týsdagur 12. januar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
10
Sosialurin
Vinnuligur og politiskur
kappi farin
Átta dagar inni í nýggja árinum
andaðist
Jákup
Joen-sen,
fyrrverandi
løgtings-maður
og
vinnulívsmaður. Hann varð vanliga
nevndur Jákup í Lopra.
Jákup náddi høgan ald-ur og var
86 ára gamal, nú hann legði árarnar
inn. Føð-ingardagurin var 21. sep-
tember 1929, og hann varð føddur
í Sumba.
Jákup var sonur Poul Sofus
Joensen og Paulu Sofie Joensen
og
búði
barnaárini
í
Sumba.
Hann tók students-prógv í 1950,
skiparaprógv í 1953 og stýrimans-
og skips-føraraprógv í 1956. Soleiðis
varð hann væl skúlaður til vinnu á
sjónum.
Seinni búsetti Jákup seg í Lopra,
og fór undir vinnuligt virksemi, her
reið-aravirksemi, og nógv munnu
minnast ”borgirnar” úr Vági. Fyrsti
trolari Jákups, "Akra-borg", varð
bygdur í Sunn-møre í Noreg í 1961.
Eisini í Føroyum lat hann byggja
skip.
Vinnuligur kappi
Jákup í Lopra sá allar sínar
dagar tað ovurhonds neyðuga í,
at Føroyar skulu standa seg væl
vinnuliga, tí inntøkur frá vinnuni
eru týðandi partur av grundar-
lagnum undir samfelagnum og
felags vælferðini.
Tað lá í hansara DNA at skipa
fyri, og í 1977 tók hann saman við
øðrum stig til at byggja Polarfrost í
Vági, har hann gjørdist stjóri.
Í 1985 keypti hann Hotel
Føroyar í Havn og gav tí navnið
Hotel Borg.
Bæði
hotel,
skip
og
virki
fóru tíverri av knóranum undir
bankakreppuni,
sum
rakti
samfelagið fyrst í 1990-árunum.
Millum
seinastu
vinnu-ligu
framtøkini hjá honum var at
seta felag á stovn í Lopra, sum lat
kelduvatn úr Suðuroynni í tangar
og seldi tað kring landið. Hetta
virksemið seldi hann í 2012, og sum
heild er Jákup mintur sum ein
góður arbeiðsgevari
Jákup var ein sannur kappi, ein
kempa í føroysk-um vinnulívi, tá
hann var uppá tað besta, og nógvir
føroyingar hava vunnið sítt breyð í
frambræðinum hjá Jákupi í Lopra.
Sambandsmaður
um ein háls
Jákup
Joensen
var
eisini
uppi í politikki og hevði sæti í
bygdarráðnum í Sumba í nøkur
ár, og í 1994 valdu suðuroyingar
hann á ting fyri Sambandsflokkin.
Hann var tingmaður í fýra ár í
skeiðinum, tá ið Edmund Joensen
var løgmaður Før-oya.
Í politikki hevði Jákup sínar
egnu og sjálvstøðugu politisku
meiningar
innan
fyri
allan
sambandspolitikk, og hann var
ongantíð ræddur fyri at bera tær
fram í almenninginum. Hann sá
og talaði eisini til fyrimuns fyri
Ríkisfelagsskapin og týdningin
av honum fyri menningina av
føroyska samfelagnum.
Politikkur
–
viðgerðir
og
avgerðir – er tíðum drúgv-ur leikur,
og nógv ymisk sjónarmið skulu
saman-sjóast og kompromis finn-
ast. Hetta var stundum møtimikið
hjá Jákupi, ið sum vinnulívsmaður
var vanur við færri orð og meira
handling.
Jákup
í
Lopra
hevði
sum
vinnulívsmaður
stórt
innlit
í føroyska vinnu, og tað kom
flokkinum til góðar í politiska
arbeiðinum. Sam-bandsflokkurin
hevði við hesum ein politikara við
góðum innliti og forstáilsi fyri tí,
ið vinnan hevði tørv á. Sum sosial-
liberalur
politikari
vildi
hann
eisini eitt gott og rímiligt samfelag
fyri allar borgarar, har ið ein sterk
hond er undir veikum bólkum í
samfelagnum.
Politisk og vinnulig
fyrimynd
Sjálvt um Jákup Joensen ráddi
sjálvur í vinnuligum samanhangi
og á egnum fyritøkum, var hann
altíð semjusøkjandi í Løgtingin-um,
hjálpsamur og konstruktivur til at
loysa trupulleikar.
Fyri Sambandsflokkin hevði
Jákup stóran týdning, og flokkurin
virðir hansara týðandi leiklut.
Gott er við greiðum og erligum
meiningum, eisini í politikki, og
eftirspurningur er altíð eftir slíkum
persón-um, ið natúrliga eru hollir
samfelagsberarar.
Hann hevur sett síni týðuligu
og sjónligu spor í samfelagnum og
í heimliga umhvørvi sínum.
Fjørðurin rógvin
Undir
løgtingsvalstríðnum
í
fjør
vóru
valevnir
hjá
Sam-
bandsflokkinum um landið alt, og
vit vitjaðu eisini sjúkrasongina hjá
Jákupi á Sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Hóast viknaður sást fram-vegis
virksemisglóðin í eyg-um hansara,
og vit fingu eitt gott seinasta prát.
Seinastu tíðina búði Jákup á
røktarheiminum
Hamragarði
í
Vági, har ið tey vóru væl um hann.
Tómrúmið eftir Jákup verður
eyðvitað stórt hjá tykkum, ið eftir
sita, men tað er helst ein uggi í
tankanum um, at hann livdi eitt
fult og langt lív.
Sambandsflokkurin
ber
við
hesum Jákupi í Lopra eina seinastu
heilsan.
Hvíl í friði góði stríðs-felagi.
Tú var av sonnum Føroy-um ein
góður sonur.
Bárður Nielsen
Formaður Sambandsfloksins
NØVN