Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Brandur sandoyr Kjak siða 14 Fingið nógv burt­ur úr lítlum Jonleif johannesen Kjak síða 14 Gott út­gangs­ støði Tað passar ikki, at tingfólk ikki duga at gera góðar pen­sjóns­skip­ an­ir. Tí tað duga tey væl – í øll­um før­um, tá tað snýr seg um teirra egnu pensjón. Í fleiri ár hava vit hoyrt tingfólk tosa um pen­sjóns­ný­skip­an – og eins leingi hev­ur trup­ul­lei­k­in ver­ið, at tað er at kalla vónleyst at finna semju. Í øllum førum millum and­ støðu og samgongu – og í stóran mun eis­ini inn­an­hýs­is í á­vika­vist sam­gongu og andstøðu. Tá Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýr­is­kvinna í almannamálum, nú skal seta skjøtil á pen­sjóns­ný­skip­ an­ina av nýggjum, so eigur hon at geva tingfólki eitt heilt ann­að grundarlag at arbeiða út frá. Og skal stutt og greitt orða ar­beiðs­ setn­ing­in til tingfólk soleiðis: – Gerið ein pensjónsskipan, sum er so góð, at sjálvt tingfólk kunnu liva við henni. Um tað var útgangsstøðið, so vóru allar súðir syftar. Tí tingfólk hava verð­ins bestu pensjónsskipan. Og ting­fólk eru fólksins tænarar. Hví skulu fólksins tænarar eft­ir­løn­ ast betur enn fólkið sjálvt? Og hvør er trupulleikin hjá einum vinstra­ vend­um meir­i­uta á tingi at javnseta fólks­ins tænarar við fólkið? Politikarar verða løntir sum tæn­ astu­menn. Teir verða somuleiðis eft­ir­lønt sum tænastumenn. Men mun­ur­in er bara tann, at meðan ein tæn­astu­maður skal arbeiða í 37 ár fyri røkka fulla pensjón, so skal eitt ting­fólk bara arbeiða í 16 ár og lands­stýr­is­fólkini higartil í 8 ár. Eisini hava politikarar fingið sær tann fyrimun, at allir livi­breyðs­pol­ itik­ar­ar kunnu fara frá við fullari pen­sjón sum 60 ára gamlir. Tað kunnu teir, um teirra egni aldur pluss tvær ferðir starvsaldurin gev­ ur talið 95. Hetta er snilt og hetta er gott – men bara fyri politikararnar sjálvar. Tí fyri landskassan er tað alt annað enn snilt, tí har liggur ein rokning í hundrað­milli­ón­a­klass­anum og bíð­ ar kom­andi ætt­ar­lið­um, sum skulu gjalda hesa dýru skipan. Pensjónsviðurskiftini hjá lands­ stýr­is­fólk­um eru nú normaliserað. Men ikki hjá tingfólkum – harav løg­tings­for­mað­ur­in hev­ur fing­ið eina super-pensjónsskipan. Men nú er lagað manni at fáa skil á bæði pen­sjóns­við­ur­skift­u­ num hjá tingfólki og hjá fólkinum í Før­oy­um. Um fólkið fær eina pen­ sjóns­skip­an, sum politikarar kunnu liva við, so verða øll glað, tí so fáa vit heims­ins bestu pensjónskipan. javnsetið tingfólk við fólkið Fríggjadagin andaðist Jákup Jo­en­sen, Jákup í Lopra, fyrr­ verandi løgtingsmaður og reið­ari. Jákup Joensen varð fødd­ ur í Sumba 21. september í 1929. Hann var sonur Poul Sof­us Joensen og Poulu So­ f­íu Joensen. Pápin var fisk­i­ mað­ur. Jákup Joensen tók stud­ ents­prógv í 1950, skip­ara­ prógv í 1953 og stýrimans- og skips­før­araprógv í 1953. Jákup Joensen er kendur fyri sítt reiðaravirksemi í Lopra við trolarunum við nøvn­um, sum høvdu -borg sum part av navninum og flaka­virk­ið Polarfrost. Í 1985 keypti Jákup Jo­en­ sen Hotel Føroyar, sum fekk navn­ið Hotel Borg. Jákup Joensen sat í bygd­ ar­ráð­num í Sumba í nøkur ár, og í 1994 varð hann valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Suð­u­r­oyar valdømi. Hann sat á tingi til 1998. Í tíðini, Jákup Jo­en­sen sat á tingi fyri Sam­bands­flokk­ ur­in, var Edmund Joesen, for­mað­ur Sambandsfloksins, løg­maður. Fyrst var tað sam­ gonga milluum Sam­bands­ flokk­in, Javnaðarflokkin, Verk­a­mann­a­fylk­ing­ina og Sjálv­stýr­is­flokkin. Í 1996 fór Javn­að­ar­flokk­ur­in úr samgonguni, og Fólka­flokk­ ur­in kom inn í staðin. Saman við Jákupi Joense vórðu sjey onnur fólk vald á ting fyri Sambandsflokkin: Ed­mund Joensen, Jógvan Ing­vard Olsen, Maria Han­ sen, Ivan Johannesen, Finn­ bogi Arge og Bjørn á Heyg­ um. Jákup Joensen búði á røkt­a­r­heim­i­num Hamra­ garði í Vági, nú hann doyði 85 ára gamal. Jákup í Lopra farin Leygarkvøldið mundi end­ að heilt galið, tá farmur varð fluttur umborð á farm­ askipið Eystnes hjá Smyril Line. Tá ein trailari skuldi koyra eina bingju umborð, for skipið brádliga útfrá. Har við fór rampan undan trail­ara­num, ið endaði við at hanga hálvur út av ramp­ uni og niður á sjógv. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur at til­burð­urin nú verður kann­aður, men at eing­in fólka­skaði stóðst av til­ burð­i­num. – Tað vóru fleiri við­ur­ skift­i, ið leiddu til hend­ ing­ina. Skipið var ikki nóg væl bundið, og tá tað sam­ stund­is var ringt veður, nógv­ur vindur og nógvur súður í havnarlagnum, so gekk gal­ið. Tað vit nú kanna er, hví skipið ikki var betri bundið, sigur stjórin í stutt­ ari viðmerking við in.fo. Eftir ætlan ferð Eystnes av Havnini í annaðkvøld. Var ikki nóg væl bundin Við støði í tingpensjónini fáa vit heimsins bestu pensjón Jákup Joensen sat á tingi fyri Sambandsflokkin, meðan Edmund Joensen var løgmaður frá 1994-98. Jákup varð valdur fyri Sambandsflokkin í Suðuroyar valdømi Tað var um hár gjørt, at traiarin ikki fór í havið leygar­ kvøld­ið, tá Eystnes brádliga fór frá landi, tá trailarin koyrid umborð. Tilburðurin verður nú kannaður nærri