Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 8. januar 2016 Signalpolitikkur má ikki forða fyri framskygni Stríðið um Samhaldsfasta er av á hesum sinni, nú stýrið gjørdi sum landsstýrið vildi og hækk­aði útgjaldið – eftir at løgtingið hevur gjørt av, at inngjaldið frá báðum pørtum á ar­beiðs­markn­að­inum skal hækka tilsamans eitt pro­sent. Atfinningar móti landsstýrinum hava ver­ið harðar, nú landsstýrið vildi lækka grund­upp­ hædd­ina í fólkapensjónini. Fólk vóru á gosi – ikki minst pensjónistafeløg, hóast landsstýrið royndi at verja seg við, at meira fór at liggja eft­ir hjá pensjónistum. Vinnan hevur eisini venað seg, tí tey halda, at slík­ar hiss­inibroytingar føra ongan veg. Vinn­an heldur, at landsstýrið ístaðin skal seta gongd á nýskipanararbeiðið og so bíða við at gera broy­tingar, til øll eru samd um ta stóru og góðu skipanina, sum øll verða samd um. Tað hevði sjálvsagt verið ynskiligt, at pol­ikk­ ur kundi førast soleiðis, sum vinnan vil. Men í verki ber tað ikki til. Tí politikarar eru í pol­ it­isku skip­anini, og politikarar eru ikki annað enn fólk. Fólk sum eru rúkandi ósamd og sum ikki duga at geva hinum rætt. Fyri eitt nýtt landsstýrið hevur tað stóran týdn­ing at seta nøkur fingramerki eftir seg – vit kunnu kalla tað signalpolitikk – fyri at vísa sína nýggju kós. Soleiðis hevur hetta landsstýrið gjørt, og so­leiðis gjørdi seinasta landsstýrið eisini – og so­leiðis hava onnur landsstýrið við gjørt. Trupulleikin er sjálvandi tann, at slíkur sign­al­poli­tikk­ur kann leggja fót fyri breiðu semj­uni, sum vit kanska høvdu fingið – ella líka so væl ikki høvdu fingið. Signalið hesaferð er, at pensjónistar skulu hava eitt vet meira í pensjón, at Samhaldsfasti skal styrkj­ast og verða størri og tryggari grund­ ar­lag undir pensjónsskipanini. Avbjóðingin verður nú at fáa allar flokkar at semj­ast. Tí allir flokkar kenna sín ognarlut í fólka­pen­sjón­ini. Eisini teir flokkar, sum í sínari tíð vóru í­móti fólka­pensjón sum heild tosa nú um pen­sjónina sum arvasilvur. Tí soleiðis er politikkur. Politikkur er broyt­ ing­ar. Og stóra avbjóðingin er at tryggja øllum eina trygga og munadygga pensjónskipan, sum sam­stundis ikki skal kunna kollrenna lands­ kas­san í framtíðini. Landsstýrið má læra seg at kunna fólk bet­ ur, og andstøðan má vísa størri kon­struk­tiv­i­ tet, tí øll eru væl saktans samd um, at pensjónin skal verða hægri og tryggari. Jørgen man uttan iva fyrigeva henni »ótrúskapin« Hóast Annika Olsen ikki møtti á nøkrum av teim­um 10 tingfundum um jólini og harvið slapp undan at taka dagar í millum and­ støðu og samgongu, so atkvøddi hon um fleiri týðandi mál upp undir sjálva fíggj­ar­ lóg­ar­við­gerð­ina ímóti landsstýrinum og við and­støð­uni – eitt nú í pensjónsmálinum og øðrum lóg­ar­broyt­ing­um í sambandi við fíggj­ ar­lóg­ina. Tá hon valdi at fara uttanlands at ferðast á jól­um uttan at biða um farloyvi, so »clearaði« hon við Sonju Jógvansdóttir, sum atkvøður við sam­gong­uni. Tað merkir, at Sonja ikki at­ kvøddi við samgonguni fyri at útlíkna tað, at Ann­ika ikki atkvøddi saman við andstøðurni. Hetta bendir á, at Annika Olsen kennir seg meira í parti við andstøðuni enn við sam­gong­ uni. Hon verður fyrsta dagin noydd at velja sær ein flokk. Fleiri hava gitt, at hon fór at leita sær aftur í Framsókn, har hon var limur í 96 tímar frá 17. til 20. september í fjør. Men hend­ an te­o­ri­in tykist ikki heilt at halda. Við Kringvarpið segði hon á nýggjárinum, at hon fram­vegis var »fullveldisfólk« og »borg­ ar­lig«. Tað kann fara báðar vegir. Men hetta saman við tí, at hon atkvøður og virkar sam­an við andstøðuni bendir á, at hon hevur tik­ið av tilboðnum frá Jørgeni Niclasen um at »koma heim aftur í Fólkaflokkin«. At alt ber til í politikki hava vit so mang­an sæð. Annika man fara at siga, at hon hevur fingið eitthvørt lyfti frá Fólka­flokk­i­num – so finna tey upp á okkurt, sum tykist til­for­láti­ ligt, og so kann hon siga, at samgongan – og Fram­sókn – eru for sosialistisk. »Ofta etur hundur tað, hann havnar«. Tað gjørdi Helena Dam á Neysta­bø eisini, tá hon fór heim­aft­ur í Javnaðarflokkin. Tað gjørdi Heð­in Mortensen eis­ini, tá hann fór heim­aft­ur. Og tað man Sonja Jógv­ans­dótt­ir eisini gera – um hon ikki upp á tross fer upp í Tjóð­veldi. So hví skal Annika Ol­ sen ikki eisini gera tað? Og so kunnu rygg­ klapp­ar­ar­nir frø­ast um, hvussu fan­ tast­isk­ur politikari, Annika er. – Jú mín sann er pol­i­tikk­ur herligur, tó at hann ikki altíð er so seriøsur... Tesla Model S varð mest seldi bilur í desember Sølan av nýggjum persónbilum setti met í Dan­ mark í 2015. Tilsamans 207.717 persónbilar vórðu seld­ir. Bilasølan er vaksin seks ár á rað, og hetta er fyrstu ferð, at sølan er farin upp um 200.000 bilar. Orsøkirnar til høgu bilasøluna er millum ann­að vøksturin í privatleasing, og tað at el-bil­ ar­nir hava verið avgjaldsfríir. Hóttanir frá landsins myndugleikum um at leggja stór avgjøld á el-bilar í 2016 førdi til, at stóri elbilurin Tesla Model S bleiv mest seldi bilur í desember. Politikkur er at vilja broytingar Hóttan fekk fólk at keypa Tesla hægri avgjøld á elbilar Les eisini blaðið á telefonini Leysir krossar á skák Umafturafturum Høgni Djurhuus síða 40 Gongda leiðin er grøn Sigrún Mohr síða 16-17 Visti tú? At 2.534 nýggir per­ són­bilar vórðu skrá­ sett­ir í Før­oy­um í fjør Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri gammel kærlighed... Fer Annika heim aftur í Fólkaflokkin?