Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 2 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Nú fara vit at siga 2015 farvæl. Líta vit aftur á seinastu 12 mánaðirnar, kunnu vit staðfesta, at tað hendir nógv eftir einum ári – bæði í tí persónliga og í tí meira almenna. 2015 er einki undantak í so máta. Vit vita best hvør í okkara lagi, hvussu tað privata 2015 hevur verið, men í samfelagnum er nógv hent hetta árið. Politiska landslagið er broytt munandi í ár. Løg­ tings­valið í september hevði við sær eitt skifti í landsins leiðslu. Borgarligu flokkarnir, sum høvdu rátt fyri borgum, fingu ein lúsing frá veljar­unum, og tey, sum hava sitið í andstøðu, fingið óføra gott úrslit. Tí var upplagt, at eitt reint skifti var gjørt í landsins leiðslu, hóast tað kanska ikki er so vanligt, at andstøðuflokkarnir finna saman í samgongu eftir eitt val. Men soleiðis var tað hesa­ferð. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Fram­ sókn kastaðu saman og lovaðu týðandi broytingar í politikkinum. Sjálvsstýrisflokkurin, sum bæði hevði verið í samgongu og andstøðu, var sitandi í andstøðu. Higartil hevur stevið í nýggju samgonguni ikki verið tað besta, og politiska ar­ beiðið hevur ikki verið so sannførandi, sum lagt var upp til. Men enn eru bert góðir hundrað dagar farnir av skeiðnum hjá samgonguni, og enn kann nógv náast og broytast. Aftur í summar var stríðið um grindadrápið ovast á breddanum í fleiri mánaðir. Atgerðirnar hjá Sea Shepherd felagsskapinum vóru í ár harðari, enn tær áður hava verið, og fleiri ferðir kom til saman­brestir millum aktivistar og myndugleikar. Hetta setti dám á føroyska samfelagið í longri tíð, og eisini í útheiminum kom grindadrápið upp at venda. Ikki minst var serliga fráboðanarskyldan eitt heitt kjakevni, og sagt verður, at hendan nýggja ásetingin í grindalógini er orsøk til, at ferða­fólka­talið til Føroya fer at minka næsta ár. Enn er ein almenn fráboðan ikki komin frá Paul Watson og hansara fólki, men vit kunnu rokna við, at Sea Shepherd fer at taka stríðið uppaftur næsta summar. Í hesum nýggjársblaði fara vit á ferð ígjøgnum farna árið. Hetta er ikki ein altumfatandi uppgerð av øllum tí stóra og smáa, sum hendi í 2015, men heldur ein kavalkada av tí, sum Sosialurin sum blað hevði at bjóða sínum lesarum. Vit taka fram onkrar markantar greinar frá 2015, og taka ymsar smærri og størri hendingar frá árinum við. Eisini rógva vit aftur á ymiskar útsagnir frá fólki. Vónandi gevur hetta eitt inntrykk av einum sera fjøl­broyttum blaði, sum kemur út tríggjar ferðir um vikuna. Við hesum Nýggjársblaði vil Sosialurin ynskja øllum sínum lesarum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Vit síggjast í 2016! 