Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 6 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Føroyskur makrelur á dós í Týsklandi Samtakið Christian í Grótinum hevur keypt góðskingarvirki í Týsklandi, sum skal gera tað møguligt hjá samtakinum at víðarivirka eitt nú makrel til ES marknaðin uttan tollásetingar. Fyritøkan Larsen Seafood hevur seinnu árini havt hall á rakstrinum, og fyri jól fór felagið í gjaldssteðg. Tað gjørdist Christian í Grótinum, sum keypti Larsen Seafood. Eg var tann rætti 45 ára gamli Vagn Foldbo er settur sum stjóri fyri samanlagda fólkaskúlanum í Klaksvík. Skúlin á Ziskatrøð og Skúlin við Ósánna eru lagdir saman í ein skúla. – Tann størsta avbjóðingin fyri framman er at samansjóða tær ymisku mentanirnar á teimum báðum skúlunum til eina felags mentan. Tað tekur tíð og skal gerast við størsta varsemi. Og tí visti eg, at eg var tann rætti, sigur Vagn Foldbo. Februar: Skipanin kann og verður misbrúkt, siga tvey fyrrverandi starvsfólk hjá ávikavist Føroya Tele og Vodafone Hóast flestu okkara helst halda, at tá vit hava slettað eini sms-boð ella telefonlistan á okkara telefon, ja, so eru upplýsingarnar so at siga burturi. Men soleiðis er tað kort­ini ikki. Telefyritøkurnar hava sjálv­ sagt atgongd til okkara upplýsing­ ar. Men upplýsingarnar eru eftir øll­um at døma ikki serstakliga væl vardar, tí so at siga øll starvsfólk hjá tele­fyritøkunum kunnu lætt og ómaka­leyst kanna, júst hvønn tú hevur tosað og smsað við. Sosialurin hevur tosað við tvey fyrrverandi starvsfólk hjá ávika­ vist Føroya Tele og Vodafone, sum vátta, at skipanin kann og verður misnýtt. – Eg kann leita eftir navni ella telefonnummari og síggja allar upplýsingar á telefonini. Eg síggi, hvønn tú hevur tosað við, og hvussu leingi samrøðan hevur verið. Og eg síggi, hvønn tú hevur sent og mót­tikið smsboð frá, greiða tey bæði frá. Løtt atgongd Starvsfólkini hava hvør sítt login, og tað merkir, at tað, tey gera til ar­ beiðis, verður goymt í skipanini hjá telefyritøkunum. – Men vit kunnu altíð siga, at eigarin av telefonini hevur biðið okkum kannað, hvør hevur ringt ella sent smsboð, sigur fyrrverandi starvsfólki hjá Føroya Tele. Tað er ikki bara í høvuðssætinum hjá Vodafone og Føroya Tele, at starvs­fólkini hava lætta atgongd til okk­ara upplýsingar. Eisini í smáu handl­unum kring landið kann hvørt starvsfólk sær kanna allan trafikk á tínari telefon. – Eg havi til dømis hugt eftir, hvussu ein genta, eg kenni, hevur uppført seg, og hvønn hon hevur tosað við, greiðir fyrrverandi starvs­fólkið hjá Vodafone frá. Persónarnir, sum Sosialurin hevur tosað við, vilja vera dul­ nevndir, men Sosialurin kennir samleika teirra. Viðurkenna trupulleika Bæði stjórin á Vodafone og stjórin í Føroya Tele viðurkenna, at tele- upp­lýsingar kunnu misnýtast. Gudny Langgard, sum er stjóri í Vodafone, sigur, at tey hava upp­ livað, at upplýsingar eru misnýttar, og tað hevur fingið fylgjur fyri eitt starvsfólk. Hon heldur, at júst tað prógvar, at tey hava nøktandi eftir­ lit. – Men tað ber ikki til at halda neyvt eftirlit við tí, sum starvs­ – Hevur tú illgruna um, at daman gongur ótrúgv, kanst tú púra ómakaleyst sláa upp, hvønn hon hevur samskift við Lætt at misnýta privatar upp­lýsingar FEB Longri millum kava­vetrar Nógvur kavi hevur verið fyrstu vikurnar í ár, men Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari, sigur, at tað er longri ímillum kavavetrarnar. – Vit høvdu vetrar við nógvum kava fram til umleið 1987, og síðani byrjaði kavin at minka. Tveir kavavetrar kunnu verða á rað, og so kunnu eisini verða fleiri ár ímillum. Men vit kunnu staðfesta, at tað er longri millum kavavetrarnar, enn tað hevur verið, hóast veðrið hevur altíð verið broytandi, sigur Hanus Kjølbro Lættari at framleiða vánalig tíðindi At tað onkursvegna er vorðið lættari at framleiða tíðindi, hevur somuleiðis gjørt tað lættari at framleiða vánalig tíðindi, heldur Birgir Kruse, PD í samskifti. – Tað verður ein ómetaliga stór gjógv millum dreymin um eina stóra avís og talgilda floymin av smátíðindum, ið gerst partur av okkara gerandisdegi. Á netinum eru vit sostatt komin ov langt frá kvalitetsteksti, sum eigur at vera grundsubstansurin í tíðindaflutningi, sigur Birgir Kruse. Strongd kostar mannalív Starvsmannafelagið hevur sett sjóneykuna á strongd, og á fundi í Miðlahúsinum verður ført fram, at strongd kostar 14 mannalív um árið í Føroyum. Samstundis kostar strongd føroyska samfelagnum 140 milliónir krónur um árið – her er talan um sjúkra­ dagar, sjúkralega og deyðsføll. – Sostatt er strongd ein sera álvarsligur trupulleiki, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. – Alkohol hevur ávirkan á heilans virki, men hjá nógvum er tað við máta og ikki til nakran stóran skaða. Onnur vísa seg als ikki at tola alkohol og kunnu í rúsi ótilvitað koma at gera um seg í ólukkumát. Eyðun Joensen sálarfrøðingur, um tilvildarligan harðskap framdur í rúsi – Jógvan er so tryggur og hevur eitt so listarligt sterkt úttrykk, at vit mugu ansa væl eftir honum í hesari kappingini. Eg skal seta meg inn í hansara univers og hansara tónleik fyri at finna fram til tað, sum er best fyri hann. Lina Rafn X Factor dómari, um føroyska sangaran Jógvan Joensen 2015