Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 20 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Annika og Sonja ganga leysar Løgtingsvalið var ikki meira enn farið aftur um, so var ófriður í tveimum flokkum. Annika Olsen takk fyri seg í Fólkaflokkinum, tí hon var misnøgd við sínar umstøður har, og ný­valda Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðar­flokkinum, tí samgonguskjalið ikki nóg greitt tók støðu til málið um skrásett parlag. Andstøðan vann valið Andstøðuflokkarnir vunnu løgtingsvalið, meðan samgonguflokkarnir mistu burtur av sínari undirtøku. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 8 umboðum í løtinginum, og Tjóðveldi fekk 7. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin mistu fólk og fingu báðir 6 umboð vald. September: Seinastu vikurnar hava vit hoyrt nógv um happing í fólkaskúlanum. Um munnlig álop á politikarar og um tað almenna trýstið, sum verð­ ur lagt á tey, sum halda ella gera okkurt óvæntað ella óvanligt. Ein, sum kennir til persónliga kostnaðin av at stilla seg fram og hava eina hvassa meining, er 31 ára gamli Rani Skaalum úr Havn. Í 2011 stillaði hann fyrstu ferð upp fyri Miðflokkin, og síðani gjørdi hann tað sama til løgtingsvalið 1. sep­ temb­er í ár. Ikki óvæntað, er Rani av tí áskoðan, at hjúnaband er mill­um mann og kvinnu, og hann er ein teirra, sum alment hevur ført fram, at hann ikki ynskir at broyta hjúnabandslógina. Men tann áskoðanin hevur ikki verið kostnaðar­leys. – Persónligi kostnaðurin fyri at stilla seg fram og siga sína mein­ ing er høgur í Føroyum. Eg spyrji onkun­tíð meg sjálvan – hvar er tol­ semi mótvegis teimum við øðrum meiningum, sigur Rani Skaalum. Hóttanir eftir livibreyðnum Rani starvast sum lærari í ein­um fólkaskúla í Tórshavnar Komm­ unu. Hann undirvísir eitt nú í sam­felagsfrøði og kristni, og hann hevur merkt ágang frá foreldrum, sum halda tað vera best, um skúla­ leiðslan setur Rana »uppá pláss«, sum tikið verður til. Klagur eru inn­ komnar um Rana sum lærara, og orsøkin er, at hann hevur úttalað seg um hjúnabandslógina. – Eg havi alment ført fram, at eg ikki haldi hjúnabandslógin skal broytast. Og summi foreldur hava kravt meg frá og ymiskt annað, tí tey halda tað er ósømiligt, at eg havi júst hasa almennu hugsanina, sigur Rani. Fyri Rana er tað ótespiligt og til tíðir krevjandi sálarliga, at ágang­ urin er stórur móti honum, hansara starvi og hansara familju. – Kona mín hevur óteljandi ferðir lagt oyra til, hvussu langt úti eg eri. Hvussu óintellegent vit mugu vera. Álopini blíva fleiri og fleiri, og eg stúri fyri, at børnini eis­ ini skulu leggja oyra til slíkt fram­ yvir, sigur Rani. Hann hevur eisini upplivað, at hans­ara hugsan um borgarliga vígslu millum tvey av sama kyni, hevur elvt til harðskap. – Ein maður østi seg so nógv, at hann byrjaði at blíva harðligur. Eg slapp mær tó til rýmingar, áðrenn nakað álvarsamt hendi, sigur Rani. Maðurin gjørdist illur, tí Rani hevði tá júst skrivað eitt lesarabræv, har – Fólk royna at fáa meg frá sum lærara. Mín familja er munnliga álopin fleiri ferðir. Eg mundi sjálvur blivið sligin niður. Alt orsaka av, at eg eri kristin og havi stillað upp fyri Miðflokkin, sigur Rani Skaalum, sum spyr hvar toleransan móti teimum trúgvandi er blivin av Tað kostar at siga sína meining SEP Sjálvandi flóttar til Føroya Leiðarin í føroysku deildini hjá Amnesty International, Katrin á Neystabø, er ivaleys í, at Føroyar eiga eisini at taka ímóti flóttarfólki umframt at hjálpa neyð­støddum fólki í nærumhvørvinum. – Hetta er ikki ein løtt uppgáva, og tað eru nógv atlit at taka, so eg fari at biðja tykkum um at halda hjørtuni heit og høvdið kalt, sigur Katrin á Neystabø. Aksel løgmaður Toppskorarin á løgtingsvalinum, Aksel V. Johannesen, verður valdur til løgmann, tá ið nýggja samgongan við Tjóðveldi Javnaðarflokkinum og Framsókn hevur skipað seg. Páll á Reynatúgvu verður valdur til løgtingsformann. Stendur á at fáa fólk Arbeiðsloysið í Føroyum liggur um trý prosent, og tað leggur stundum trýst á arbeiðsmarknaðin. Búskaparfrøðin roknar vanliga við, at tá ið arbeiðsloysið er undir fimm prosent, so verður tað mett, sum um onki arbeiðsloysi er. – Í løtuni er tað soleiðis, at hjá summum vinnum stendur veruliga á at fáa fólk, tí tey fólkini, sum tørvur er á, eru ikki at finna millum tey arbeiðsleysu, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. – Nógv hava eina meining um politikk, men tað krevst meiri enn tað fyri at verða ein góður politikari. Bjarni Djurholm sum gevst í politikki – Tað skulu takast tung tøk. Bæði inntøkur og útreiðslur skulu broytast, og vit skulu eisini vita, um sumt ikki kann gerast øðrvísi og smidligari. Kristina Háfoss Tjóðveldi, um nýggja búskaparpolitikkin 2015