týsdagur 5. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Tað, sum læknar hava sagt okkum og samskifti, sum vit hava havt við landslæknan um
kanningina, sigur okkum, at talan er um ein fiskimann, sum gjørdist álvarsliga sjúkur umborð
og seinni doyði á Landssjúkrahúsinum, sigur Heri Andreasen, løgreglumaður
TILBURÐURIN UMBORÐ
Á SLÆTTABERGI VAR IKKI
EIN ARBEIÐSVANLUKKA
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Hóast flestu miðlar mána
dagin endurgóvu heimasíð
una – www.jn.fo – fyri at bera
tíðindini um, at ein álvarslig
arbeiðsvanlukka umborð á
uppsjóvarskipinum Slætta
bergi seinni kostaði einum
av manningini lívið, so vóru
hesi tíðindi ikki røtt.
Tíverri var tað rætt, at
Slættaberg kom á Havnina
tíðliga
mánanáttina
við
manni, sum seinni somu nátt
doyði á Landssjúkrahúsin
um. Men, sambært løgregl
uni var tað ikki rætt, at talan
var um eina arbeiðsvanlukku
umborð.
Tá tað var greitt, at mað
ur var vorðin sjúkur um
borð á Slættabergi, sendi
MRCC bjargingartyrlu hjá
Atlantsflogi út til skipið,
sum lá bakk sunnan fyri
Føroyar fyri veður. Tíverri
vóru líkindini so vánalig, at
tað eydnaðist ikki at taka
mannin av skipinum og upp
í tyrluna.
Slættaberg setti tí kós
móti landi, og tá maðurin
kom á Landssjúkrahúsið, var
hann framvegis á lívi, men
doyði fáar tímar eftir.
Ikki vanlukka
Heri Andresasen, løgreglu
maður, sum hevur havt
við málið at gera, sigur, at
kanningarnar hava staðfest,
at fiskimaðurin umborð á
Slættabergi gjørdist illa sjúk
ur. Hinvegin bendir einki á,
at nøkur hending umborð
var orsøkin til syrgiligu støð
una, sum maðurin kom í.
Kanningarnar vísa, at hann
hevði eingi merki, sum kundi
bent á, at hann er dottin ella
hevur fingið aðrar løstir um
borð.
– Tá komið verður fram
á mannin umborð á Slætta
bergi, er hann liggjandi, men
er framvegis við vit. Hann
hevur fingið ein tilburð, og
tískil er støðan hjá honum
álvarsom. Tá skipið einar
átta tímar seinni kemur á
Havnina, og maðurin verður
fluttur á Landssjúkrahúsið,
er hann uttan vit. Hóast
hann kemur í viðgerð fyri til
burðin, stendur lívið hjá hon
um tíverri ikki til at bjarga.
Heri Andreasen sigur, at
tað var ikki fyrr enn seinni
mánadagin, at løgreglan fekk
at vita um úrslitið av kann
ingunum.
– Tað, sum læknar hava
sagt okkum og samskifti,
sum vit hava havt við lands
læknan um kanningarnar av
manninum, sigur okkum, at
talan er um fiskimann, sum
gjørdist álvarsliga sjúkur
umborð og sum seinni doyði
á Landssjúkrahúsinum.
Slættaberg fór útaftur
Løgreglumaðurin vísir á, at
hevði talan verið um eina
arbeiðsvanlukku
umborð,
hevði skipið ikki farið út
aftur, eftir at maðurin varð
fluttur á Landssjúkrahúsið.
– Eftir at hava ført mann
in til lands, og hann var kom
in undir læknahond á Lands
sjúkrahúsinum, loysti skipið
aftur. Hevði talan verið um
arbeiðsvanlukku,
høvdu
myndugleikarnir
sjálvsagt
viljað avhoyrt manningina
um tilburðin, og tá hevði
skipið verið liggjandi, sigur
Heri Andreasen, løgreglu
maður, sum eins og øll onnur
er sera harmur um tað, sum
er hent.
Framvegis góður prísur á marknaðinum
Vilmund Jacobsen
Mánadagin seldi Fiskamark
naður Føroya eina minni
nøgd av fiski, stívliga seks
tons tilsamans, fyri sam
anlagda miðalprísin á 22,45
krónur fyri kilo. Megin
parturin var toskur og hýsa.
Aftur í gjár – týsdagin –
var fiskaprísurin góður, og tá
vóru eisini nøkur fleiri tons
á marknaðinum, stívliga 36,2
tons tilsamans.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at saman
lagdi miðalprísurin á søluni
týsmorgunin var 19,46 krón
ur fyri kilo.
Umleið 24 tons vóru av
toski, og her var besti miðal
prísur 26,64 krónur fyri kilo,
sum varð latið fyri tosk 1.
Størstar vóru nøgdirnar
av toski 4, 11 tons, sum fóru
fyri miðalprísin 18,17 krónur
fyri kilo.
Umleið 11,5 tons vóru av
hýsu, og her var besti miðal
prísur 21,19 krónur fyri kilo,
sum var fyri hýsu 1.
Bert
smávegis
nøgdir
vóru av øðrum fiskasløgum.
Tey tilsamans 36,2 tonsini,
sum vóru á marknaðinum
týsdagin, vórðu seld fyri
stívliga 700.000 krónur til
samans.
Mánadagin var miðalprísurin 22,45 – og týsdagin 19,46 krónur fyri kilo
– Eftir at hava ført mannin til lands, og hann var komin undir læknahond, loysti
skipið aftur. Hevði talan verið um arbeiðsvanlukku, høvdu myndugeikarnir
viljað avhoyrt manningina, sigur løgreglumaðurin, Heri Andreasen
Mynd: Olivur Joensen
Tíverri eydnaðist tað ikki bjargingartyrluni
hjá Atlantsflogi at taka sjúka fiskimannin av
Slættabergi, tí líkindini vóru so vánalig
Mynd: Tilvildarlig