Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Ferðast Vitja ein frítíðardepil – lætt og ómakaleyst Alsamt fleiri føroyingar velja at leita sær í frítíðardepil, tá ið farið verður av landinum við Norrønu. Hetta er ein lættur og ómakaleysur háttur at ferðast uppá. Tú pakkar bilin í túninum, og so tømir tú hann ikki aftur, fyrr enn tú parkerar uttan fyri frítíðardepilin í Danmark T að er ikki av tilvild, at talið av frítíðardeplum í Danmark veksur støðugt. Tí tað gerst bara betur og betur umtókt at vitja slíkar deplar, sum í dag eru útgjørdir vil alskyns hentleikum til bæði stór og smá. At tú so kanst pakka tær bilin heima við hús, koyra umborð á Norrønu og njóta nakrar góðar løtur um­borð á føroyska flaggskipinum, áðrenn komið verður til Danmarkar, ger ikki túrin verri. Days-deplarnir vinna fram Seinastu mongu árini hava tað fyrst og fremst verið teir vælkendu Danland- frítíðardeplarnir, sum føroyingar hava leitað til, men hesi seinnu árini hevur ein nýggj røð av deplum, teir sonevndu Dayz-frítíðardeplarnir, av álvara vunnið seg fram, og nógvir før­ oyingar hava longu vitjað hesar depl­ arnar. Millum best umtóktu Dayz-frí­ tíðar­deplarnar er tann, sum liggur í Røn­bjerg, miðskeiðis í Jyllandi, ikki so langt frá Aalborg. Her er talan um ein frítíðardepil, sum er perfektur til barnafamiljuna. Tú býrt í góðum frítíðarhúsum, sum finnast í ymsum støddum, alt eftir hvussu nógv tit eru, ið ferðast saman. Húsini eru í sera góðum standi og hava allar hentleikar. Húsini eru ljós og rúmlig, og tú hevur somuleiðis eitt sindur av útiøki, har man til dømis kann sita og njóta ein góðan kaffimunn, um veðrið er til tað. Eitt paradís fyri børnini Eins og so at siga allir aðrir frí­tíðar­ deplar í Danmark hevur Dayz Rønbjerg ein svimjihyl. Men í Rønbjerg hava tey ikki bara ein hyl. Tey hava eina rúgvu. Her er eitt veruligt baðiland við fleiri hyljum, rutsjibanum, wellness-hyli, uttan­dura hyli og heitum potti. Her eru alskyns baðimøguleikar. Eisini finnast bæði ítróttarhøll, venj­ingarmiðstøð, spælipláss og ym­ iskt annað í stóra høvuðs­bygninginum saman við stóra baðilandinum. Alt er savnað á einum stað. Tú hevur enntá fleiri møguleikar fyri at fara út at eta á sjálvum frítíðardeplinum. Men fyri børnini er einki at ivast, at tey mest lokkandi støðini eru stóra baðilandið og so stóra innan­dura spæliplássið við klatriborg, trampo­ linum og øllum møguligum øðrum møgu­leikum. Og um veðrið vísir seg frá síni betri síðu, so eru eisini nógv tilboð uttan­ dura. Eitt nú er eitt gott uttandura spælipláss, hoppipútir, minigolf, ein breyt við ymsum forðingum og nógv annað. Ein annar stórur fyrimunur við frí­ tíðardeplinum í Rønbjerg er, at hann er skipaður soleiðis, at tað er stutt at ganga frá øllum frítíðarhúsunum til sjálvan høvuðsbygningin, og tú kanst ganga á øllum økinum, uttan at tú rennur teg í nakra ferðslu. Tískil er tað trygt at lata børnini fara sjálvi til gongu yvir á spæliplássið til dømis. Friðarligt og sentralt Rønbjerg er eitt ógvuliga friðarligt stað við Limfjørðin, har tað er lítil ferðsla og ikki nakar størri býur beint við. Nærmasti býur, sum hevur eitt sin­d­ur av handilsmøguleikum, er Løg­ stør, sum liggur eini 12 kilometrar frá Rønbjerg. Men hevur tú hug at fara tann stóra shopping-túrin, so er upplagt at leggja leiðina til Aalborg, har tú finnur alskyns shopping-møguleikar. Tað er ikki so langt til Aalborg, og túrurin er tekur bara eini 50 minuttir í bili. So Dayz-Rønbjerg er ein fantast­ iskur møguleiki hjá barnafamiljuni og øllum øðrum. Men tað er bert ein av mongu møguleikum, tá ið man velur at ferðast á frítíðardepli í Danmark. Samanumtikið er støðið á donsku frítíðarmøguleikunum rættiliga høgt samanborið við onnur lond, og allar fortreytir eru fyri at fáa eina góða uppliving.