mánadagur 28. desember 2015síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015
17
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Katrin – lítil og snøggur nótabátur
Vilmund Jacobsen
T
að var hin 12. september í
2009, at nýbygningurin - Katrin
- varð sjósettur á bryggjuni í
Søldarfirði. AWI Boats í Runavík bygdi
bátin, og síðan riggaðu Joen Jakku
Johannesen, sáli, og synir hansara
bátin til - heilt úr kjølinum og upp í
mastrarnar. Hetta varð gjørt, meðan
báturin stóð í túninum í Søldarfirði.
Tá hevði Jóan Jakku í samfull 30
ár havt ein nordafarbát - eisini við
navninum Katrin - sum hann og synir
hansara brúktu til útróður, hummara
veiði og til veiði eftir sild og brislingi.
Umframt Katrin úr Søldarfirði
hava eisini tveir aðrir deksbátar verið
riggaðir til nótaveiði og plagdu at
royna eftir eitt nú sild og brislingi á
firðum og sundum. Tað eru Veðranes
úr Hósvík og Sjófossur, sum er heima
hoyrandi á Skála.
Glastrevjabáturin Katrin er størri
enn Veðranes, men minni enn Sjó
fossur.
Umframt loyvi at veiða við nót eftir
sild og brislingi, hevur Katrin vanligt
útróðrarloyvi, eins og báturin eisini
hevur hummaraloyvi.
Tey bestu árini plagdu Jóan Jakku
Johannesen og synir hansara at fiska
upp í eini 600-700 tons av sild og
brislingi í eini vertíð.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Myndin er tikin við bilstøðina Bil í
Liðagøtu í Havn miðskeiðis í 1970-
unum.
Maðurin aftan fyri bussin er Jør
mund Skarberg, síðan er tað Eirikur
Nielsen, sum búði í grannalagnum.
Maðurin, sum vendir ryggin til, er
helst Niels Olsen úr Vestmanna og
tann í hvítari skjúrtu kundi verið Harry
Skoradal. Maðurin við sólbrillum er
Regin Andreasen og tann uttast til
høgru er helst Jógvan Øregaard.
Fremst eru Toyota bussurin hjá
Jógvani Øregaard og reyðbrúni Peu
geot 404 stationcar hjá Niels Olsen.
Vinstrumegin er ein bláur Vauxhall
Victor hjá Erhardi Olsen og ein svartur
Ford Granada Fø 7.979 hjá Åge Udbø.
Eisini sæst gamli handilin hjá Sam
Olsen í Niels Finsensgøtu.
Myndaeigari: Erhard Olsen, Rødbyhavn.
SKIPASØGA
BILASØGA
Glastrevjabáturin Katrin FD 771 er ein av allar minstu nótabátum í Føroyum, stívliga 40 føtur langur
Bil í Liðagøtu
Umframt loyvi at veiða við nót eftir sild og
brislingi, hevur Katrin vanligt útróðrarloyvi,
eins og báturin eisini hevur hummaraloyvi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Navn: Katrin
Eigari: Sp/f Katrin
Byggiár: 2009
Longd: Góðar 40 føtur
Motorur: BTS 177 HK