Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 53 • 28. DESEMBER 2015 22 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ T ey eru mong í Føroyum, sum hava country-festivalin í Sør­vági sum eitt av avgjørdu hæddar­ punktunum í summarhálvuni. Fólk úr øllum landinum streyma vestur í Vágar hetta vikuskifti at uppliva góð­ a­n country-tónleik og annars bara vera saman við øðrum fólki í góðum lag. Nýggj nevnd á odda fyri festivalinum Nú farið er undir fyrireikingarnar til festivalin komandi ár, sum verður í døg­unum 10-11 juni, er tað ein nýggj nevnd, sum stendur á odda fyri fyri­ reik­ing­unum. Gamla nevndin hevur takkað fyri seg, men hjálpir tó nýggju nevndini í ein ávísan mun. Ein av nýggju nevndarlimunum er Helen Skaalum, og hon sigur, at fyri­ reik­ingarnar eru komnar væl áleiðis. – Vit í nýggju nevndini hava deilt uppgávurnar út okkara millum, og vit eru komin væl áleiðis. Í løtuni arbeiða vit rættiliga nógv við at fáa bólkarnar uppá pláss, sigur Helen Skaalum. Okkurt navnið er longu komið upp­á pláss. Millum annað er føroyski country-kongurin Hallur Joensen longu komin á listan, og ein spennandi íslendskur bólkur, Alex O & Co, hevur somuleiðis játtað at koma til Føroya at spæla á festivalinum. – Men væntandi koma fleiri før­ oysk nøvn tíðliga í januar, sigur Helen Skaalum. Stórur áhugi fyri tjalding og húsvagnaplássum Helen Skaalum sigur, at sølan av bæði atgongumerkjum til festivalin og plássum at tjalda og til húsvagnar er byrjað, og at áhugin er stórur. – Tað ber til at keypa atgongu­ merkir á heimasíðuni hjá okkum, www.country.fo, men tíverri riggar tað ikki at keypa atgongumerkir á netinum við Mastercard Debet. Tey, ið hava slík kort, kunnu ístaðin keypa atgongumerkir hjá Visit Vágar, greiðir Helen Skaalum frá. Visit Vágar ella Kunningarstovan í Vágum, sum tað eisini verður rópt, er somuleiðis staðið, har man skal venda sær, um man vil keypa sær pláss til tjalding ella húsvogn. Hon leggur afturat, at stórur áhugi plagar at vera fyri hesum plássum. – Í fjør var tað væl og virðiliga út­ selt, og plássið er avmarkað. Í fjør vóru tað eisini fleiri, sum vóru á bíði­ lista, sigur Helen Skaalum. Ætla kring landið at selja Um man ætlar sær á countryfestival og ætlar at spara nakrar krónur, so ræður um at keypa atgongumerkir nú, tí á nýggjárinum fara prísirnir upp, tó ikki á barnaatgongumerkjunum. – Sølan er so byrjað á netinum og á kunningarstovuni her vesturi, men vit ætla okkum eisini at fara kring landið at selja, men tað verður ikki fyrr enn í nýggja árinum, sigur Helen Skaalum. Country-festivalurin í Sørvági hevur veruliga fingið fastatøkur í teir mongu country-fjeppararnar í Føroyum, tí áhugin fyri festivalinum er sera stórur. Sølan av atgongumerkjum og plássum til tjalding og húsvagnar til festivalin komandi ár er byrjað, og skjótt fer prísurin upp Prísurin hækkar á nýggjárinum