Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Eitt samtak við SCP Neptune International hevur gjørt íløgur í fyri­tøk­una fyri 171 milliónir krónur. Handan samtakið eru belgiski ríkmaðurin Christophe Navarre, Skype-milliarder­ urin Janus Friis, umframt grunn­arnir Seed Capital, Creandum og Balderton Capital. Tað skrivar borsen. dk. Talan er um ein av tungu harrunum í vínídnaðinum, ið nú hevur spýtt pening í fyri­tøkuna, og tað fegnast stjórin um. – Vit hava leingi ynskt, at fáa ein persón frá vín­ídn­að­ inum við í verk­ætlanina, og við Christophe Navarre fáa vit ein av tungu harrunum við í leiðsluna. So vit eru sera fegnir, endurgevur Børsen Heini Zachariassen fyri at siga. Við nýggju íløguni hava íleggjarar síðani 2013 gjørt íløgur fyri eina kvarta milliard í fyritøkuni. Nú er fyri­tøkan eisini klár til nýggj ævin­týr. – Nú hava vit prógvað, at vit hava ein umsetning, vit hava 50 starvsfólk, og novemb­er mánaði var næst­ an lønandi hjá Vivino. Tað vit nú gera, er at víðka um handils­partin og byrja í tíggju nýggjum londum í ár. Við heimasíðuna Venture­ Beat sigur eitt starvsfólk í fel­ag­num, at appin hevur umleið 13 milliónir brúkarar í løtuni, men málið er, at hava 25 milliónir brúkarar við endan av 2016, og hareftir at vaksa við 50 milliónum brúk­ arum um árið. danjal@sosialurin.fo FØROYSKT UPPFINNILSI FÆR 170 MILLIÓNIR Altjóða íleggjarar hava í dag gjørt eina risaíløgu í fyritøkuna Vivino, har føroyingurin Heini Zachariassen er stjóri Tað kostaði 76 ára gamla manninum 3.000 krónur at fólk í tveimum førum sóu hann, meðan hann hevði samlegu við hundar, sum hann ikki sjálvur átti Samlega við hund kostar 1.500 krónur Danjal av Rana Málið var fyri í oktobur mán­að, tá maðurin var ákærdur fyri blygnaðar­ skemd og nýtslutjóvarí. Í tveim­um førum høvdu fólk sæð hann havt samlegu við hund og í einum føri við seyð. Í Føroya rætti var mað­urin dømdur fyri blygn­ aðar­skemd, tí fólk høvdu sæð hann og fyri nýtslu­ tjóvarí, tí tað vóru ikki hansara egnu hundar. Fyri hendingina við seyðinum var hann fríkendur. Tó at dómur fall í oktobur, so var eingin revsing ásett tá. Síðani dómur fall í oktobur, hevur maðurin verið til persónskanning hjá kriminalforsorgini, og nú var klárt at áseta revs­ ing­ina. Ákærin bað um at mað­urin fekk eina bót á ikki undir 5.000 krónur fyri blygnaðarskemdina, um­framt ein treytaðan fongsuls­dóm í 7 til 14 dagar fyri nýtslu­tjóvarí. Hon vísti til nakrar líknandi dómar í Dan­mark, men mátti ásanna, at torført var at finna nakran dóm, ið var heilt meinlíkur hesum. Verjin hevði funnið fram til somu dómar, men metti als ikki, at hetta málið kundi samanberast og kravdi tí væl linari revsing. Hann var samdur í, at ein bót var rætta revsingin fyri blygnaðarskemdina, men hon skuldi ikki vera meiri enn 1.000 krónur metti hann. Hann helt held­ur ikki, at tað var rætt at krevja fongsulsrevsing fyri nýtslu­ tjóvarí, tí talan ongan­tíð var um at varð­veita hundarnar, men einans nýtsla eina lítla løtu. Tìskil helt hann, at ein bót eisini var passandi í hes­ um føri. Verjin heitti eisini á dóm­ aran at taka atlit til høga aldurin á dømda manninum um­framt hansara av­mark­ aðu fíggjarligu støðu. Dómarin valdi at geva hon­um 6 dagbøtur á 500 krón­ur í bót, umframt at hann má rinda sakar­ máls­kostnaðin. Hann var samd­ur við sakførarunum báðum, at ein bót er rætta revs­ingin fyri blygnaðar­ skemd­ina og metir eisini, at nýtslutjóvaríið skal revsast við bót. Hann sigur, at talan var einans um nýtslu eina lítla løtu og tí er ikki rætt at døma mannin í fongsul fyri hetta. Dómarin segði eis­ini, at hann hevði tikið atlit til fíggjar­støðuna hjá mann­ inum. danjal@sosialurin.fo