týsdagur 12. januar 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 11. JANUAR 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Dánjal Petersen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Øðrvísi, áhaldandi og spontanur.
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
BMW og Toyota.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Nokia old school.
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Summarfrítíðin í Danlandi við
familjuni í fjør var góð.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
»Einki kemur av sær sjálvum«.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Heildini.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Wife happy – life happy. Táið
konan er glað, so er alt gott.
HVAT STRESSAR TEG?
Tað er so nógv – men kanska serliga tá ið eg
ikki nái tey tingini, ið eg havi sett mær fyri.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Ræstur fiskur og epli við garnatálg.
HVAT GLEÐIR TEG?
At eg eri frískur og havi so dugnalig
starvsfólk aftrat mær.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At náa einum sølumáli sum bleiv
sett fyri góðum ári síðani.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Hjá UNO.
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Tað má hava verið tí, at eg bleiv bitin av
handilslívinum. Spenningurin og møguleikin
fyri vinningi vakti mín ans og at standa á
egnum beinum og at kunna avgera sjálvur,
hvørji stig fyritøkan skal taka. Hetta er
tað, ið eg altíð havi droymt um. So eg
bleiv júst mintur á, at eg livi mín dreym.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tað má vera, tá ið eg stóð í læru hjá
Idé Møblum og spurdi ein kendan
prædikumann úr Klaksvík, hvussu dóttir
hansara æt. Hann smíltist, tók um
hana og segði: »Hetta er kona mín«.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Øllum og ongum.
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Tað má vera el, tí alt frá matgerð til
samskifti er tengt at streymi.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Uttan iva UNO.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Hav eitt fast stað til lyklarnar, og
hav teir allar í einum lyklatyssi. So
verða teir ikki burtur, trúgv mær.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Vit hava havt bæði kettur og hundar, men
tað rýmir alt. Men í løtuni hava vit bert
fiskar í akvarium, teir fara so ongan veg.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Tað sama sum eg geri í dag.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Roynt at keypt fótbóltsfelagið B36 og
møguliga sett pengar í Smyril Line.
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Her er so trygt at vera, tí vit hava so
lítið av kriminaliteti. Og sum heild haldi
eg, at samfelagið fungerar væl.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Vónandi í Føroyum og geri tað sama sum
eg geri nú, bara í einum størri formati.
Einki kemur av sær sjálvum
El er besta
uppfinningin
– tí alt frá matgerð
til samskifti er
tengt at streymi