týsdagur 12. januar 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 11. JANUAR 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa
Nógv hava
samband við
læknan
Seinastu 12 mánaðirnar hava 76
prosent av teimum spurdu í Fólka
heilsukanningini verið hjá komm
unulækna. Uppgerðin vísir, at fleiri
kvinnur enn menn hava verið hjá
lækna seinasta árið. Ein partur av
hesum hava fingið fyribyrgjandi
heilsuráð um sína heilsu. 18,8%
hava fingið ráð um at røra seg
meira, 11,9% at fara aftur í vekt,
11,7% at taka tað meiri róligt og
7,7% at gevast at roykja.
Tey yngru og
eldru røra seg
minst
19 prosent av teimum spurdu
í Fólkaheilsukanningini siga, at
tey røra seg lítið og einki í frítíð
ini. Lutfalsliga eru tað í aldurs
bólkunum 18-24 ár og 75 ár og
eldri, at tey flestu, sum røra seg
lítið og einki, eru at finna. 53
prosent av teimum spurdu svar
aðu, at tey ganga, súkkla ella
takast við lætt urtagarðsarbeiði
nakrar tímar um vikuna.
Heilsumyndugleikar mæla til,
at vaksin fólk røra seg í minsta lagi
30 minuttir um dagin.
Ímynda tær
teg sunnari
At ímynda sær, ella síggja nakað fyri sær, leysliga umsett frá fremmanda
orðinum »visualisera«, er ein háttur, sum verður brúktur til at fáa tað betur
Móti møði og pínu
Ert tú móð ella
hevur ilt í kroppinum,
ímynda tær so
brúsandi vatn, sum rennur
ígjøgnum kroppin frá høvur
til tá, bæði innaní og uttaná.
Hugsa ikki, at tað ber ikki til
í veruleikanum, royn bara at
halda fast í myndini og hygg
at henni.
Móti strongd
Set ella legg til væl
til rættis. Ímynda
tær, at tú situr
við sjóvarmálan. Tú ert
einsamøll. Einastu ljóðini
eru aldututl, lotið er mjúkt
og tjøldrini láta. Tú kennir
hitan frá sólini og hevur tað
so deiligt. Halt fast í hesi
kensluni so leingi tú vilt.
Spakuliga merkir tú, hvussu
strongdin lætnar.
Móti angist
Lat frið falla á teg,
blunda og síggj fyri
tær støðuna, sum ger
teg bangna. Ímynda tær teg
sjálva í hesi støðu, har fólk
bíða eftir tær, og tú ert púra
rólig. Ivast ella drálar tú, so
bíða tey smílandi eftir tær.
Ímynda tær, at tú hevur góða
tíð, ert rólig og alt gongur
júst sum tað skal. Halt fast í
hesi mynd so leingi tú kanst,
og hugsa hana fram aftur
fleiri ferðir.
Móti móðum eygum
Hevur tú sitið leingi
við telduna, ella tað
svíður í eygunum, so
er hendan venjingin góð:
Blunda í nakrar minuttir.
Ímynda tær at stórar,
mjúkar kavaflykrur detta
bleytt á eygnalokini, og
at kavaflykrurnar kennast
stillandi fyri eyguni og linna
sviðan.
Móti svøvnloysi
Legg teg og lat frið
fella á teg. Kenn friðin
í øllum kroppinum.
Ímynda tær ein blómuteig,
ella ein urtagarð, sum tú
kennir. Tú ert einsamøll og
alt andar í friði. Tú hoyrir
ljóðini frá mjúka lotinum og
onkra flugu surra. Tað angar
so væl frá blómunum rundan
um teg. Tú veitst at skjótt
setur sólin og kroppurin
kennist tyngri. Skjótt svevur
tú.
Um Irmu Lauridsen
hevur givið út fleiri bøkur, millum
annað »Tænk dig til det hele,
Visualisering – guide og ideer« og
»Tænk det – skab det«.
Meira fæst at vita á:
irmalauridsen.dk
1
2
3
4
5
(Kelda: »Tænk dig til det hele«
eftir Irma Lauridsen)
Veitst tú, at bláber innihalda nógv av
antioxidantum, sum tálma holdinum
at eldast?
Heilsugóðu
bláberini
Juicemaskinur og blendarar
Tímir tú ikki at standa við hondpressaranum og kroysta saftina úr fruktunum,
so fáast juicemaskinur og blendarar í nógvum ymiskum sløgum og
í øllum prísum.
Brúkar tú blendara, so fært tú fruktkjøtið við,
sum er gott fyri sodningina.
So hevur tú ikki rættiliga hug at eta
nógva frukt, so kanst tú við at blenda
ella pressa fruktirnar skjótt
og lætt fáa størri
mongd av frukt
niðurum.
Hugsa tær til at fáa betur bara við at ímynda tær ávísa støðu øðrvísi?
Tað er júst tað, danska Irma Lauridsen hevur skrivað bøkur um. Hon sigur seg
altíð hava brúkt visualisering sum hátt at koma lættari ígjøgnum ymsar støður.
Ítróttarfólk á høgum støði og vinnulívsfólk brúka visualisering sum virkið
amboð.
Tað góða við hesum háttinum er, at øll kunnu brúka hann, hann kostar onki
og møguleikin er altíð til staðar.
Irma Lauridsen vil vera við, at hjálpast kann upp á trupulleikar av strongd,
kropsmøði, pínu, angist, troyttum eygum og eisini svøvnloysi.
Niðan fyri eru fimm ymiskar venjingar, við hugskotum, hvussu tú kanst gera: