Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2 10 Sosialurin NØVN Týsdagin í síðstu viku andaðist Jo­ han Evensen úr Havn, 80 ára gamal. Johan Evensen hevur búð í Dan­ mark seinastu 65 árini, nú hann and­aðist. Hann var sonur Johan Even­sen, spinnara, og Berghild Even­sen, fødd Dam. Johan vaks upp í Lágabø í Havn, ella rættari í Gamla Hospitali, har hann varð føddur. Pápin, sum átti spinnaríið í Sandá, sum í dag hýsir møblahandlinum Eikini, keypti ognirnar hjá hospitalinum, tá Dronn­ing Alexandrines Hospi­tal varð tikið í nýtslu í 1924. Spinn­ar­ in hevði ætlanir um annað hand­ ils­virksemi við fiski. Hann seldi spinna­riíð, men gjørdist sjúkur stutt eft­ir og doyði eftir langa sjúkra­legu í oktober í 1935, fimm mán­að­ir eftir, at Johan varð føddur. Johan er tí upp­kallaður eftir páp­ an­um, og hann varð doyptur undir lið­ini á børunu, tá pápin fór til grav­ ar. Spinnarin er tann fyrsti, sum er grivin í nýggja kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Umframt Johan áttu Berghild og Spinnarin eina dóttur, Anna (1927-85), sum var gift við Gundur Schil­ler Johansson, skraddara og handilsmanni í Havn (1925-86). Johan Evensen hevur verið í Dan­mark at kalla, síðani hann í 1953 fór í læru hjá Burmeister & Wains Maskin- og Skibsbyggeri A/S sum maskin­smiður. Eftir lokna útbúgvin í 1957 ar­ beiddi hann eitt stutt skifti sum sveinur, til hann fór at lesa verk­ frøði. Hann tók prógv sum maskin­ verk­f­røðingur í 1961 og fór tá í starv hjá ráðgevandi verkfrøðinga­fe­lag­ num Birch og Krogboe, sum eitt nú var við til arbeiðið, tá Lands­ sjúkrahúsið í Havn var bygt í seksti­árunum. Í 1961 fór hann í starv hjá Heto, sum framleiðir útgerð til labora­ torii, sjúkrahús o. a. Har var Johan køliverkrøðingur. Hann fór frá fyri aldur, tá hann var 65 ár. Eftir barnaskúlan fór Johan í Realskúlan í Havn í 1947. Men av tí at hann hevði trupulleikar við bruna í eygunum, var hann nógv burtur frá skúlanum, og gavst tí. Sum smádrongur hevði Johan gingið nógv á verkstaðnum hjá Sigirdi av Reyni í Rættará – og hann hjálpti ofta Frits Jensen ella Bugli- Jensen, sum tá var á verkstaðnum har. Frits Jensen spurdi tí Johan, um hann ikki vildi koma í læru sum bilmekanikari, tá hann nú kortini var givin í skúlanum – og soleiðis bar á, at hann fór í læru í 1950. Tá í tíðni vóru lærlingar ikki nógv virdir, og teir vóru tí ofta settir til tær keðiligu uppgávurnar – og tá Johan helt tað vera ov nógv við at hava bankað teppir og gingið ørindi fyri konu Frits, gavst hann í læruni eftir stutta tíð. Síðani fór hann til Danmarkar, har hann fór á preliminerskúla. Hann gjørdi seg lidnan við fyrsta part í 1951. Men tá hann var heima í summafrí, fekk hann aftur bruna í eyguni og kom tí ov seint niðuraftur til skúlan. Hann gavst tí, og tók seinna partin av skúlanum á VBV í Havn, har hann fekk prógv í 1953. Á heystið hetta árið fór hann so í læru hjá B&W í Keypmannahavn. Sjálvur sigur Johan, at tað var mammubeiggin, Petur Mohr Dam, sum hevði útvegað honum plássið hjá B&W, og tað var systkinabarnið, Atli P. Dam, sum tók ímóti honum og hjálpti honum upp á pláss á lær­ linga­heiminum. Tað var ikki bara sum at siga tað at fáa lærupláss hjá B&W, tí áhug­in var so stórur millum ung­ar dreingir, og tí var Johan fegin um góðu kontaktirnar, sum mammu­ beigg­in hevði. Johan var av seinasta ættar­ liðnum í Føroyum