mánadagur 4. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Regin Eikhólm
Kjak síða 14
Mál
ráðið pur
istiskt
klikustýrt
Helgi Abrahamsen
Kjak síða 14
Av
gerðir sum
eingin
skilir
Tað er vanligt, at politisku friður
valdar fyrstu dagarnar í januar
mánaði. Fíggjarlógin – og alt tað,
sum har í hongur, er fingið frá
hondini, og tá er kærkomið við ein
um andarhaldi hjá politikarum.
Seinni í mánaðinum byrjar tó
politiska arbeiðið í løgtinginum aft
ur. Eitt tað fyrsta málið á skránni er
hjúnabandslógin, sum man fara at
skapa fleiri yvirskriftir í miðlunum
næstu vikurnar.
Eftir valið hendi tað fyri fyrstu
ferð, at andstøða og samgonga
skiftu um – soleiðis at skilja, at and
støðan gjørdist samgonga, og sam
gongan gjørdist andstøða.
Men tað merkisverda hendi
eisini, at tvey tingfólk beint eftir
valið fóru úr sínum flokki og eru
nú uttanflokkatingfólk, Annika
Olsen, sum fór úr Fólkaflokkinum,
og Sonja Jógvansdóttir, sum fór úr
Javnaðarflokkinum.
Gitt hevur verið, hvar tær báðar
munnu fara at leita sær. Greitt er,
at tað er ein vónleys uppgáva hjá
tingfólki at verða vald uttanflokka.
Uttan ein politiskan lista er at kalla
vónleyst at verða vald á ting. Bara
tvær ferðir er tað hent: Tá A. C. Ev
ensen varð valdur uttanflokka í
Sandoyar valdømi í 1916, og tá Kjart
an Mohr varð valdur uttanflokka í
Suðurstreymoyar valdømi í 1954.
Tí er hugsandi, at tað báðar fara
at leita sær aftur í onkran flokk.
Annika Olsen segði í samrøðu
við sjónvarpið nýggjársaftan, at
hon framvegis er borgarlig og at
hon framvegis er fullveldissinnað.
Harvið avmarkar hon seg til
tveir flokkar, Fólkaflokkin og
Framsókn.
Tað kann ikki útilokast, at hon
fer aftur í Fólkaflokkin, tí í pol
itikki ber alt til. Men tað er ikki
serliga sannlíkt, tí flokkurin er
einki broyttur, síðani hon kendi
seg noydda at fara eftir valið. Við
nýggju manningini er flokkurin
meira konservativur enn nakrantíð.
Og Jørgen Niclasen má metast
sum tann mest progressivi og mest
upplagda formansevni.
Tí er mest sannlíkt, at Annika
Olsen fer at leita sær aftur í Fram
sókn, har hon var limur í 96 tímar í
septembermánaði.
Hjá Sonju Jógvansdóttir man lít
ið annað verða at velja í, enn at leita
sær aftur í Javnaðarflokkin. Tað
krevur bera, at hjúnabandslógin
verður samtykt, og at tað misljóðið,
sum fekk hana at rýma – uttan at
hon vildi greiða nærri frá veruligu
orsøkini – verður gloymt.
Tí er sannlíkt, at bæði Annika
Olsen og Sonja Jógvansdóttir verða
partur av samgonguni í hesari ting
setuni.
leita sær aftur í flokkar
Tann 1. apríl leggur Birgit
Arge frá sær sum skúlastjóri
í Hoyvíkar skúla – og tí skal
hesin stóri skúlin í høvuðs
staðnum hava nýggja leiðslu.
Birgit Arge sigur við in.fo,
at hon hevur aldur at halda
fram í starvinum, men hevur
hug at royna okkurt nýtt nú.
Lærararnir og Mentamál
aráðið vórðu kunnaði um av
gerðina fyri jól.
Birgit Arge, sum verður
64 ár í februar, hevur verið
skúlastjóri í Hoyvíkar skúla
síðani 2003, tá Petur P. Dahl
legði frá sær.
Hoyvíkar skúli er tann
eldri skúlin í Hoyvík. Skúlin
varð vígdur í 1977 og varð í
1993 útbygdur í samband við
stóran vøkstur í fólkatalinum.
Skúlin hevði ikki fram
haldsdeild fyrr enn í 2008, tá
Skúlin við Løgmannabreyt
eisini varð tikin í nýtslu.
Í Hoyvíkar skúla ganga
350 næmingar í 16 ymsum
flokkum frá 1. til 9. flokk.
41 lærarar, tríggir náms
frøðingar og ein stuðul ar
beiða á skúlanum.
Hoyvíkar skúli skal hava
nýggjan skúlastjóra
Av tí at hon ikki hevði
væntað, at so nógvir ting
fundir fóru at vera um jól
ini, gjørdist Annika Olsen
tað tingfólkið, sum hevur
møtt ringast upp í hesi
tingsetuni. Tí meðan hon
hevur verið burturstødd
á jólum – dagarnar frá 22.
til 28. desember, varð hon
skrivað sum fráverandi fyri
10 tingfundir.
Tí vann Annika Olsen
»kappingina« ímóti Jákup
Mikkelsen, Jenisi av Rana
og Magna Laksafoss, sum
hava verið burturstaddir
í ávikavist 9, 9 og 8 ting
fundir – um at verða tað
tingfólkið, sum sambært
gerðabók løgtingsins hev
ur møtt ringast upp til
løgtingsfundir hesa ting
setuna.
Gerðabók verður førd
eftir hvønn løgtingsfund,
og tá verður viðmerkt,
hvørji tingfólk ikki møttu
á fundi uttan at hava fingið
farloyvi frá løgtinginum
frammanundan.
Niðanfyri sæst, hvussu
tingfólk sambært gerðabók
løgtingsins hava møtt upp.
Tey, sum ikki eru nevnd,
hava møtt á øllum fundum.
Annika Olsen
størstu fráveru
Tað ber illa til at arbeiða
politiskt uttanflokka
Nr.
Tingfólk
Ikki á fundi
Fundir
Frávera %
1
Annika Olsen
11
42
26,19
2
Jákup Mikkelsen
9
47
19,15
3
Jenis av Rana
9
47
19,15
4
Magni Laksáfoss
8
42
19,05
5
Helena Dam á Neystabø
4
42
9,52
6
Jacob Vestergaard
4
42
9,52
7
Heðin Mortensen
3
42
7,14
8
Bill Justinussen
3
47
6,38
9
Bárður á Steig Nielsen
3
47
6,38
10
Magnus Rasmussen
2
42
4,76
11
Kaj Leo Holm Johannesen
2
42
4,76
12
Jørgen Niclasen
2
42
4,76
13
Jónleif Johannesen
2
42
4,76
14
Kristin Michelsen
2
47
4,26
15
Bjørt Samuelsen
2
47
4,26
16
Bjarni Hammer
1
42
2,38
17
Bárður Kass Nielsen
1
42
2,38
Birgit Arge hevur verið skúlastjóri við Hoyvíkar skúla síðani 2003