týsdagur 29. desember 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Forkvinnan í fíggjarnevndini segði, at nú er sett av tað sum er brúk fyri
at reka samfelagið í ár, so nú koma ongar eykajáttanir
NÚ ERU PENGAR SETTIR AV
SO ONGIN EYKAJÁTTAN Í ÁR
FÍGGJARLÓGIN
Árni Gregersen
Tað var ein optimistisk for
kvinna í fíggjarnevndini, sum
legði fyri í orðaskiftinum, tá
ið fíggjarlógin var til 2. við
gerðar.
Fíggjarlógin javnvigar við
á leið 4,5 milljardum krónum
og gevur eitt lítið avlop.
Undir
orðaskiftinum,
spurdi Bárður S. Nielsen,
Sambandsflokkurin, um for
kvinnan í fíggjarnevndini
kundi taka undir við øllum
teimum avgjøldum, sum eru
løgd á borgarar og vinnu.
– Ja, tað kann eg. Nú eru
inntøkurnar settar soleiðis,
at tær eru nóg mikið til at
reka samfelagið í 2016. Hesin
mátin at gera tað uppá fer at
sleppa okkum undan eyka
játtanarlógum, segði Ruth
Vang.
Fyrrverandi formaðurin
í fíggjarnevndini og núver
andi næstformaður, Bárður
á Steig Nielsen, Sambands
flokkurin, segði, at hesum
trúði hann ikki.
– Ongin samgonga er
enn sloppin undan at geva
eykajáttan. Fyri tað fyrsta
verður avsetti peningurin
brúktur og fyri tað næsta, so
koma altíð viðurskiftir, sum
gera, at neyðugt er at gera
eykajáttan,
segði
Bárður
Nielsen.
– Fíggjarliga høvdu vit
fingið avlop um samgongan
onki
gjørdi.
Tí
harmast
minnilutin um, at so nógv
avgjøld eru løgd á vinnu
og borgarar og at raksturin
sleppur at vaksa so nógv,
segði Bárður á Steig Nielsen.
Fleiri
andstøðurøðarar
funnust eisini at, at útreiðsl
urnar til raksturin halda
fram at vaksa og at ferðin á
vøkstrinum er økt. Raksturin
hækkar komandi ár við meira
enn trimum prosentum.
Politiskur talsmaður
Pauli Trond Petersen, Tjóð
veldi, brúkti sína talutíð í
stóran muin til at tosa um
politikk og rósa samgonguni.
Fyrst og fremst tí hon
hevur sett sær høg mál og tí
hon hevur megnað at vent
gongdini í samfelagnum.
– Vit hava viljan, styrkina
og treystið at reka okkara
politikk
og
gjøgnumføra
hann, segði Pauli Trond
Petersen.
Hann fanst at, at gamla
samgongan hevði sett eina
skeiva kós og siglt á eitt sker.
Skútan fór at leka, men sam
gongan gav bert manningini
ein fingurbolla at oysa við.
– Hetta gjørdi sjálvandi
ikki mun, men tá ið hendan
samgongan tók við gekk bet
ur. Amboð vóru latin mann
ingini og skútan kom á flot
aftur, segði hann.
Spurdur um hann helt,
at tað er rætt, at raksturin
veksur so ógvusliga, svaraði
hann, at tað ger hann ikki.
– Men tað er avgerandi, at
fíggjarlógin vísir røttu tølini,
legði Pauli Trond Petersen
afturat.
Jacob Vestergaard um
boðar Fólkaflokkin í fíggjar
nevndini. Saman við hinum
andstøðuumboðunum fanst
hann at, at so stór hækking
er í rakstrinum.
– Oyðileggi nú ikki góðu
gongdina, sum er í samfe
lagnum við øllum tykkara
avgjøldum, segði Jacob Vest
ergaard.
Hann legði afturat, at tað
er avgerandi, at okkara út
flutningur veksur í virði og
tí mugu vit virðisøkja okkara
tilfeingið.
– Tað er avbjóðingin, segði
hann.
