týsdagur 12. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í dag eru 120 dagar síðani, at nýggja
samgongan tók við landsins stýri.
Hetta var samgongan, sum skuldi
totalt
reformera
fiskivinnuna.
Samgongan varð mannað við per
sónum, sum ikki kundu góðtaka
politisku útlutingina av fiskiloyv
um, sum Jacob Vestergaard og
Fólkaflokkurin standa fyri.
Í samgonguskjalinum, sum varð
kunngjørt fyri 121 døgum síðani,
skrivar nýggja samgongan soleiðis
um fiskivinnunýskipanina:
»Spekulasjón við privatum keypi
og sølu av fiskirættindum verður
steðgað, og øll fyrisitingin av lógini
um vinnuligum fiskiskap eftirmett.
Ein grundleggjandi nýskipan av fiski
vinnuni verður millum høvuðsmálini
hjá samgonguni. Ein breitt saman
settur arbeiðsbólkur við fakligum
førleikum og vinnuligum royndum
verður alt fyri eitt settur at gera til
mæli til politisku skipanina um ný
skipan í fiskivinnuni frá 1. januar
2018. Meginreglan er, at vinnan skal
virka eftir marknaðartreytum.«
Í
samgongsuskjalinum
verða
nógv mál listað upp, sum skulu fáa
skil upp á fiskivinnuna. Og tá ið til
mælið fyriliggur, vera politiskar
samráðingar millum allar flokkar
á tingi »um at gera eina varandi
semju um fiskivinnuna. Lógarupp
skotið verður lagt fyri Løgtingið í
seinasta lagi á ólavsøku 2016.«
Nógv føgur orð, kann staðfest
ast. Men hvar blívur allur tann
góði politikkurin av? Høgni Hoydal
hevur nú gjørt júst tað sama, sum
hann hevur funnist at Jacobi Vest
ergaard og Fólkaflokkinum fyri at
gera.
Fólkaflokkurin er nú settur utt
an fyri alla politiska ávirkan, so tá
átti at verð lagað manni hjá Tjóð
veldi og nýggju samgongu »at fing
ið skil á«. Men tað gongur ikki fyri
seið. Ella, sum Jacob Vestergaard so
speiskliga tók til: »Høgni etur tað,
hann sjálvur hevur havnað«.
Jú, sjálvandi tekur tað tíð at
finna fólk at seta í eina slíka nevnd.
Og jú, sjálvandi tekur tað tíð at
forma politikkin og finna semjur
og gera uppskot klárt at leggja fyri
tingið. Men harfrá so til at einki
hendir – at einki at síggja til er
hent, tað er ørkymlandi og skapar
órógv.
Tað sigur seg sjálvt, at ein fiski
vinnunýskipan má gerast við skili,
og at tað skulu góð evni til at finna
semju millum allar partar í vinnuni
og í politisku skipanina. At finna ta
nýskipanina, sum ikki kollrennir
vinnuna, sum er betri fyri samfel
agið sum heild, og sum bæði vinna
og báðir veingirnir í politisku skip
anini kann liva við.
Tað tekur sjálvandi tíð. Men tá tú
hevur sitið so leingi uttan ávirkan
og funnist at, so mátti tað ikki tik
ið hundraðdals dagar hjá nýggja
landsstýrinum at manna nevndina,
sum skal forma politikkin.
Høgni – nú eru bara
197 dagar eftir til ólavsøku!
120 dagar ikki nokk høgni?
Lóg
loysi
meðan
vit bíða
Ólavur W. Høgnesen
Kjak síða 18
Trygg
ing tekur
í egnan
barm
Jóhann Petersen
Kjak Síða 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
»Øll hava rætt til góð barna
ár« er samrøðubólkar fyri
børn og ung ið hava foreldur
við rústrupulleikum.
Nýggir bólkar byrja aftur
í janar 2016.
Endamálið við bólkunum
er millum annað at geva
børnunum og teimum ungu
møguleika til at:
– Uppliva at tey ikki eru
tey einastu, sum hava foreld
ur við rústrupulleikum.
– Tosa við onnur í líkn
andi støðu um sínar kenslur
og tankar.
– Skilja, at tað ikki er
teirra skuld, at foreldrini
nýta rúsdrekka/rúsevnir, og
at tað ikki er teirra ábyrgd at
fáa tey at gevast.
– Fáa kunnleika um tað at
vera bundin av rúsevnum, og
at fáa eina fatan av, hvat tað
er sum hendir við foreldrum,
ið eru bundin av rúsdrekka/
rúsevnum.
Bólkarnir eru skipaðir
fyri fólkaskúla- og miðnáms
aldrinum, og verða settir
saman eftir aldri, soleiðis at
tey í bólkinum eru um sama
aldur. Bólkarnir hittast ann
an hvønn hósdag kl. 15 -17.
Áhuga kunnu fáa meira at
vita við at ringja 770708 ella
770709 ella skriva ein teldu
post til bolkar@blakross.fo
»Øll hava rætt
til góð barnaár«
– Eg havi fingið spýggjandi
vaml fyri politikarum og eri
ikki longur limir í nøkrum
flokki!!!
Soleiðis skrivar Ingi Sør
ensen, froskmaður, mynda
maður og fyrrverandi val
evni hjá Tjóðveldinum.
Tað eru tíðindini um, at
Páll á Reynatúgvið hevur
tryggjað sær 46.500 kr um
mánaðin í pensión, tá hann
fer frá fyri aldur, sum hevur
fingið Inga Sørensen at fáa
vaml fyri politikarum...
Ingi tímir ikki politikk meira
Fólakflokkurin hevur end
urreist
gamla
málgagnið
Dagblaðið – ikki í prenaðari
útgávu, men á internetinum.
Og har eru mangt og hvat
at lesa, tó at tað ikki altíð er so
nógv høpi í. Gløggu speiini hjá
Óla Breckmann í sínari tíð eru
ikki at síggja, men aðrir royna
at gera honum kynstrið eftir,
tó at tað í rættiliga stóran mun
er av handahógvið merkt.
Tað gav at bíta stutt fyri
jól, tá Dagblaðið avdúkaði, at
Páll á Reynatúgvu hevði slitið
tingfundin – tí at samgongan
fór at viðgera eina áheitan frá
Jenisi av Rana um at leggja frá
sær. Hetta skrivaði málgagnið
í ramast álvara.
Og í gjár var stóra søgan, at
Heðin Mortensen hevði váttað
fyri fólkafloksmálgagninum,
at muslimar broyta matin á
barnagørðum:
– Muslimar fáa meira og
meira vald, eisini í Føroyum.
Seinasta er, at muslimar nú
leggja barnagørðunum í Havn
í lag, at broyta matin, so hann
er »muslimskur«.
Ilt er at skyna ímillum, um
hetta er býtt ella óreint – ella
kanska bæði.
– Hvørjum líkist tað, at eitt
barn hjá muslimi skal gera av,
hvat 50 føroysk børn skulu
eta, spyr málgagnið, sum sig
ur, at Heðin Mortensen váttar,
at so er. Men sambært Heðini
Mortensen sjálvum, so er
støðan beint tann øvugta, at
so er ikki.
Dagblaðið: Muslimar valdið
á barnagørðum í Havn