Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Høgni Tausen STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Jaligur, ágrýtin, hjálpsamur HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Mitsubishi pajero HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Iphone 5s HVØR ER TÍN BESTA SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING? Tá vit sum familja vóru í Danmank í 2013 HVAT ORÐ ELLA HVØNAN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Tað gongur nokk, tað skal ganga! HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Heildini HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Tá sonurin kemur rennandi og hoppandi, tá eg komi heim, tað er fantastiskt! HVAT STRESSAR TEG? Tað at man bara far verið á einum stað í senn, og at arbeiðið fyllur meira enn familjan í løtuni! HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Mær dámar sera væl allan føroyskan mat, um eg skal velja eitt so skuldi tað verið ræst kjøt HVAT GLEÐIR TEG? Eg verði bæði glaður og stoltur hvørja ferð, eg síggi at arbeiði, ið er gjørt, tekur seg væl út. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Tá bróðir og eg keyptu Føroya Grótvirki, tað var eitt ynski, eg hevði havt leingi HVAR ARBEIÐIR TÚ? Á Føroya Grótvirki HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Tað er fantastiskt at kunna síggja sítt arbeiði aftur, tá tað er liðugt, og vita, at tað stendur har í kanska 500 til 1000 ár HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Tað er stuttligt hvørja ferð ein ordri verður leveraður og síggja, hvussu glaður kundin er fyri vøruna. Tað er ringt at taka eina ávísa løtu burtur úr. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Tónleikur er ikki mín sterkasta síða, so tað er sera blandað, tó helst føroyskt HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Tað man vera telefonin og teldan, tað ger tað heila so nógv lættari Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Keypti Føroya Grótvirki saman við bróður í 2012 HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Hugsa jaligt og verð jaligur, trúgv uppá teg sjálvan! HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Ein hund HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Fari at ferðast saman við familjuni og goldið skuld! HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Tað sama og goymt nakrar krónur! HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Tað at Føroyar er eitt lítið land er ein fantastiskur fyrimunur, við friði og sera góðum vælstandi HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Hugsi ikki so langt fram, havi ivaleyst við nútíðina, men allar helst á sama stað Besta íløgan er Føroya Grótvirki Tað er fantastiskt at síggja sítt arbeiði aftur, og at tað stendur har í 500 til 1000 ár