2015 er einki stað at vera FARVÆL 2015 Gott nýggjár! við Høgna Djurhuus H vat lærdi árið 2015 okk­ um, sum vit ikki longu vistu alt ov væl? Einki, rætt og slætt einki. Tí var eisini hetta árið til fánýtis í so máta. Einki nýtt er undir regninum og í lágættunum. Hvirlurnar kasta okkum einki forkunnugt í høvdið, so vit rakna við. Einasta, sum visjón og veruleiki hava felags, er v og i. Men tað er heldur ikki einki, tó mill­ um lítið og einki. Og pengar eru framvegis loysnin allastaðni. Hjá øllum teimum illa sperdu, sum fátæk í øllum aldri nú eita politiskt korrekt. Hjá teimum, sum eru gyrd í brøkur í trongum skóm, tí landið vil ikki geva teimum nýggj­ar størri. Hvat skal landið gera fyri meg? Geva mær pengar, sjálvandi. Vit vistu eisini, at tey, sum rópa í andstøðu, klára líka væl tigandi róð­ur í samgongu, sama um flokk­ ur­in er í stavraðnum ella ikki er har. Vit vistu eisini, at samfelagið skal vera barnagenta og heimahjálp hjá øllum frá fyrsta degi í vøgguni til annar fóturin er í grøvini og síð­ ani báðir. Sjálvur visti eg, at uttan pengar ber væl til at gera góðar filmar. Og tey, sum ikki vita tað, ella ikki vilja viðganga tað, søgdu ann­ ars, at ein nonbudget filmur er tann besti í 2015. Men pengakórið syngur víðari. Niðurlagið er: uttan skatta­ krónur eingin góður filmur, í moll sjálvandi. Vit vistu eisini, at fólk skoyta ikki um frælsi. Tey krevja at sleppa at gifta seg. Vit vistu eisini, at nógv vilja hava fremmand fólk higar at leiða okkum uttan um tað frælsi, vit hava, bara tey ikki eru danskarar. Vit vistu, at fólk tvíhalda um fólkaræðið, hóast tey ongum ráða, men mótmæla teimum, sum tey sjálvi hava valt at ráða og savna undirskriftir oman á undirskriftir ímóti. Føroyingar læra seg at skriva fyri at kunna skriva undir mótmæli. Fólkaræði er ræðandi ræði. Tá vit vakna nýggjársdag, blaka vit fimmtalið í kólnandi bálið og fáa seks í staðin fyri, tjúgusekstan, jubileumsár hjá nøkrum. Jólatrøllini eru liðug at ballast og røkja nú timburtrøllini, javna fyri ólavsøku, so tey eru klár aftur næstu jól, tá nýskipanir og alt annað enn eina ferð skulu koma fyrsta dagin, og hann er altíð eftir nýggjár. Vit vistu, at tjóðfuglurin kom at venda. Men tjóðdrotningin bleiv for­nermað og kom ikki. Fólksins ogn verður ikki fólksins ogn fyrr enn í fyrsta lagi í 2018 og í seinasta lagi ongantíð. Fólkið eigur hvønn stert. Hvønn stert, ja, reið­ ar­arnir eiga alt hitt. Teir hava ikki brúk fyri stertinum. Men reiðarar eru eisini fólk. Og so mitt í allari neyð­ini í semi­ teokratiska fólkaræð­inum eru fólk, sum sýna samfelagssamhaldsfesti. Sum taka samfelagið, felags penga­ kassarnar, fram um egnu neyð og armóð. Sum ikki vilja hava fleiri pengar enn tey longu fáa. Sum siga nei takk, tá landsstýrið loksins hevur lurtað og bjóðar teimum fleiri pengar, teimum, sum eingin sjálv­boðin felagsskapur gevur pengar. Tey sjálvbodnu hugsa bara um børnini. Tey eru jú framtíðin og skulu helst vera har, tá framtíðin kemur av sær sjálvari. Tey gomlu eru ikki so frægt sum nútíð, tey eru bara fortíð. Men tey sýna samfelagsábyrgd. Tey vilja ikki hava nakrar hundrað krónur afturat um mánaðin, hóast tey einki eiga. Og hagtøl, sum siga okk­urt heilt annað, eru lygn og propa­ganda. Við slíkum fólkum, sum siga nei takk, tey fyrstu í Føroya søgu, blokkurin undantikin, fúka vit hóast alt hugagóð inn í nýggja árið. Sum heldur einki fer at læra okk­ um. Heldur ikki eitt verandi stað, 2016, og so er 2016, hon hjálpi mær, ein dag, ein mánadag, longri enn 2015. So øll bygging verður ein dag minni seinkað. UMAFTURAFTURUM