mánadagur 28. desember 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
E
g haldi ikki, at vit hava meiri at
gera um jólini og á nýttárinun
enn annars. Fólk eru røsk at hava
roykvarnarar og aðra sløkkiúgerð, og
eg trúgvi, at tað minkar munandi um
talið á eldsbrunum. Í veruleikanum eru
stormarnir og ikki eldsbrunarnir, sum
elva okkum størst høvuðbrýggj, sigur
Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari.
Arbeiðið á sløkkiliðsstøðini í Havn
koyrir sum vant eisini nú á hávetri, tá
ein annars kanska hevði hugsað, at
flestu eldsbrunarnir vóru.
– Arbeiðið hjá okkum koyrir í eini
fastari vaktarskipan, har helvtin av
sløkkiliðsmonnunum altíð eru tøkir,
sigur Kartni Jacobsen.
Hann sigur, at 29 mans eru knýttir
at brandstøðini í Havn og teir eru so
statt 14, sum eru tøkir, um eitthvørt
skuldi verið á vási.
Kartni Jacobsen sigur, tilbúgvingin
hjá sløkkiliðnum er so góð, sum hann
metir, at ber til.
– Vit skulu vera av støðini innan
fimm minuttir eru farnir, og tað klára
vit undir vanligum umstøðum. Sostatt
eru vit á staðnum innan sjey, átta
minuttir, um eldsbrunin er í Havnini,
greiðir hann frá. Tað er einans, um
veðurlíkindini eru sera torført, sum í
hálku, at tíðarfreistin ikki heldur.
Spurdur, um ikki ber til at stytta
responstíðina sigur Kartni Jacobsen,
at einasti hátturin at gera tað, er at
hava eina fullmannaða støð, men at
tað fer at krevja eina størri íløgu.
– Spurningurin er, um íløgan rætt
vísger nyttuna vit fáa úr tí. Vit hava
ein eldsbruna um vikuna og av teim
um er okkurt árið ein, kanska tveir,
men sum oftast eingin eldsbruni um
árið, har tað hevði gjørt ein mun,
um vit vóru komnir á staðið fyrr. Um
støðin var fullmannað, so høvdu vit
komið avstað innan ein minutt og
sostatt verið á staðnum innan fýra
minuttir, sigur hann, og vísir á, at
ongastaðni í londunum um okkum
eru fullmannaðar støðir á so smáum
plássum.
Kartni Jacobsen heldur, at fólk eru
vorðin varnari nú enn áður og hava
betri sløkkiútgerð heima.
– Tað spælir allarhelst eisini ein
leiklut, at tað eru væl færri, sum hava
livandi ljós á jólatrænum enn áður.
Men fleiri hava eisini brandteppi, royk
varnarar og eldsløkkjara og kunnu tí
fáa tamarhald á smærri tillopum,
sigur hann, men heitir kortini á fólk,
um at ansa væl eftir, serliga eftir
kertiljósum. Um pynt er um ljósið ella
tað stendur í vindeygakarminum er
skjótt, at tað kann festa í okkurt.
– Ein annar góður vani er at lata
dyr og hurðar aftur eftir sær. Hetta
ger, at eldurin fær minni ilt og kvalist
tí skjótari og ger minni skaða, greiðir
hann frá.
Á nýttárinum eru tað bálini, sum
krevja mest uppmerksemi frá sløkki-
liðnum, men sjáldan er nakar stórur
vandi á ferð.
– Vindurin spælir ofta ein stóran
leiklut, tá nýggjársbálini eru, og vit
heita á fólk, um ikki at kynda bál,
um tað er meiri enn 15 m/s. Tá
flúgva glóðirnar mest sum vatnrætt
og rættiliga skjótt, og tá kann vera
torført at hava tamarhald á øllum,
sigur Kartni Jacobsen.
Nú nýttárið stundar til eru tey
mong, sum eru farin at fyrireika nýtt
ársbál ymsa staðni. Kartni Jacobsen
heitir á øll, um at í fyrsta lagi boða
sløkkiliðnum ella kommununi frá, hvar
bál verður kynt. Í Havnini kann hetta
gerast umvegis sjálvgreiðsluna hjá
Tórshavnar kommunu.
– Vilt vilja sera fegnir vita, hvar
bál verður kynt og hava ein ábyrgd
arpersón, sum vit kunnu seta okkum í
samband við, um okkurt skuldi verið.
Tað er altíð gott at hava ein upp
passara, sum kann halda skil á um
bálið og tala at, um okkurt ikki fer
rætt fram, sigur Kartni Jacobsen.
Hann sigur, at tað er eitt góður
vani at hava eini 20 til 25 metrar frítt
øki runt um bálið og at hava eina pøs
av vatni nærindis, um onkur skuldi
brent seg.
– Og ring endiliga, um man missir
tamarhaldið. Vit plaga at siga, at
ikki er neyðugt at byggja hægri enn
2 metrar og fimm metrar í ummál.
So er betri at leggja eitt sindur aftur
at, um man vil hava bálið at vara eitt
sindur longri. Og síðst, men ikki minst,
minnist til at rudda upp aftur dagin
eftir ella annan dagin eftir bálið.
Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari
Arbeiðið á sløkkiliðsstøðini í Havn koyrir sum
vant eisini nú á hávetri, tá ein annars kanska
hevði hugsað, at flestu eldsbrunarnir vóru
Ein eldsbruni
um vikuna