Sjálvbjargni
Landsstýriskvinnan
við
fíggjarmálum, Kristina Há
foss, nýtti eisini høvi til at
halda eina politiska røðu.
Hon nevndi hvørjar av
bjóðingar vóru tá ið sam
gongan kom til. Fyrst og
fremst, segði hon, er uppgáv
an at sleppa undan hallinum
á fíggjarlógini.
Føroyar hava seinastu
átta árini havt hall á fíggjar
lógini.
Hon segði, at sjálvbjargni
er eitt lyklaorð, sum sam
gongan arbeiðir fram ímóti.
Hon nevndi ein nýggjan
orkupolitikk og at meira
samhaldsfesti skal vera í
samfelagnum.
– 2016 er eitt avgerandi
ár, tí vit skulu í komandi
árinum gera fleiri avgerandi
nýskipanir, so sum fiski
vinnunýskipan,
pensjóns
nýskipan og annað.
Fíggjarlógin er nú enda
liga samtykt við 16 atkvøðum
fyri og 15 ímóti.
Ikki serliga hvast orðaskifti
Árni Gregersen
Hóast nýggja samgongan,
sum nú hevur fingið fyrstu
fíggjarlógina
samtykta,
tosaði nógv umbreiðar semj
ur, so sæst hetta ikki í fíggj
arlógini.
Samgongan koyrdi síni
mál ígjøgnum og feldi felstu
broytingaruppskotini
frá
andstøðuni.
Harumframt
var eitt uppskot um gjald á
svartkjafti, sild og makreli
atkvøtt ígjgønum.
Hendan lógin er tó bert
galdandi til uppskotið, sum
liggur í vinnunevndini, kem
ur aftur í tingið um hálvan
januar.
Orðaskiftið
var
sum
heild ikki serliga hvast, men
hetta skal síggjast í mun
til tað orðaskiftið, sum var
undan jólum, tá orðini vóru
munandi hvassari.
Tingið fór undir 2. við
gerð av fíggajrlógini fyrra
partin
mánadagin,
men
tað var komið væl út á týs
náttina áðrenn fíggjarlógin
var saamtykt og atkvøðu
greiðsla hevði verið um
broytingaruppskotini – bæði
frá samgongu og anddstøðu.
Av teimum uppskotum,
sum vóru samtylkt undir
viðgerðini av fíggjarlógini,
var eitt nýtt uppskot um at
áleggja
uppsjóvarvinnuni
kilogjald á makrel, norðhavs
sild og svartkjaft.
Men fíggjarlógin fyri 2016
er nú endaliga samtykt og
honjavnvigar við á leið fýra
og einari hálvari milljard
krónum.
Langur talaralisti
Listin at sleppa framat at
røða um fíggjarlógina, var
rímuliga langur, men tað
vísti seg, at tá ið tað nærk
aðist nátturðatíð mánadagin,
tá høvdu øll, sum ynsktu tað,
havt orðið.
Frammanundan
visti
tingfólk – og ikki minst for
mansskapurin – at tað fór
at taka umleið tveir tímar at
atkvøða um fíggjarlógina.
Hetta tí, at vanliga verður
atkvøtt konto fyri konto.
Eitt annað, sum seinkaði
arbeiðnum nakað var, at í
fyrsta álitinum til fíggjar
lógina vóru fleiri skrivifeilir.
Harumframt gjørdu allar
broytingarnar, at umsitingin
í Løgtinginum skuldi brúka
tíð til at gera rættingar
og fáa alt at passa saman,
áðrenn farast kundi undir
atkvøðugreiðslurnar.
Hóast orðaskifti gjøgnum
dagin vísti, at øll samgongan
ikki var samd um alt, so
megnaði hon kortini at
halda saman, tá ið atkvøðast
skuldi.
Tískil fekk samgongan
øll síni mál ígjøgnum – og
uppskotini hjá andstøðuni
fullu.
Tá ið atkvøtt var, so var
so var bert ein atkvøða á
muni millum samgongu og
andstøðu.
Seinasti tingfundurin var
týsmorgunin klokkan 1.30.
Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini