týsdagur 5. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sekstan fráfaringaravtalur sein
astu fimm árini. Prísur: Hálvsætta
millión krónur.
Tað er einki løgið í, at fólk ressast
við, tá slík tíðindi berast í miðlunum.
Onkur, sum situr í góðum og trygg
um almennum starvi skal av onkrari
orsøk sigast úr starvi – og tá er ikki
nóg mikið við vanligari uppsagn
artíð. Umframt góðu lønina fyri
ábrygdarfulla starvið, so skal við
komandi eisini hava nakað afturat.
Havandi orðini hjá Akseli V. Jo
hannesen í nýggjársrøðuni í huga:
»Og tað er heldur ikki í lagi, tá
ið tað almenna ikki umsitur hart
vunnu skattakrónurnar við skili.
At tað verður oyðslað við skatta
pengunum.
Tað er ikki at hava samábyrgd
við øllum teimum, sum hvønn dag
fara til arbeiðis og rinda sín skatt.
Og hesin hugburður kann skjótt
raka ein vin, okkurt skyldfólk ella
okkum sjálv.
...so tykist hetta ikki sørt marg
háttligt.
Men er talan um skrivstovufólk
ella tímalønt vaskifólk á almennum
stovnum, tá bera einki til, og tá er
eingin »góða mamma«, tá sparast
skal. Tá er uppsøgnin upp á grátt
pappír!
Tað hevur sjálvandi nakað við tað
at gera, hvør tað er, sum tekur av
gerðirnar. Tað eru ikki tey á niðaru
rókunum, sum leggja til rættis og
sum skulu sæta hvørjum øðrum sum
frægast – sum gera slíkar avtalur. Og
sum vera man eru bankar og trygg
ingar tey, ið duga best at hjúkla um
tey á ovastu rókunum. Tað er ikki
einki í orðunum um, at tað er so lætt
at brúka »andre folks penge«.
Landsstýriskvinnan í heilsumál
um hevur lovað, at fráfaringaravtal
ur av hesum slag verða ikki gjørdar
longur. Tað ljóðar gott – hóast vit
mugu síggja tað, áðrenn vit trúgva tí.
Men tá tað almenna sleingir um seg
við milliónum til almennar leiðarar,
sum ikki arbeiða, so er okkurt rav
ruskandi galið.
Sjálvandi skulu ábrygdarstørv
lønast virðiliga. Men í hesum før
unum við fráfaringaravtalunum
vendir tað øvugt – tí tað er beinleiðis
óvirðiligt, at politiski myndugleikin
ber seg soleðis at við við almennu
skattakrónunum. Tær kundu verið
betur farnir.
So vit kunnu bara taka undir
við orðunum hjá løgmanni um, at
tað er heldur ikki í lagi, tá ið tað
almenna ikki umsitur hartvunnu
skattakrónurnar við skili. At tað
verður oyðslað við skattapengu
num.
Tað er neyvan nakar einstakur
politiskur flokkur, sum skal lastast
fyri tær høpisleysu avtalur, sum
eru gjørdar.
Heldur er tað ein sjúk politisk
skipan, sum letur slíkt um seg
ganga. Men tað er uppgávan hjá
politikarunum at rætta upp á hetta
– og ta uppgávuna eigur løgmaður!
Tað almenna skal umsita
skattakrónurnar við skili!
at oyðsla við skattapengum
Fak
felag
hundrað
ár
tíðindi síða 7
Bil
bugt
við Sea
Shepherd
Tíðind Síða 6
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Reyði Krossur Føroya sókn
ast eftir evnum at heiðra
sum Ársins Fyrstahjálpara
2015.
Tann, sum er í uppskoti,
skal í farna ári á serligan hátt
hava givið kropsliga ella sál
arliga fyrstuhjálp.
Ársins Fyrstahjálpari 2015
fær heiðursbræv frá Reyða
Krossi Føroya og eina pen
ingagávu, ið Tryggingarfel
agið Føroyar letur.
Reyði Krossur ynskir at
varpa ljós á týdningin av at
duga fyrstuhjálp og at eggja
fólki at læra seg fyrstuhjálp,
so fleiri lív kunnu bjargast.
Einstaklingar, virkir og
stovnar kunnu lata inn upp
skot, ið verða viðgjørd av
fyrstahjálpsinstruktøru
num og nevndini hjá Reyða
Krossi.
Oyðublað, ið er sent pol
itistøðunum kring landið og
eisini fæst á heimasíðuni hjá
Reyða Krossi, skal sendast
Reyða Krossi Føroya í sein
asta lagi 31. januar 2016 á
redcross@redcross.fo
ella
sum
vanligur
postur
til
Bryggjubakka 10, 100 Tórs
havn.
‘Ársins
Fyrstahjálpari
2015’ verður tilnevndur hós
dagin 18. februar 2016 kl. 16 á
Reyða Krossi, Bryggjubakki
10 í Havn. www.reydikrossur.
fo, redcross@redcross.fo
Skulu finna ársins
fyrstahjálpara
Demmus Hentze farin
Sunnukvøldið
andaðist
Demmus Hentze, fyrrver
andi advokatur og politikari,
92 ára gamal.
Demmus
Hentze
varð
føddur á Sandi 4. desem
ber í 1923, og var útbúgving
løgfrøðingur á Keypmanna
havnar Universiteti í 1952.
Hann varð advokatfull
trúi í í 1953, landsrættarsak
førari í 1958 og hevði egið
advokatvirki, Advokatskriv
stovan Hentze, 1981–2010.
Demmus Hentze var eisini
brasilianskur konsul í Før
oyum.
Demmus Hentze byrjaði
politisku yrkisleið sína, tá
hann varð valdur á ting fyri
Fólkaflokkin
í
Sandoyar
valdømi á løtignsvalinum
í 1966. Tá gjørdist Fólka
flokkurin størri enn Tjóð
veldisflokkurin, og harvið
koppaði Demmus Henzte
tjóðveldismanninum Erlendi
Patursson, sum ta ferðina
ikki varð afturvaldur.
Demmus Hentze varð aft
urvaldur á valinum í 1970,
men fall aftur á valinum 1974.
Men tá vóru boð eftir honum
til landsstýrismann at um
sita
fíggjarmál.
Demmus
Hentze varð afturvaldur á
valinum í 1978. Helt fram
sum
landsstýrismaður
í
triðja landsstýrinum hjá Atla
Dam, sum sat frá 1979-81, tá
Demmus Hentze eisini um
sat fíggjarmál.
Demmus Hentze gavst í
politikki eftir skeiðið sum
landsstýrismaður, sum end
aði 5. januar í 1981.
Eftir tíðina sum politikari
fór Demmus Hentze aftur at
virka sum advokatur.
Demmus
Hentze
varð
giftur við Helenu, fødd Deb
es. Tey áttu døturnar Turið
Debes Hentze, sumer advo
katur, Bergljót Debes Hentze,
sum starvast í Kringvarpi
num og Annu Debes Henze,
sum er sálarfrøðingur.
Landsstýrið 1975-79: Finnbogi Ísakson, (1943-05), Dánjal Pauli Danielsen (1919-10), Atli P. Dam,
løgmaður (1932-05), Petur Reinert (1923-91), Jákup Lindenskov (1933-) og Demmus Hentze (1923-16)