Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÝRVERK Barbara Holm Tað stundar til nýggjárs, og harvið til ein litríkan og glitr­andi himmal, uppfyltan av fýrverki løtuna rundan um midnátt 31. desember. Tað er løtan vit siga farvæl við undanfarna ár og bjóða nýggja árinum vælkomnum. Tað er ein siðbundin og há­ tíðar­ligur dagur. Men tað er ikki bert um midnáttarleitið 31. desember, at vit leita litríku bumburnar fram fyri at hátíðarhalda árs­skiftið. Dagarnir áðrenn og aftan á 31. desember inni­ halda fyri mong eisini fýr­ verk og stuttleika av hesum slag. Tað gjørdi tað fyri 49 ára gamla Hans Debes í Havn, sum fyri smáum 36 árum síðani varð illa skaddur, með­ an hann gjørdi eina heima­ gjørda bumbu til reiðar. Hans og vinmenninir plagdu mangan at framleiða egnar bumbur í koparrørum. Teir fyltu krút úr øðrum fýrverki niður í koparrørið og setti síðani fjús í og fingu soleiðis eitt ordans buldur. Men ein dagin gekk galið. Hálv flusnar bananir 3. januar í 1980 vóru Hans og ein vinmaður í kjallaranum hjá vinmanninum, og Hans stríddist við at banka koparrørið saman. Í rørinum var krútið frá fleiri ymiskum rakettum og líknandi, sum tey høvdu liggjandi eftir nýggjárið. Brádliga hoyrir Hans eitt buldur. Bumban var brostin eitt sindur ov tíð­liga. – Eg kendi onga pínu. Tað var sum, at var eg lammaður, greiður Hans frá. Hann hugdi niður á hend­ urnar og sá, at vinstra hondin var í fyllum. Tummilin var nøkulunda intaktur, meðan hinir fingrarnir av álvara høvdu fingið skaða. – Eg minnist, eg hugdi nið­ ur og hugsaði, at fingrarnir hjá mær sóu út sum flusnar bananir. Húðin lá líkasum í strimlum niður til báðar síð­ urnar. Hondin var als ikki til at kenna aftur, sigur Hans. Hann og vinmaðurin skund­aðu sær uppá, men inni var bert beiggi vinmannin, sum bað Hans skunda sær heim. Teir vóru grannar, so stutt var at renna. – Eg hugdi niður á hondina, og minnist eg helt tað vera júst sum at flysa eina banan. Húðin á øllum fingrunum hekk niður í stykkjum, og hondin var ikki til at kenna aftur, sigur Hans Debes. Í 1980 kostaði heimagjørd bumba honum fýra fingrar á vinstru hond HANS DEBES: FÝRVERKIÐ KOSTAÐI MÆR VINSTRU HONDINA Framhald á næstu síðu Myndir: Álvur Haraldsen