týsdagur 12. januar 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
SILVA LIRA SKORAÐI ÁRSINS MÁL 27 ára gamli Wendell Silva
Lira skoraði ársins mál. Tað bleiv ikki Lionel Messi, sum fór avstað
við Puskas heiðrinum, sum er fyri at skjóta flottasta málið. Tað
bleiv hinvegin brasilski Wendell Silva Lira, ið vann heiðurin við 46.7
prosentum av atkvøðunum. Málið skoraði hann fyri Goianésia.
Við undirtøku frá øllum føroysku umboðunum, vann
Lionel Messi FIFA Ballon d’Or 2015. Hetta er fimtu ferð,
at bóltsnillingurin úr Argentina vinnur heitið. Messi
og Ronaldo atkvøddu ikki fyri hvørjum øðrum
Tróndur Arge
Mánakvøldið
var
stóra
Ballon d’Or gallatiltakið hjá
altjóða fótbóltssamgonguni
og
tíðarritinum
France
Football. Sum væntað bleiv
tað Lionel Messi, sum vann
gullbóltin fyri fimtu ferð.
Hann hevur vunnnið tað í
2009, 2010, 2011, 2012 og nú í
2015. Argentinski liðskiparin
vann heiðurin frammanfyri
Cristiano
Ronaldo
úr
Portugal og Real Madrid, og
liðfelaganum úr Barcelona,
brasilska Neymar.
Messi er søguligur
Lionel Messi hevur vunnið
gullbóltin fleiri ferðir enn
nakar annar. Hetta er fimtu
ferð, og tað er tvær ferðir
fleiri enn Cristiano Ronaldo,
sum saman við eitt nú Johan
Cruyff, Michel Platini og
Marco van Basten, umframt
Cristiano Ronaldo.
Lionel Messi hevur hetta
kappingarárið vunnið heili
fimm gullheiðursmerki við
FC Barcelona. Felagið vann
landskappingina,
steypa
kapping
og
Champions
League. Síðani hevur felagið
vunnið Super Cup, sum
er dysturin móti Europa
League
vinnarunum,
og
World Club Cup, sum er HM
fyri lið. Einasta heitið, su
Barcelona ikki hevur vunn
ið hetta kappingarárið er
spanska stórsteypið. Har
tapti Barcelona fyri Atletic
Bilbao.
Atkvøddu ikki fyri
hvørjum øðrum
Sermerkt
fyri
atkvøðu
greiðsluna aftur hesa ferð er,
at Lionel Messi og Cristiano
Ronaldo ikki atkvøða fyri
hvørjum øðrum. Lionel Messi
atkvøddi sum liðskipari fyri
Argentina. Hann atkvøddi
fyri liðfeløgunum í Barce
lona, Luis Suarez, Neymar
og Andrés Iniesta.
Cristiano Ronaldo er eins
barnsligur og Lionel Messi,
og vil ikki viðurkenna mót
part. Portugisiski liðskiparin
atkvøddi fyri liðfeløgunum
í
Real
Madrid,
Karim
Benzema, James Rodríguez
og Gareth Bale.
Somuleiðis valdi James
Rodríguez,
liðskipari
hjá
Kolumbia, bara at atkvøða
fyri Real Madrid
spælarum,
við
Cristiano
Ronaldo
sum nummar eitt.
Tí er talan um eina í
fleiri førum taktiska
atkvøðugreiðslu.
Eisini velja fleiri at
atkvøða við hjartanum. Eitt
nú Robert Lewandowski,
liðskipari
hjá
Póllandi.
Hann valdi bara spælarar
úr Bayern Munchen. Ikki tí
at Manuel Neuer, Thomas
Muller og Arturo Vidal ikki
eru góðir spælarar, men teir
koma nokk ikki heilt upp
á knøini á Lionel Messi og
Cristiano Ronaldo.
Fleiri umboð úr Afrika
hava eisini atkvøtt fyri Yaya
Toure sum besta spælaran í
heiminum í 2015.
SOLEIÐIS ATKVØDDU FØROYSKU UMBOÐINI:
Lars Olsen
føroyskur landsliðsvenjari
1 Lionel Messi (FC Barcelona/Argentina)
2 Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal)
3 Neymar (FC Barcelona/Brasil)
Fróði Benjaminsen
liðskipari á føroyska landsliðnum
1 Lionel Messi (FC Barcelona/Argentina)
2 Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal)
3 Neymar (FC Barcelona/Brasil)
Tróndur Arge
føroyskt fjølmiðlaumboð
1 Lionel Messi (FC Barcelona/Argentina)
2 Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal)
3 Luis Suárez (FC Barcelona/Uruguay)
FÓTBÓLTUR
HEIMSINS
BESTI FYRI
FIMTU FERÐ
Lionel Messi