við eftir­navn­ in­um Evensen. Navnið kemur úr Noreg. Tað var Ole Evensen, ella Ole Nordmand, sum kom úr Noreg til Hvalbiar at starvast í kolinum. Hann var eisini sýslumaður í Suð­ uroy. Spinnarin var abbasonur hans­ara. Pápi Spinnaran var Jens Christian Evensen, prestur og próst­ur. Jens Christian og bróð­ irin, Joen Peter Evensen komu til Havnar, tá foreldrini doyðu, og teir vusku upp hjá kenda menta­mann­ inum, Jens Davisen, sum m. a. var bókavørður á fyrsta bókasavninum, sum arbeiddi hjá fútanum, og sum onkur tíðarskeið bæði var settur ríkisumboðsmaður og fúti. Jens Christian Evensen var prest­ur, fyrst á Viðareiði, síðani í Hvalba og gjørdist seinni Føroya Próstur á Nesi, til hann í 1904 fór til Danmarkar í prestastarv í Bregn­ inge. Spinnarin og A. C. Evensen, sum eisini var próstur, vóru brøður. Í móðurætt hevur Johan ættar­ bond í Norðstreymi. Abbin, Óla Christ­ian Dam, var kolfirðingur, borin til garðs við Sjógv í Kollafirði, meðan mamman, Sára Maria var av Heygum í Vestmanna, systir Ólav á Heygum, bónda. Óla Christian og Sára Maria settust niður í Skopun. Tey áttu seks børn, Hannemia, Berghild, Pet­ ur Mohr, Johannes, Hákun og Lilly. Óla Christian doyði, meðan børn­ini vóru smá, og tók ongantíð við garðinum í Kollafirði. Tað var tí Petur Mohr Dam, sum átti at tikið við garðinum, tí hann var elsti sonur, men heilsan loyvdi honum ikki – og helst hevur hugurin ligið til tað bókliga. Bróðirin Johannes Dam tók tí við garðnum. Johan Evensen giftist í 1961 við Inge-Lise, og saman eiga tey trý børn, Lars (53 ár), Helle (49 ár) og Kell (48 ár). Familjan hevur búð í Birkerød síðani 1961, men fyri eini 12-13 árum síðani seldu tey húsini og keyptu eini minni hús í Lynge, har Johan og Inge-Lise nú búðu. Johan hevur verið merktur sjúk­ ur seinastu árini, og sjónin var eis­ ini farin at bila. Seinastu tríggjar vikurnar var hann á sjúkrahúsi, og hann doyði stillisliga týsmorgunin 29. desember. Jarðarferðin verður úr Lynge Kirke fríggjadagin klokkan 13. Johan Evensen deyður 5. mai 1935 – 29. desember 2015 Johan Evensen og konan Inge-Lise. Myndin er tikin við grøv nummar 1 í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn, har pápi Johan, Spinnarin, liggur grivin. Johan varð doyptur undir børuni hjá pápanum, tá hann fór til gravar í oktober í 1935 Gullbrúdleyp Leygardagin 23. januar hava Høgni og Solgerd Hansen, Tórshavn, gull­brúdleyp. Vælkomst verður í B36-húsinum frá kl. 14. Øll eru hjarta­liga vælkomin at heilsa upp á gull­brúðar­parið. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 8. januar hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við teimum nærm­ astu. Anny og Árni Gullbrúdleyp 9. januar hava hjúnini Marjun og Bergur Nón, Fuglafjørður, verið gift í 50 ár. Gullbrúdleypið verður hildið saman við familjuni. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 15. jan. 2016 hava Jonna og Jóan Pauli Næs, Hvalba, verið gift í 50 ár. Opið hús verður á Toftavegi 13 kl 14-20, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 27. februar giftast Katrina Hansen, Kollafjørður og Ásbjørn Nielsson Nattestad, Eiði. Vígslan verður í Mizpa á Eiði kl. 13, og veitslan verður hildin í høllini á Eiði kl. 18. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinaliga biðin um at siga frá á tlf. 269533, 263125 ella katrina_asbjorn@ outlook.dk áðrenn 31. januar.