týsdagur 29. desember 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eitt dømi um, at tingfólk ikki altíð
vita, hvat tað er, sum tey gera, man
vera grindalógin, sum eitt fullsamt
løgting samtykti í maimánaði í ár.
26 tingfólk, sum vóru á fundi
hendan dagin, atkvøddu fyri
uppskotinum hjá Jacobi Vest
ergaard, sum tá var avvarðandi
landsstýrismaður á økinum. Og
úrslitið er tann síðan so nógv
umrødda grindalógin, sum millum
annað ásetir, at fólk fáa bót ella
fongsulsrevsing, um tey síggja
eina grind uttan at boða frá.
Hóast øll tingfólk úr øllum
flokkum tá vóru samd við lands
stýrismanninum, so er støðan
kortini broytt – og spurnarumfar
hjá Kringvarpinum hevur víst,
at stórur meiriluti er millum
tingfólk at broyta hesa fráboðan
arskylduna, sum er komin ferða
vinnuni sera illa fyri.
Men fyrrveradi landsstýris
maðurin – sum er kendur fyri at
vera sera treiskur og tvørur stend
ur við sítt. Hann heldur, at tað er
púra rætt at revsa ferðafólk, sum
koma til Føroya at fremja tað
brotsverk ikki at boða frá eini
grind, um tey síggja hana.
Vit kunnu sjálvandi vera ymisk
á máli um politisk viðurskifti, men
tað gevur onga meining at hótta
fremmandafólk – sum ikki skilja
grindadráp og føroyska mentan
– við revsing fyri ikki at boða frá
eini grind. Tí hvussu stórur eru
trupulleikin? Er tað yvirhøvur ein
trupulleiki, at vit misa grindir, tí at
ferðafólk ikki boða frá?
Valla. Hinvegin er longu stað
fest, at fleiri ferðamannaskip hava
boðað frá, at tey ikki koma til Før
oya, tí ferðafólk verða sett í vanda
fyri revsing, um tey koma fyri tí
vanlagnu at síggja eina grind – og
ikki fáa seg til at boða frá.
Kanning gjørd fyri Tórshavnar
havn vísir, at 15 ferðamannaskip
færri – 40 í mun til 55 – koma á
Havnina í ár. Tað merkir sambært
útrokningum, at ferðafólk fara at
leggja 7,3 milliónir krónur færri
eftir seg – sum aftur merkir 25 árs
verk færri.
Tað sigur seg sjálvt, at her er
politiska arbeiðið av handahógvi
merkt. Sagt verður, at tað er longu
ov seint at bjarga ferðafólkaári
num 2016. Men fyri at bjarga støð
uni í 2017, so mugu broytingar ger
ast sum skjótast.
Og álvaratos. Hetta var ein
brølari, sum ikki bara Jacob Vest
ergaard, men sum alt løgtingið
gjørdi. Tað hevði tí sømt seg, at
løgtingið sum skjótast tók av aft
ur hesa lóg og bað ferðafólk og
ferðavinnu um umbering fyri at
hava komið Føroyum og vinnuni
út í hesa snópisligu støðuna.
Miðlahúsið ynskir øllum eitt
gott og eydnuberandi nýggjár
Selja atgongumerki
fyri yvirprís
Broytið grindalógina
Sjálv
bjargni
og sam
haldsfesti
Kristina Háfoss
tíðargrein 14
Ør
skapur og
skomm
Heri Mohr
Kjak Síða 15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útselt hevur verið til allar
sýningarnar av Fólk og Dólg
ar í Kardamummubýi, sum
Havnar
Sjónleikarafelag
hevur sett á pall í Sjónleikar
ahúsinum í Havn í vetur. Og
sum vera man, um útselt er,
er oftast onkur, ið ikki hevur
fingið atgongumerki.
Í slíkum førum koma fólk
ofta í ta støðu, at tey eru
sinnaði at rinda eitt sindur
meiri fyri atgongumerki fyri
at tryggja sær eitt, meðan
onkur annar kanska sær
møguleikan at vinna sær eitt
sindur av peningi.
