur eru
gjørdar millum keypara og
seljara.
Bankarnir
vita
best,
hvussu sum mest fæst fyri
slíkar bygningar, og tá tað
almenna keypir, so hevur
prísurin ikki so stóran týdn
ing – halda tey, sum taka av
gerðirnar í øllum førum. Men
fyri at sleppa frá at hoyra
fjølmiðlar og fólkið annars
brokka seg, so verður hetta
hastað ígjøgnum, so eingin
fær mótmælt.
Viðhvørt er lættari at taka
avgerðir, tá eingin sleppur at
mótmæla...
150 milliónir til bankarnar
Neyvan væntaði nakar, at
løgtingið skuldi halda fund
millum jól og nýggjár, men
stríðið millum samgongu
og andstøðu í vinnunevnd
ini gjørdi, at hetta varð
neyðugt. Hetta bleiv ein
dýrur umgangur hjá Magna
Laksáfoss.
Hann fór nevniliga í far
loyvi undan jólum, men
væntaði neyvan, at nakar
fundur bleiv millum jól
og nýggjár. Tá tingfundur
kortini varð settur í morg
un, mátti hann tí biðja um
farloyvi í eina viku afturat.
Tískil missir hann sjálvur
eina vikuløn afturat – og
sostatt kann sigast at jóla
ferian hjá honum dýrkaði
einar 9.000 krónur.
Tríggir tinglimir vóru
í farloyvi beint undan jól
um, Bjørn Kalsø og Magni
Laksáfoss úr Sambands
flokkinum og Annita á
Fríðriksmørk úr Tjóðveldi.
Í teirra stað sótu Helgi Abr
ahamsen, Edva Jacobsen
og Kristina Clementsen á
tingi.
Nú tingið er sett í
morgun, las løgtingsfor
maðurin Páll á Reynatúgvu
skriv upp frá Annitu á Fríð
riksmørk, har hon boðaði
frá, at hon tók sæti aftur á
tingi frá jólaaftan. Hennara
missur er tí einans tann
vikan, hon var burtur. Bjørn
Kalsø boðaði, umvegis løg
tingsformannin,
frá,
at
hann tekur sæti aftur í
morgin, so hann hevur eis
ini ein fíggjarligan miss av
hesum tingfundunum. Men
dyggasta fíggjarliga smeitin
fekk Magni Laksáfoss.
Nú vilja vit skjótt síggja
politikkin vístan í verki
Jólaferia dýrkaði
9.000 krónur