Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 4 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Løgmaður vildi hýsa flóttafamiljum Fyrsta veruliga kjakið í nýggjárinum kom, tá ið løgmaður setti orð á eitt mál, sum ikki hevur verið frammi í fleiri ár. Løg­ maður segði, at Føroyar nú eiga at gera seg til reiðar at taka ímóti millum 20 og 60 flóttafamiljum. Hann vísti á, at ongantíð áður hevur streymurin av flótta­fólki móti vesturheiminum verið so stórur sum nú, og tí eiga Føroyar eisini at geva pláss fyri nøkrum familjum. Satira kann nakað serligt Satiruteknarin Óli P. heldur, at satira kann nakað, sum vanligur journalistikkur ikki kann. Hon hevur fríari ræsur og kann kóka ein truplan spurning niður í eina mynd.– Satiran kann so óluksáliga nógv, sum vanligur journalistikkur ikki kann. Satira er skjót, slær teg beint í heysin, og fangar teg bein an vegin. Tað er stutt og beinrakið, og hevur helst okkurt gullkorn í, sum fólk kunnu taka við sær, sigur Óli P. Januar: Rasmus Olsen býr á Lützenstrøð í Havn. Tað vil tað siga tað sama sum, at hann búði har inntil eldur kom í húsini um 23 tíðina fríggjakvøldið 2. januar. Eldlogarnir stóðu himmal­ høgt, og fleiri brandbilar vóru á stað­num. Illa reyk frá húsunum, og tað luktaði brent um stóran part av miðbýnum. Tað eydnaðist tó sløkkiliðnum at køva eldin, og klokkan 23.40 vóru ongir logar at síggja longur. Rasmus Olsen greiðir frá, at hann kom frá arbeiði 1. januar og fór at gera sær døgurða. Hann setti seg síðani í stovuna at hyggja at Degi og Viku sum vant. Hann sigur, at hann síðani ringdi til son sín og boðaði frá, at hann ætlaði sær tíðliga í song, áðrenn hann sløkti alt niðri­undir, sum hann altíð ger. Hann tekur síðani iPaddin við sær í song og byrjar at hyggja at send­ing­ini hjá Kringvarpinum um Sigur­fara. Meðan hann hyggur at sendingini, sovnar Rasmus og vaknar aftur, tá roykvarnarin fer í gongd. Hann hvøkkur við og leypur niður­undir, sigur hann. Hann sær glamurnar av eldinum, sum speglast í hurðini, men sær ongan eld. Húsið er alt fylt við royki, og tað er so ræðuliga heitt, sigur hann. So minn­ist hann ikki meir, inntil hann vaknar við aftur í sjúkrabilinum. Hann sigur, at grannarnir hava ringt eftir hjálp, og at hann varð funn­in á trappuni uttanfyri í undir­ klæðum og sokkum. Hann hevði ikki klæði uppá kropp og onki annað við sær út. – Eg eigi onki í dag, alt sum var í húsunum er farið í eldinum, sigur hann. Slapp væl Hundurin hjá Rasmusi hevði heldur ikki goyð, og Rasmus heldur hetta vera av tí, at hann hevur hoyrt so nógv fýverk seinastu dagar­nar og hevur ligið bangin undir songini. Har lá hann eisini, tá eldurin kom í húsini, og Rasmus misti hundin. – Set heldur ein roykvarnara ov nógv upp, enn ein ov lítið, sigur hann. Rasmus sigur, at bæði myndu­ leik­ar og fólk hava verið ótrúliga hjálp­som síðani hendingina. Hann hevði ikki verið á netinum, tí hann visti, at har lógu nógvar myndir av brendu húsunum, heldur ikki hevði hann verið á sosialu miðlunum. Hóast hetta hevur Rasmus kent ein ótrúligan næstrakærleika og sigur, at hóast hann ikki hevði klæði upp á kropp, tá hann kom á Lands­ sjúkra­húsið, so hevði hann meir enn so, tá hann fór út aftur. Rasmus hevur fingið bjóðað sálar­hjálp og hevur fingið nýggja fyri­bils íbúð frá Trygd. Hann er ómeta­liga glaður fyri professionella – Eg eigi onki í dag. Alt, sum var í húsunum, er farið í eldinum, sigur Rasmus Olsen. Hús hansara á Lützenstrøð í Havn brunnu í grund, men roykvarnarar bjargaðu Rasmusi Roykvarnari bjargaði Rasmus JAN Føroysk dragqueen Robin Ova Tolfsen, sum er úr Føroyum, men er búsitandi í Danmark, ger vart við seg í donsku Talent-kappingini hjá DR. Hann og aðrir menn framføra sum sonevndar drag queens, og Robin kallar seg Dennis Agerblad. – Eg vildi hava eitt mannfólkanavn, og hetta er mín útgava av, hvussu ein maður eisini kann síggja út, sigur hann. Flog­skiparar ávara ímóti lasara Flogskiparafelag Føroya heitir nú á øll, ið peika við lasaraljós ímóti flogførum, um at vísa meira ans og gevast við slíkum. – Hóast flogfarið ikki fær skaða av tí, so órógvar ljósið, um tað kemur í stýrihúsið. Og fáa flogskiparnir ljósið í eyguni er møgu­leiki fyri, at teir missa sjónina í eina løtu. Hetta sigur Johan Vágadal, flog­skipari og formaður í Flog­skipara­ felag Føroya, sum eisini heitir á foreldur at børn­um við lasarapenni, um at fortelja teimum um vandan. Miðvingur Milano- modell Fyri fáum mánaðum síðani var Egor Antonov Venned ein púra vanligur 16 ára gamal miðvingur við ætlanum um skipara­skúla, men alt í einum vóru boð eftir honum úr Milano, har hann vísti klæði fram fyri merki sum Versace og Calvin Klein. – Eg havi fingið nógv rós í Milano. Eg havi serliga fingið rós fyri mítt gongulag, sigur Egor. – Tá ið sambandið við tøknina ger, at børnini missa sínar vinir og hugin at spæla ella at sita og tosa saman, so eiga vit øll at steðga á og gera okkurt. Maud Wang Hansen forkvinna í Pedagogfelagnum, um børn og nýggju tøknina – Eitt gott boð er at yvir 30% av trupulleikunum, vit fara til læknan við, eru knýtt at svøvni, antin beinleiðis ella óbeinleiðis. Alíkavæl er svøvnur í sær sjálvum sjáldan miðdepil, tá vit tosa heilsu. Suni Poulsen sálarfrøðingur í Tíðargrein um svøvntrot 2015