Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Í nøkur ár hava vit havt nýggjárshald saman við Kringvarpi Føroya, í sam­ band við nýggjárssendingar teirra, men hesa ferð eru vit einsamallir vert­ir, sigur Thora Augustinussen sølu­stjóri á Hotel Føroyum. Hotel Føroyar verður pyntað til nýggjárshald, okkurt verður skonkt í glasið, tá tú kemur og síðani verður bjóðað til døgurða við fýra rættum. – Sum kvøldið líður hava vit eitt sindur av undirhaldi, men ikki ov nógv, tí vit vilja lata fólk sleppa at sita í friði og náðum og njóta útsýni, sigur hon. Thora Augustinussen sigur, at stórur áhugi er longu fyri tiltakinum og serliga væl umtókt er tað millum útlendingar. – Yvir helmingurin av seldu pláss­ unum eru farin til útlendingar, sum eru og ferðast í Føroyum og vilja sita á fremstu røð, tá fýrverkið verður skotið á midnátt, sigur Thora Augustinussen. Hon sigur, at tá klokkan nærkast midnátt, verður farið út á tekjuna framman fyri matstovuna. – Har poppa vit eina sjampagnu­ fløsku við sábuli og so kann ein njóta eitt glas, meðan ein stendur við einum stjørnukastara og hyggir at fýrverkinum. Vit hava av góðum grundum ikki loyvi at skjóta fýrverk sjálvi. Aftan á verður farið inn aftur og tá borðreiða vit við kransakaku og tónleiki og barrin veðrur opin, sigur Thora Augustinussen. Á matskránni stendur hummara­ súpan, ræst kjøt, neytalundir og om­ aná verður súreplakøka. Klokkan 02 bjóðar matstovan so náttarmat. – Nýggjárshaldið hevur kanska ein størri útlendskan dám enn vit eru von við, men tað tykist sum fleiri føroyingar ynskja okkurt tílíkt, sigur Thora Augustinussen. Skuldi onkur hildið, at tað verður ov seint at koyra heim eftir eina slíka nátt, so er eisini høvi at bíleggja kamar á Hotel Føroyum og fáa morgunmat morgunin eftir. Gist og Vist hevur eisini eitt tilboð til tín, sum ikki tímir niðan á Hotel Før­oyar. – Nýggjárssushi er verið sera væl umtókt seinnu árini. Fleiri, kanska ser­ liga tey ungu, halda tað vera deiliga ómakaleyst. Tað er lætt at borðreiða, skjótt at eta og høgligt at rudda burt­ ur, ein ordiliga lekkur take away loysn, sigur Thora Augustinussen, sum sigur, at nýttárssushi kann bíleggjast til trý, seks ella níggju fólk. Valla nakrastaðni er útsýnið oman Havnina betri enn úr matstovuni hjá Hotel Føroyum. Hvussu hevði tá verið, at sitið har nýggjársaftan og eygleitt fýrverki oman yvir høvuðsstaðnum? Tann møguleikan fært tú í ár, nú Hotel Føroyar bjóðar tær at halda nýggjárið saman við sær Halt nýggjárið saman við Hotel Føroyum