Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 40 M ítt nýggjárslyfti er aftur í ár als einki nýggj­árs­ynski at hava. Tá tú einki ynskir tær, tá tú einki væntar, einki gleðir teg til, verður tú ikki vónbrotin. Tað er ein óskrivað meginregla, sum eg júst skrivaði. Og lyfti kunnu ikki brúkast aðra­ staðni enn í politikki. Ikki í veruliga veruleikanum. Og lyfti eru hvørki haldfør ella haldbær, tey spillast lætt. Politikkur. Ja, valaldurin skuldi niður í 18 ár, tí tá fólk eru 18 ár, eru tey myndig. Tá sleppa tey at stýra sær sjálvum, hóast tey búgva heima hjá mammu og pápa, sum nú, tey gerast mynd­ig, gerast teirra træl­ir í staðin fyri for­eld­ur. Tá fólk eru 18 ár, kunnu tey fáa koyri­ kort, sleppa at stýra einum stór­um bili millum túsund aðrar bilar og fólk á bæði breiða vegnum og tí smala uttan verju. Tá fólk eru myndig, eru mett at vera før fyri at stýra sær sjálvum og minst hundrað hesta­kreftum, eiga tey eisini at sleppa at stýra sam­fe­lag­ num. Sjálv­ sagt krav, ikki nakað ynski, krav. Før­ oyingar krevja. Tað stuttliga er so, og her leita vit altíð eftir tí stuttliga og skemtiliga, tí skeiva og undurfulla, tí kiksaða. Tað stuttliga er, at fólk, sum einki sum helst vita um føroyskan politikk yvir­høvur, sleppa at vera við, tá avgjørt verður, hvør skal í løgtingið, hvør sleppur at stýra Føroyum eftir bestu sannføring ella eftir lobbytrýsti. Hvønn velja tey, sum ikki vita munin á Miðflokkinum og hin­um flokkinum, ella Nýggjum sjálv­stýri og gamla sjálvstýri ella Sam­bands­ flokkinum og fyrsta flokki? Kasta tey lut? Spyrja tey foreldrini ella onkran annan? Er teirra atkvøða til sølu fyri hægsta boð? Gugla tey? Finna tey svarið í bukkuni? Í Føroyum eru okkurt um 730 18 ára gomul, og nakað tað sama eru 19 ár. Har eru nógvar atkvøður, 1500, í leysum lofti, tí tey, sum eiga tær, vita minni enn einki um føroyskan politikk. Ivaleyst vita tey meira um danskan politikk, so betur liggur fyri at fara á fólkatingsval og venda krossinum so nøkunlunda upp og niður, áðrenn hann koppar aftur. Tað er sjálvandi samfelagið, sum hevur svikið, nú tannáringar einki vita um politikk. Samfelagið ger ikki annað enn at svíkja. Alt var betri fyrr. Tá eg var ungur, 18, 19, 20 ár, vóru vit politiskt tilvitað. Ikki bara vit, sum gingu í studentaskúla. Eisini hini, sum hvørki tímdu ella orkaðu skúlan. Summarið 1971 arbeiddi eg á Norð­ fjørðinum sum vanligur arbeiðsmaður, proletarur og urtagarðsmaður. Norðfjørðurin, Neskaupsstaður, var reyður, myrkareyður. Har vóru kommunistar. Ein annar ungur proletarur fór inn í kirkj­una eina summarnáttina og mál­ aði við reyðum Mao á altarið. Mao er neyvan verri gudur enn allir hinir, helt hann og hildu vit. Mao signi heimið. Men hansara útreinsing var ikki so munadygg og effektiv og órein sum flóðin mikla hjá Gudi. Kappingin um at gera av við fólk var, og er framvegis, beinhørð. Og nakrir religiøstir tollar, sum avrætta fólk, harta religiørar hampa­sjeikar fyri at avrætta fólk. Nú ætlaði eg so at skriva okkurt, sum ljóðar kiksað, men tori ikki, tí Fót­bólts­sam­bandið kemur eftir mær fyri at happa fót­bólts­spæl­arar, sum hvørki raka bóltin ella dagin, sum kiksa framm­an fyri opið mál. Tað næsta verður so, at valaldurin fer niður í 15 ár. Eitt sjálvsagt krav, tí 15 ára gomul sleppa at koyra prutl, 30 km/t. Tað krevur serstakan førleika at stýra einari maskinu, sum heldur so nógvan gang, uttan hjálm at verja oyruni. Nei, eg havi einki ynski, einki lyfti, men eitt nýggjárskrav havi eg. Eg endurgevi løgmann leysliga: gevið ella haldið kjaft! Leysir krossar á skák Gudny Langgaard Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Mítt fyrsta dreymastarv var at blíva prestur. Sum tannáringur skifti eg kós og ynskti at gerast jarðarmóðir. Hvat átti hitt kynið at vitað um títt kyn? – Vit eru nógv nemmari at hava við at gera, um tit eru pro- aktivir í heiminum.
 Hvat áttu børn at vitað um tað at verða vaksin? – Eins og børn gera vaksin feilir, taka skeivar avgerðir og kunnu enntá verða órimilig. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Eg upplivdi Kina í oktober – mín fyrsti túrur í Asia, men vónandi ikki tann seinasti
 Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg… … svomið á sjónum við hávum.
 Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Einans ein átrúnaður. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Av seinastu kampanju hjá okkara kappingarneytum. Tað seinasta, tú hevur lært, er at… … góðtaka fólk, sum tey eru – eisini teg sjálvan. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg… … eri ov nógv heimanífrá.
 Enda setningin: Føroyingar áttu at… …fingið sær hald frá Vodafone. BAKSÍÐAN Yrki: Stjóri á Vodafone Bústaður: Leirvík