mánadagur 28. desember 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Ferðast
Beinleiðis til sól og
summar við Fonn Flog
Í nógv ár hevur Fonn Flog sent eina rúgvu av føroyingum á sólferð til heitari lond, og hesi seinnu árini hevur
ferðaætlanin hjá Atlantic Airways eisini gjørt tað gjørligt at senda føroyingar beinleiðis úr Føroyum til heitu
strendurnar við Miðjarahavið. Fonn Flog hevur tí sett saman eina rúgvu av góðum tilboðum uppá slíkar ferðir
A
tlantic Airways flýgur beinleiðis
úr Vágum til Barcelona og Mal
lorca á sumri, og tað er nakað,
sum føroyingar veruliga hava gjørt
sær dælt av. Fonn Flog hevur sett
nógvar pakkaferðir saman í sambandi
við hesar ferðir.
Mallorca er enn eitt hitt
Millum annað er eitt frálíkt tilboð
uppá beinleiðis ferð til Mallorca við
gisting á Hotel Rosa Del Mar í Palma
Nova.
Palma Nova er burturav ein feriu
býur, her er alt sum tær tørvar fyri
at fáa eina hugnaliga feriu, bæði fyri
vaksin og børn. Tað er skjótt at koma
til høvuðsstaðin Palma frá Palma
Nova, og hartil tekur buss túrurin frá
flogvøllinum til hotellini í Palma Nova
bert umleið 40 minuttir. Hetta kann
tó vera longri í háárstíðini. Hetta ger
at tey sum ikki tíma at koyra so langt,
velja at búgva í hesum umráðinum.
Eisini kann man leita sær til marg
lætisstaðið Hotel Sea Club í Alcudia
Víkini.
Alcudia víkin er ein av kendastu
feriustøðunum á Mallorca. Alcudia
víkin liggur á norðursíðuni á Mallorca,
umleið 50 km frá høvuðsstanum
Palma. Túrurin frá flogvøllinum til
Alcudia tekur umleið 1 tíma við buss.
Sjálv víkin gongur frá havnini í
Alcudia umvegis Playa de Muro til Ca'n
Picafort. Besta strondin á Mallorca,
og kanska eisini í øllum Miðalhavinum,
liggur í Alcudia. Strondin er umleið 15
km til longdar.
Býirnir Alcudia, Playa de Muro
og Ca'n Picafort hava hópin av mat
stovum og smáum handlum, herav er
Alcudia tann størsti býurin.
Alcudia er vælumtókt fyri familjur
við børnum.
Halt frí beint uttan
fyri Barcelona
Um tú heldur hevur hug til at vera
á spanska meginlandinum, so kann
man leggja leiðina til eitt av góðu
frítíðarstøðunum nærheindis spanska
stórbýnum Barcelona, har Atlantic
Airways um summarið flýgur regluliga
til.
Fonn Flog hevur eitt tilboð við
flogferð og uppihaldi á Tahiti Playa í
Santa Susanna.
Santa Susanna er ein av kendastu
feriubýunum í Costa Brava umráðnum.
Býurin liggur 50 km norðanfyri Barce
lona, umleið 1 tíma við tok ella bili/
bussi. Býurin hevur góðar strendur
við hópin av matstovum og smáum
handlum. Eftir strondini ber til at
ganga til býin Malgrat de Mar, sum
næstan er samanvaksin við Santa
Susanna.
Beint sunnanfyri Santa Susanna
liggur Calella.
Tú kanst venda tær beinleiðis til
Fonn Flog á tlf. 476363 ella vitja
heimasíðuna www.fonnflog.fo fyri at
fáa nærri kunning um tilboðini.w