týsdagur 12. januar 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 11. JANUAR 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Øll eru vælkomin í Pálshøll
Pálshøll er fyri øll – frá yngst til elst. Hetta er høllin fyri familjuna, feløgini
og arbeiðsplássini, og her eru nógvir ymiskir pakka-møguleikar
Vilmund Jacobsen
Tað er heimasandsmaðurin, Sigurð
Marner Simonsen, sum er dagligur
leiðari av Pálshøll í Vági, sum hin 17.
oktober í fjør alment læt dyrnar upp.
Sigurð er giftur og býr í Vági. Hann
er útbúgvin fysioterapeutur og hevur
starvast á Hamragarði, sum er ellis
heimið í Vági.
Leiðarastarvið í Pálshøll er eitt
hálvtíðarstarv, og Sigurð starvast nú
hálva tíð í høllini og hálva tíð sum
fysioterapeutur á Hamragarði.
Ein familjuhøll
Í Pálshøll eru nógvir møguleikar, og
hetta er ikki minst ein høll, ið hevur
nakað til alla familjuna – frá tí yngsta
til hin elsta.
Í fyrsta lagi er talan um langhylin
og barnahylin, og haraftrat er høllin
karmur um vælverudepil og venjingar
miðstøð.
Umframt leiðaran, eru tríggir fastir
lívbjargarar og tríggir avloysarar sum
lívbjargarar knýttir at høllini.
– Her eru tvey viðgerðarrúm, og vit
hava eitt toymi við eitt nú massørum
og ergoterapeutum, sum altíð kunnu
leiga seg inn og bjóða sínar viðgerðir.
Sigurð Marner Simonsen sigur, at
møguleikarnir í Pálshøll eru næstan
óendaligir hjá fólki, familjum, feløg
um, fyritøkum og stovnum.
– Vit hava havt familjudag, og
vit hava selt pakkar til bólkar, har
fólk hava høvi at lata seg forkela við
svimjing, venjing og vælveru - júst, so
leiðis sum tey sjálvi ynskja tað.
Dagligi leiðarin vísir á, at umframt
nevndu møguleikar, eru eisini sauna,
dampbað og heitur pottur í høllini.
– Høvi er at ferðast runt og at
njóta teir vælverumøguleikar, ið fólk
ynskja sær.
Sigurð vísir á, at kafé-økið eisini
riggar ómetaliga væl.
– Her ber til at seta seg við onkrum
etandi og leskandi eftir svimjing ella
venjing, og her kunnu foreldur, ommur
og abbar sita og hugna sær, meðan
børnini svimja. Úr kafé-økinum sæst
niður yvir svimjihylin, og her kanst tú
sita og hyggja eftir børnunum.
Hann vísir á, at tað altíð eru tveir
lívbjargarar til arbeiðis í senn, og tí
eru børnini í tryggum hondum í svimji
hylinum.
– Høvi er eisini hjá foreldrum, sum
hava hug at venja fitness, at fylgja
børnunum undir venjingini. Úr venj
ingarhølunum sæst gjøgnum stórar
rútar út í svimjihylin, og tí er eisini høvi
at fylgja børunum, meðan vant verður.
Skipað hevur eisini verið fyri væl
verukvøldi við seinkvøldarsvimjing við
dempaðum ljósi.
– Slík tiltøk eru sera hugnalig, og
her kundu tey, sum við vóru, fáa alt
borið upp í hendurnar, umframt at tey
luttakandi eisini kundu fáa massagu
og aðrar tænastur eftir tørni - alt eftir,
hvat tey høvdu bílagt sær til kvøldið.
Ein spennandi tíð
Sigurð Marni Simonsen sigur, at Páls
høll eisini hevur góðar møguleikar at
bjóða arbeiðsplássum, fyritøkum og
stovnum øðrvísi starvsfólkadagar, ið
tey kunnu seta saman eftir egnum
ynski og tørvi.
– Vit hava havt vitjan av arbeiðs
plássum og fleiri føroyskum feløgum,
og tað eru eisini útlendsk feløg, sum
ætla sær til Vágs á venjingarløgu. Um
hálvan februar fáa vit vitjan úr Dan
mark, og í páskafrítíðini fáa vit vitjan
úr Noregi. Hetta eru feløg, sum koma
higar á venjingarlegu.
Hann sigur, at Pálshøll eisini hev
ur samstarv við felagið, sum eigur
smátturnar, ið bygdar eru við sandin
í Vági. Fimm smáttur eru komnar upp
at standa, og fimm aðrar eru ávegis.
– Her arbeiða vit við pakkum, har
bólkar kunnu keypa venjing og uppi
hald umframt aðrar tænastur, ið
Pálshøll hevur at bjóða.
Dagligi leiðarin heldur, at tíðin,
sum liggur fyri framman, teknar seg
ógvuliga væl, og hann gleðir seg til at
bjóða øllum – bæði nær og fjar – væl
komum í Pálshøll.
Tey, sum hava hug at spyrja seg fyri
og vilja vita neyvari um møguleikarnar
í Pálshøll, kunnu venda sær til Sigurð
Marner Simonsen á tlf. 781000
Kunning kann eisini lesast á
heimasíðuni www.palsholl.com
vilmund@sosialurin.fo
– Tíðin, sum liggur fyri framman,
teknar seg ógvuliga væl, og vit gleða
okkum at bjóða øllum – bæði nær og
fjar – vælkomum í Pálshøll, sigur Sigurð
Marner Simonsen, dagligur leiðari