hósdagur 7. januar 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
38
Demmus Hentze, løgtings- og landstýrismaður, farin
Ein av fyrstu døgunum í nýggja árinum frætt
ust deyðsboðini av Demmusi Hentze, lands
rættarsakførara og fyrrv. landstýris- og ting
manni. Demmus rakk so høgum aldri sum 92
árum, og tað er teimum fæstu av okkum lagað,
so tærið í honum man hava verið gott.
Demmus var ættaður úr Uttastovu í Trøðum
heiman av Sandi, sonur Johan Petur Hentze
kongsbónda og Sunnevu, f. Clementsen, av
Granda í Húsavík, tann sjeyndi av íalt nýggju
systkjum. Í politiskum høpi tók hann onkuntíð
skemtandi til, at sum eitt av yngstu systkjum
í einum familjuyrki, har tann elsti tók við
festinum, var hann sjálvur føddur ’fæloysingur’
og mátti tí leita sær aðra lívsleið enn landbúnað.
Demmus varð borin í heim í 1923, og hann var
somikið næmur í barnaskúlanum, at hann 14 ára
gamal fór norður til Havnar í Preliminerskúlan,
haðani hann stóð so gott prógv í 1940, at
hann helt fram á tí tá nýstovnaða Føroya
Studentaskeiði. Her hann tók prógv í 1942.
Sostatt var hesin gløggi heimasands
drongurin ein av teimum fáu ímillum okkara,
sum í smálutum kundu greiða frá teimum
dramatisku døgunum í Føroya søgu, tá
bretska flotamálaráðið í London álegði donsku
myndugleikunum í Havn, at bert Merkið eftir
25. apríl var altjóða viðurkent sum tjóðarflagg
føroyinga. Demmus var við til fólkafundirnar
undir Tinghúsinum, úti í Rættará undir
húsinum hjá bretska konsulinum, og framman
fyri Amtmansborgini hjá tí almáttuga C.A. Hil
bert, har Merkið var borið fram sum eitt fólka
krav.
Tá so boðini komu úr London flaggdags
kvøldið í 1940, endaðu studentarnir skrúð
gonguna uttan fyri húsini hjá Hans Andriasi
Djurhuus við at syngja flaggsangin, Sjá tú
blánar.
Kríggið gjørdi, at føroyingar sluppu ikki
uttanlands at nema hægri lesnað uttan onkur
hendingi, sum fór til Íslands. Men í 1945 loysnaði,
og Demmus fór til Danmarkar at lesa løgfrøði.
Í Havn hitti hann Helenu, f. Debes, ættað úr
Kollafirði, dóttur Sámal Debes av Bakka (í Havn)
og Onnu Djurhuus úr Kollafirði. Hann giftist
við Helenu á Sandi eftir kríggið. Tey fingu tær
tríggjar døturnar, Turið, sum eisini er løgfrøð
ingur og hevur starvast saman við pápanum og
seinni yvirtikið praksis hjá honum, Bergljót, ið
er tíðindakvinna í KvF, og Onnu, sum er sálar
frøðingur.
Afturkomin til Føroya sum Cand. Jur. starv
aðist Demmus sum partnari á advokatskriv
stovuni saman við Leivi Lutzen. Har var hann,
til hann tók við sum landstýrismaður fyrst í
1975. Aftaná 6 ár í Tinganesi fór Demmus undir
tað seinasta leggið av síni drúgvu og fjølbroyttu
yrkisleið, tá hann í 1981 stovnaði sítt egna
advokatvirki saman við elstu dóttrini Turið,
sum tá hevði lokið løgfrøðiligt embætisprógv.
Tilkomnir føroyingar minnast helst Demm
us Hentze best sum politikara. Tað er ikki frítt,
at politikkur var honum í holdið borið. Lang
abbin, Jóan Petur Hentze sat á løgtingi í 20 ár.
Sama gjørdi abbin, Jóhan M. Hentze, sum fylgdi
pápanum eftir, á tingi umboðandi Sandoyar
valdømi í onnur 20 ár. Báðir lógu á tí, vit í dag
kalla tí frílynta sjálvstýrisveinginum í føroysk
um politikki.
Sandoyar valdømi var hitt minsta í landinum,
og eftir heimastýrislógina stríddust teir tríggir,
Fólkaflokkurin, Javnaðurin og Tjóðveldi um teir
báðar tingsessirnar í oynni. Ofta vóru bert fáar
atkvøður á muni millum hesar flokkar. Valevni
Tjóðveldisfloksins, Erlendur Patursson vann
tingsessin frá Fólkafloksins tingmanni, Antinis
Sørensen (undir Leitinum) í Húsavík til valið
í 1954.
