mánadagur 28. desember 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Ferðast
Costa Blanca er
perfekt til heilsu-
og tematúrar
– Sólorka hevur tætt samstarv við eitt framkomið heilsutoymi, sum hevur hjálpt
einum hópi av fólki, ið hava stríðst við gikt, sukursjúku, koyrlabrestir, skaðar av
vanlukku og mangt annað, Michael Shemesh, søluleiðari hjá 62°N Travel
Vilmund Jacobsen
– Vit fegnast um, at ymiskt nýtt og
slóðbrótandi hendir á ferðavinnu
økinum. Eitt av nýggju tilboðunum,
sum vit selja, er átakið hjá Unn Hildu
berg og Tróndi Djurhuus – Sólorka – við
undirheitinum »føroyska grannalagið í
sólini«. Vit selja og marknaðarføra
hesar ferðir fyri Sólorku.
Tað sigur søluleiðari hjá 62°N
Travel, Michael Shemesh.
Hann vísir á, at 62°N Travel lýsir
við fimm fráferðum til Costa Blanca
við Miðjarahavið í apríl, og verður
undirtøkan góð, er hugsandi, at vit
aftur fara at lýsa við hesum ferðum
næsta heyst.
– Vit selja henda pakkan, og øll
avgreiðsla, fyrisiting og kundasam
skifti um ferðina fer fram um 62°N
Travel, sigur Michael Shemesh.
Heilsu-og tematúrar
Økið í Costa Blanca er serliga væl
egnað til heilsu-og tematúrar.
– Her ber til at taka sær av egnari
heilsu og íðka ítrótt ella ymiskt uttan
duraítriv alt árið. Sjálvandi ber eisini
til at gera feriutúrar higar fyri taka
sær av løttum og løða sál og likam
við sólorku – eisini uttan fyri summ
artíðina.
Søluleiðarin hjá 62°N Travel vísir á,
at heilsubesta víkin í heiminum er her
í Albir í sponsku Altea-víkini á Costa
Blanca.
– Heimsheilsustovnurin (WHO)
hevur kunngjørt, at hendan víkin hevur
eitt hitt heilsubesta mikro-veðurlagið
í heiminum. Her er ordiliga heitt um
summarið og deiliga lýtt, bæði um
várið og heystið.
Hann vísir á, at líka mikið, hvør árs
tíðin er, er her ongantíð bítandi kalt,
og dagarnir við avfalli eru sera fáir og
at kalla ongantíð samanhangandi.
– Kanningar vísa eisini, at Costa
Blanca er eitt av bíligastu frítíðar
plássunum við Miðjarahavið.
Michael Shemesh sigur, at Sól
orka hevur tætt samstarv við eitt
framkomið heilsutoymi, sum hevur
hjálpt einum hópi av fólki, ið hava
stríðst við gikt, sukursjúku, koyrla
brestir, skaðar av vanlukku og mangt
annað.
– Úrslitini er framúr góð. Altea-
økið er sera vælegnað hjá føroyingum,
sum ynskja sær heilsubót ella hava
hug at íðka ymiskar ítróttir ella uttan
duravirksemi, sum ikki eru so løtt at
íðka í Føroyum uttan fyri háárstíðina.
Her er eisini lagamanni at halda frí
og taka sær av løttum, leggur hann
aftrat.
»Incoming«-fyritøka
Sólorka er skipað sum ein føroysk
»incoming«-fyritøka í Suðureuropa.
– Vit hava valt Costa Blanca sum
fyrsta fokusøkið okkara, bæði tí at
veðurlagið er so gott alt árið og tí, at
prísirnir sum heild eru sera lágir.
Unn Hilduberg og Tróndi Djurhuus
siga, at tey fáa hjálp frá góðum ráð
gevarum í Føroyum.
– Vit hava góðar føroyskar sam
starvsfyritøkur. Eftir at hava boðið
uppgávuna út, og eftir at hava sam
ráðst við trý flogfeløg, hevur Sólorka
gjørt avtalu við Atlantic Airways um
at røkja flogsamband okkara millum
Vágar og Alicante, og vit hava gjørt
avtalu við 62°N Travel um sølu og av
greiðslu í Føroyum, siga tey bæði, sum
standa aftan fyri Sólorka – føroyska
grannalagið í sólini.