Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 8 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Snýtti fyri hálvaaðru millión Ein bankamaður var í Føroya rætti dømdur tvey ára fongsulsrevsing, har av 21 mánaðir vóru treytaðir, fyri at hava svikað hálvaaðru millión frá Eik banka við gjald­oyra- og virðisbrævahandli. Í trý ár brúkti banka­maðurin pengarnar hjá øðrum til at keypa og selja gjald­oyra- og virðisbrøv og flutti vinningin inn á sína egnu kontu. Sleppa ikki av við IS – Tað verður trupult at oyða IS, og fyrr ella seinni verða vit tíverri noydd at fyrihalda okkum til hendan nýggja og ræðuliga statin, sigur Heini í Skorini, Ph.D.lesandi. IS er eftir­hondini ein funktionellur statur. Ein nógv betri skipaður felags­skapur, nógv ríkari og nógv greiðari í sínum máli, enn Al Qaeda var. – Og at hann er nógvar ferðir verri at berjast ímóti, enn til dømis Al Qaeda, sigur Heini í Skorini. Mars: Bólkurin AVE, ið er mannaður við Benjamin Petersen og Petur Pólsson, var ein av stóru sigurs­ harrunum á FMA leygar­kvøldið. Millum annað vann AVE virðis­ lønina ársins bólkur/ einstaklingur inn popp/rokk og eisini heiðurin sum ársins nýggi bólkur. Men tað var bara Benjamin Petersen, ið kom upp at taka ímóti heiðurinum, tí hin limurin í bólkinum, Petur Pólsson, var, sum Benjamin málbar seg, »staddur á Ríkissjúkrahúsinum við heysinum skítfullum av blóði«. Hetta kom óvart á nógv fólk, at støðan hjá Peturi var so, men sjálvur sigur høvuðspersónurin, at støðan er batnað nógv seinastu vikurnar, og at hann gleðir seg til at fara í gongd við at skapa meiri tón­leika saman við Benjamin í bólkinum AVE. Drepandi høvuðpína – Nú havi eg tað faktisk ordiliga gott. Eg eri í góðum hondum her á Ríkis­sjúkrahúsinum. Tað, sum hendi, var, at eg fekk eina bløðing á heil­anum, ella uttan á heilahinduni, so tað er ikki ein vanlig heila­bløð­ ing. Tað hendi knappliga, og ein skann­ing hósdagin skal vísa, hvør orsøkin er. Men eg havi havt fleiri infektiónir, sum kunnu vera orsøkin, greiðir Petur Pólsson frá í telefonini av Ríkissjúkrahúsinum. Hann sigur, at tað heila byrjaði við, at hann hevði eina ræðuliga, drep­ andi høvuðpínu, sum hann ongan­ tíð áður hevði upp­livað. – Tað hevði eg havt í eina viku ella so, og eg fekk als ikki verið til. Eg endaði so í Havn til kanningar, og tá ið eg hevði verið í skannaranum á Landssjúkrahúsinum, staðfestu teir bløðingina, og eg bleiv sendur niður beinanvegin, sigur hann. Setir tankar í gongd At koma út fyri slíkum, sum Petur Pólsson júst hevur upplivað, setur síni spor, og sjálvur sigur hann, at lívið verður sett í perspektiv av eini slíkari uppliving. – At koma út fyri hesum, sum er nú fari ígjøgnum, setir veruliga tankar í gongd. Eg eigi eina dóttur, familju og arbeiði, sum eg eri góður við. Ein slíkur umgangur ger, at man finnur út av, at man ikki er ósár­iligur og ævigur, og man sær eitt sindur øðrvísi upp á lívsins viður­skifti, sigur hann. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann verður noyddur at raðfesta eitt sindur øðrvísi í lívinum fram­ yvir. – Eg kann bara ásanna, at eg má skrúva niður. Eg kann ikki hava gongd í so nógvum ymiskum, sum eg til dømis hevði í fjør, tí tað er orkan ikki til, sigur hann. Rørdur av umsorgan Síðani Petur gjørdist sjúkur hava ómetaliga nógv fólk sent honum heilsanir og góð ynskir, og hann er sjálvur púra ovfarin av allari um­ sorganini. – Eg havi verið ófatiliga rørdur av tí nógvu uppmerksomheit, ið eg havi fingið serliga á Facebook. Tað hava verið nógvar heilsanir, og eg veit um bønarbólkar, sum – At koma út fyri hesum, sum eg nú fari ígjøgnum, setir veruliga tankar í gongd, sigur Petur Pólsson, sum fekk bløðing á heilan og endaði á Ríkissjúkrahúsinum Lívið verður endavent MAR Heldur flak enn høvd Tað hevur verið funnist at fiskiskipum fyri, at tey ikki taka høvdini av eitt nú toski við til lands og gagnnýta tað, men sambært skiparanum á Ennibergi er tað ikki so einfalt at taka høvd og slógv heim við av fjarleiðum. – Vit kunnu ikki taka toskarhøvd í lastina fyri einar 350.000 krónur, tá hesi brúka pláss fyri einar 10 miljónir krónur í flaki, sigur Sonny Johannesen. 750 milliónir resta í Føroyski búskapurin er ikki haldførur og skal tillagast við fimm prosentum av BTÚ, sum í 2015 svarar til 750 milliónir krónur. Hetta er niðurstøðan í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum hevur greinað haldførið í búskap­ inum. – Talan er um, at útreiðslur­nar vaksa frá inntøkunum. Demografisku broytingarnar trýsta útreiðslurnar sum prosent av BTÚ uppeftir, og inntøkurnar sum prosent av BTÚ kunnu ikki halda tørn, skrivar Búskaparráðið í frágreiðing síni. Gjald fyri veiðina Landið eigur at fáa gjald fyri veiði­ rættindi. Tað heldur ein meiriluti av Føroya fólki sambært kanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin. Heili 73,7 prosent av teimum spurdu søgdu, at tað almenna eigur at fáa gjald fyri veiði­ rættindi, ið verða latin fiskivinnuni. 61,5 pro­sent halda, at hetta skal gerast við upp­boðs­sølu. – Hóast javnstøðulógin ásetur, at javnstøða skal vera í almennum nevndum og ráðum, vísti seinasta uppgerðin, at enn er langt á mál har eisini. So hóast vit hava havt javnstøðulógina í góð 20 ár, lekur millum teori og praksis. Katrin Kallsberg forkvinna í Javnstøðunevndini – Okkum tørvar eina uppgerð við róp og skrál fávitskuna, sum tekur hugin frá skilafólki at halda seg framat politiska kjakinum, og sum harvið hevur eina niðurbrótandi ávirkan á fólkaræðið. Rógvi Olavson sosiologur, um kjakið á internetmiðlum 2015