týsdagur 12. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eitt mál, sum var skrumblað ígjøgnum gevuyr nú stórar trupulleikar
TEY MINNISVEIKU
DETTA NIÐUR ÍMILLUM
LAND OG KOMMUNUR
ELDRAØKIÐ
Árni Gregersen
At leggja eldraøkið út til
kommunurnar at umsita, var
ikki nóg væl fyrireikað.
Tað
staðfestir
lands-
stýriskvinnan við heilsu-
málum,
Sirið
Stenbergh,
Tjóðveldi, í dag í sambandi
við, at trætur hava tikið
seg upp í sambandi við
heimarøkt av sjúkum, sum
ikki eru 67 ár ella meira.
– Tað var heilt greitt,a t
øll heimarøktin var løgd út
til kommunurnar – ikki bert
røktin av teimum, sum eru
meira enn 67 ára gomul, sigur
Sirið Stenberg nú.
Landsstýriskvinnan sat
sjálv í trivnaðarnevndini tá
ið máliðå fekk viðgerð har.
Saman við Bjørt Samuel-
sen, Tjóðveldi, og Rigmor
Dam,
Javnaðarflokkuyrin,
gjørdi hon eitt minnilutaálit,
har tær søgdu, at flokkar
teirra,
Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi, taka undir við,
at eldraøkið verður lagt til
kommunurnar, tá ið allar
fyrireikingar
eru
gjørdar
lidnar og út í æsir.
Teir skrivaðu, at málið
ikki var rokkið enn, tí
- at
fíggingin
er
ógreið
– bæði leisturin og upp-
hæddin –
- at játtanin til eldraøkið
frammanundan er skorin
inn á bein og tørvar stóra
uppraðfesting og saman-
sjóðing –
- at latið verður upp fyri
privatisering av sjálvari
røktini - at einki minsta-
mark er ásett viðvíkjandi
tænastu-støðinum –
- at einki eftirlit verður við
dygd og tænastu – eiheldur
kærumøguleikar –
- at eingi faklig krøv verða
ásett í lógini – hvørki í
mun til almenna ella evt.
privata partin –
- at heimarøktin og end-
urmenningin liggja í anda-
leypi, og tí hava bráfeingis
tørv á íløgum –
- at eingin trygd er fyri,
at ójavnin í tilboðunum
ymsastaðni í landinum
ikki veksur
- at
kommunurnar
eru
framvegis
ikki
lagdar
saman í fáar sterkar og
virkisførar eindir.
Í álitinum siga tær eisini,
at ein bági við uppskot-
inum er, at ógreitt er, hvat
kommunurnar
í
ver-leik-
anum taka á seg. Hóast
sagt verður, at talan er um
eldraøkið,
er
veruleikin,
at øll tann primera heilsu-
tænastan verður løgd út.
Uppskotið sigur eisini,
skriva tær tríggjar, at komm-
unan veitir tænastu til allar
borgarar, men aðrastaðni,
at tænasta bert verður veitt
fólka-pensjónistum.
Hetta
ger
uppgávuna
ógreiða, og økir um vandan
fyri, at borgarar detta niður
ímillum í markamótum
Stórar uppgávur
Uppgávurnar hœjá komm-
ununum eru vaksandi í
løtuni. Til dømis vísir tað seg
nú, at vit hava eini 800 fólk,
sum eru minnisveik ella hava
Alzheimer.
Hetta eru fólk, sum ofta
eru yngri enn 67 ár, og sum
kommunurnar
gjøgnum
vanligu heimarøktina eiga at
taka sær av, men sum tær nú
siga seg mangla fígging til.
Í lógini, sum leggur eldra-
økið út til kommunurnar
er tað eisini soleiðis, at øll
onnur heimarøkt fylgir við.
Tað er júst her trupulleik-
arnir vísa seg nú.
– Hetta málið skal loysast
umgangandi
og
noyðist
landið at spaða eitt sindur
til, so mugu vit gera tað, sigur
Sirið Stenberg.
–
Tað
hjálpir
hvørki
teimum sjúka ella teirra
avvarðandi, at vit keglast
um, hvørt tað er landið
ella
kommunurnar
sum
skulu
gjalda.
Tað
eru
somu
skattgjaldarar,
sum gjalda bæði lands og
kommunuskatt, so hetta skal
bara loysast, sigur hon.
Sirið
Stenberg
leggur
afturat, at tey í løtuni eru í
ferð við at rudda upp og fáa
loyst teir trupulleikar, sum
eru óloystir á økinum – fyrst
og fremst fleiri markamót
millum land og kommunur.
– Málið var skrumblað
ígjøgnum. Tað gjørdu vit
sum minniluti í nevndini
vart við. Nú eru trupul-
leikarnir her – og teir mugu
vit so loysa so skjótt sum
gjørligt og á besta hátt, sigur
landsstýriskvinnan.
Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Stenbergh, Tjóðveldi