Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Jørleif Solmunde f. 19.06.1931 d. 23.12.2015 andaðist. Ein stór tøkk til tykkum í Siloa fyri hjálpina. Palma og børnini Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Johannes Jul Askham Tórshavn f. 19.01.1936 d. 01.12.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum á B6 og á Umlættingarheiminum í V.U. Hammershaimbsgøtu, ta tíð hann var har. Takk til Sonju Klein fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni og á grøvuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, ein serlig tøkk til Lív Clementsen – Sólsetur. Takk fyri blómur, kransar, peningagávur til Krabbameinsfelagið og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Gott nýggjár til tykkum øll. Gunnvá, Jens Mohr, Ann, Jenny og Símin við familju Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Louisa Strøm f. 3. novembur 1922 d. 18. juni 2015 andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum á Eldrasambýlinum fyri hjálp, umsorgan og at tit vóru so góð við mammu. Takk til Frelsunarherin fyri góð orð og vakran sang á Eldrasambýlinum. Takk til prest fyri troystarrík og vøkur orð í kirkjuni. Takk til sangarar og tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðina Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til meinigheitshúsið í Vági Takk til øll, ið fylgdu mammu okkara til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Fritsa, Karolina, Michael og Sofus við familjum Tøkk Vit vilja við hesum takka øllum, sum gjørdu gullbrúdleyps- og 75 ára føðingardagsveitsluna so hugnaliga, og teimum, sum sendu blómur, gávur og heilsanir. Við ynski um gott nýggjár, Thomas og Anna Arabo Almennu fundirnir hjá Runavíkar býráð í 2016 verða í býráðshøllini hesar dagar kl. 17.00: 28. januar 25. februar 31. mars 28. apríl 26. mai 30. juni 1. september 29. september 27. oktober 24. november Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, mega verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hin 8 í mánaðinum sum býráðsfundurin er. RunavíkaR býRáð LÝSINGAR­TORGIÐ Býli í Føroyum Íbúð søkist í Tórshavn,skjótast gjørligt 221378 13. kvølds dansur í sjónleikarahúsinum Aftur í ár skipar Dansifelagið Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi í Sjónleikarahúsinum. Hetta er vanligani eitt sera gott dansikvøld við nógvum góðum kvæðum. Men kvøðið verður eisini lættari kvæði, so øll kunnu vera við. Út á náttinan fáa fólk smurt breyð, kaffi og te og smákøkur. Byrjað verður kl. 22, øll eru vælkomin.