Í 1962 bóðu fólkafloksmenn á Sandi sín
oyggjarfelaga, um at stilla upp til løgtingið
fyri Sandoyar valdømi. Demmus ivaðist, helst
tí hann tá búði og arbeiddi sum løgfrøðingur
í Havn. Tó játtaði hann eftir umhugsan, men
gjørdist ov stuttur til at vinna Fólkaflokkinum
tingsessin aftur. Til valið eftir, í 1966 eydnaðist
Demmusi at vinna annan tingsessin í Sandoy
aftur frá Tjóðveldi. Hin tingmaðurin varð javn
aðarmaðurin, Tórálvur Mohr Olsen.
Tá Fólkaflokkurin í januar 1975 skipaði
samgongu saman við Tjóðveldis- og Javn
aðarflokkinum undir leiðslu av Atla P. Dam
løgmanni, varð Demmus biðin um at taka
annan landstýrissessin, sum Fólkaflokkinum
varð tillutaður. Dánjal Pauli í Búðini var hin
landstýrismaður Fólkafloksins. Tað hendi aftur
í januar 1979, tá henda fjølmenta samgongan við
somu trimum flokkunum helt fram.
Sostatt varð Demmusi Hentze lagað at
sita við ábyrgd av landsins fíggjarmálum í 6
ár, til eftir valið í 1980. Tey vóru buldralig bú
skaparliga, mest tí at tvær oljukreppur raktu
Vesturheimin við fleirfaldaðum oljuprísum,
og tí at fiskimørkini í Norðuratlantshavi vórðu
flutt út á 200 fjórðingar í 1977, so øll fiskivinna
Føroya mátti verða umløgd frá nærum fríum
fiskiskapi allastaðni til Føroya-leiðirnar og so
fiskiveiðisáttmálar við okkara grannalond.
Hesar risa avbjóðingarnar settu tilsvarandi
stór krøv til Landstýri og Løgting, og Demmusar
partur á landskassanum, við Hákuni Djurhuus
sum formanni í Løgtingsins fíggjarnevnd, lá
ikki eftir.
Sum sagt, fór Demmus líka ágrýtin aftur til
sína privatu yrkisleið sum landsrættarsakførari,
eftir lokna politiska tænastu. Hann røkti sítt
advokatvirksemi til ellisár. 1981 kann tykjast
mongum at vera langt síðan, og tað er løgið at
hugsa sær, at Demmus longu tá fór at nærkast
teimum seksti, og at hann hevur gingið sum
klokkan at kalla líka síðan.
Umframt yrki hansara sum løgfrøðingur
og politikari hevði Demmus eina ørgrynnu av
álitisstørvum í nevndum og ráðum, sum fólk,
fyritøkur og stovnar litu honum upp í hendi.
Eisini var hann brasilskur konsul líka til síðsta
dag.
Um lyndiseyðkenni Demmusar er stutt at
siga, at hann var nærlagdur og formliga rættur
í tí, hann tókst við. Tað er ein neyðugur eginleiki
hjá einum løgfrøðingi og hentur fyrimunur
hjá einum løgtings- og landsstýrismanni. Sum
sandoyingur hevði Demmus tann førning
heimanífrá, at hann var framúr góður eygleiðari
og dugdi væl at taka til orðanna. Hann kundi
vera speiskur, og var eisini snarsintur. Tað besta
við Demmusi var tó hansara framúr sansur fyri
tí skemtiliga. Tað var altíð stuttligt at práta við
hann, dámligur og fryntligur, sum hann var.
Altíð var hann til reiðar at geva okkum
yngru góð ráð, og fingu vit eisini at vita, um
okkurt var, ið hann helt minni um. Vit, sum
ikki sluppu at sita á tingi saman við honum,
upplivdu hann kortini til landsfundir. Hóast
hann ikki var nakar kropsliga stórur maður, so
føldist í fjøldini, at her var ein stórur maður,
sum hevði orðið. Vit hittust soleingi, sum heils
an loyvdi honum at vera við. Tað var altíð ein
serlig løta at fáa eitt prát við hann. Saknur
verður í honum.
Fari við hesum at lýsa frið yvir minnið um
Demmus Hentze.
Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins
NØVN
19. desember bleiv hesin stolti drongurin stóri
beiggi. Lítlasysturin vigaði 3160 gr og var 52 cm
long. Foreldrini eru Katrin og Terji Mikkelsen,
Argir.
Føðingar
11. desember fingu Annika Fay Nielsen og Petur
Kristian Nielsen, Argir, ein son. Hann vigaði
4100 gr og var 56 cm langur.
8. desember kl.22.30 fingu Árant og Óðin eina
lítlasystur. Hon vigaði 4040 gr og var 53 cm
long. Foreldrini eru Herborg á Mýrini og Poul
Poulsen í Sandavági.
28. nov. fingu Elinborg Osvaldsdóttir og Sámal
Olsen, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3900 gr. Stóribeiggin, Janus, er
so góður við hana.
2. januar fingu Hanna
Kristina & Olivar Krossgil,
Miðvági, ein son. Hann var
52 cm langur og vigaði 3630
gr.