Seinastu
dagarnar
eru atgongumerki sett til
sølu, millum annað á sos
ialu miðlunum, við einum
minsta prísi væl yvir prís
in á upprunaligu atgongu
merkjunum. Líkt er heldur
ikki til, at tað er trupult at
sleppa av við hesi yvirprís
aðu atgongumerkini.
Nú tekur Havnar Sjón
leikarafelag tó til mótmæli.
– Havnar Sjónleikarfelag
vil boða frá, at víðarisøla av
atgongumerkjum fyri yvir
prís, als ikki verður góðtikið.
Hetta er ólógligt, og verður
meldað til løgregluna. Vit
vilja eisini broyta hugburðin,
at "øll gera tað, tískil er tað
ok". Tað er, sum sagt, ólógligt
og sera ófeitt.
Líknandi
avbjóðingar
hava eisini verið í samband
við útseldu dystirnar hjá
føroyska a-landsliðnum og
onkrar útseldar tónleika
festivalar.
Í
slíkum
før
um hevur løgreglan sagt,
at skynast skal á, um ein
persónur hevur keypt fleiri
atgongumerki við tí fyri
eyga at selja tey fyri yvir
prís, og at ein persónur av
eini hvørjari orsøk ikki kann
fara til tiltakið sjálvur, og tí
selur síni atgongumerki. Um
onkur tá er sinnaður at rinda
meiri, so er tað eitt mál mill
um keypara og seljara.
Hóast tað hevur ligið og
savnað dust í nærum eitt ár,
so mintust øll tingfólk brád
liga til tað í evstu løtu í løg
tinginmum gjáranáttina. Tí
ikki færri enn tvey uppskot
komu til at játta pengar til
eina demsætlan.
Tað var í februarmánaði
í ár, at ein arbeiðsbólkur,
mannaður við fakfólki og av
varðandi hjá demenssjúkum,
handaði landstýrisfólkunum
í almanna- og heilsumálum
framferðarætlanina “Gloymsk
– men ikki gloymd”.
Men síðani er ikki nógv
hent. Á jólum fór fólk við
áhuga fyri málinum í blekk
húsið – og tað eydnaðist, tí
gjáranáttina samtykti løg
tingið at játta 250.000 krónur
til ætlanina.
Sigrún Mohr, býráðslimur
í Havn og avvarðandi, er fegin
um, at pengar nú eru játtaðir
til demensætlanina.
– Hetta er at fegnast um,
hóast tað ikki røkkur langt.
Spurningurin er so, hvat
ætlanin er at brúka upp
hæddina til? Hvat fæst fyri
hesar krónurnar? Sambært
demensætlanini skulu 2,75
milliónir krónur til at fáa
demensdepilin at virka: hálv
millión til høli og útgerð og
2,25 milliónir til árligan rakst
ur, sigur hon og heldur fram:
»Nógva kjakið seinastu
dagarnar um hesa ætlan hev
ur vónandi gjørt, at hetta
álitið ikki verður gloymt, men
tikið fram skjótast gjørligt
og arbeitt við. Tað, eg hoyrdi
av kjakinum frá løgtingsins
røðarapalli, gav mær ta fatan,
at fleiri kendu millum lítið
og einki til hesa ætlan. Tað
verður vónandi øðrvísi fram
eftir.
Demensdepilin,
ið
er
hornasteinurin í demensætl
anini, er landsins ábyrgd og
má skipast fyrst, um komm
unurnar skulu kunna liva upp
til sína uppgávu og ábyrgd.
Londini kring okkum gera
nógv burtur úr hesari stóru
avbjóðingini við støði í for
sagnum um framtíðar fólka
samanseting og heilsu. Tíverri
eru vit eftirbátur á hesum øki
num – í løtuni.
Allur bati bøtir – livst, so
spyrst.
Við ynskinum um eitt gott
nýggjár«
Sigrún Mohr
Øll mintust demensálitið