týsdagur 12. januar 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 11. JANUAR 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa
Tú verður sum
eitt nýtt menniskja
– Her fært tú vælverutilboð til ein hvønn tørv og viðskiftafólk, sum keypa sær tænastur hjá okkum, kenna
seg frísk og nýggj, tá tey fara avstað aftur, sigur Maria Vilhelmsen, sum eigur og rekur Cosméto
Vilmund Jacobsen
Vakurleika-og
vælverustovan
Cosméto húsast í hugnaligum hølum
á Tinghúsvegi 55 í Havn. Hølini liggja
væl fyri í býnum, mest sum beint yvir
av Meinigheitshúsinum við og eitt
hanagleiv frá SMS.
Tað er Maria Vilhelmsen, sum eigur
og rekur Cosméto, og við nógvum ára
royndum – at kela fyri sinni og skinni -
dugir hon síni ting í eini vakurleika-og
vælverustovu.
Tú koplar út
– Øll hava brúk fyri einari løtu í friði og
náðum, har vit, sum eg plagi at taka
til, kela fyri sinni og skinni. Tú koplar
úr gerandisdegnum eina løtu og ert
í sentrum, meðan vit hjúkla um teg.
Saman við einari andlitsviðgerð, fært
tú massagu um akslar, hendur og
andlit, og tú kanst eisini fáa krops-og
fótmassagu – alt eftir egnum ynski.
Maria Vilhelmsen sigur, at nú vetur
og kuldi er, og inniluftin er turr, er ein
andlitsviðgerð ein góð íløga, tí hesa
tíðina av árinum er er tørvur á eyka
pleygu, sum hon tekur til.
– Taka vit húðina, hava kostur,
rørsla og svøvnur stóran týdning,
eins og tað hevur týdning, at tú rørir
teg uttandura í frískari luft. Ein góð
krukka av kremi kann ikki umverast.
Hon ger undurverk. Men, tað er heldur
ikki líka mikið, hvat krem tú brúkar, tí
tað skal passa til tína egnu húð.
Hon sigur, at øll kremsløg, sum
Cosméto hevur í sínum konsepti, eru
organisk sum merkir, at produktið er
gjørt úr plantum og plantuolju, og tað
hevur stóran týdning fyri úrslitið.
Kvinnur og menn
Viðskiftafólkini hjá Cosméto eru
serliga kvinnur, bæði ungar, tilkomnar
og eldri, men tað eru eisini nakrir
menn, bæði yngri og tilkomnir, sum
koma inn á gólvið at fáa sær viðgerðir.
– Tað eru eisini nøkur ungfólk, sum
hava trupulleikar við húðini og alt
eftir, hvørjir trupulleikarnir eru, veita
vit neyðugu viðgerðina.
Maria sigur tað hava stóran týdn
ing fyri vælveruna, at fólk longu á
ungum árum leggja sær góðar vanar
við at røkja húðina.
– Í flestu førum er tað soleiðis, at
fólk, sum fyrst einaferð koma inn á
gólvið, eitt nú til eina andlitsviðgerð,
bíleggja sær nýggja tíð og koma aftur.
Tey hava kanska fingið eitt gávukort
fyrstu ferð, tey vitjaðu. Tað eru eisini
tey, sum fyrstu ferð komu við einum
gávukorti, sum sjálvi keypa eitt gávu
kort til onkran annan, tey kenna, sigur
Maria Vilhelmsen.
Eigari av Cosméto vísir til heima
síðuna – www.cosmeto.fo – har kunn
ing er um fleiri ymiskar viðgerðir og
møguleikar, sum vakurleika-og væl
verustovan hevur at bjóða.
Fólk, sum annars kundu hugsað at
spurt seg neyvari fyri, eru altíð væl
komin at ringja á tlf. 318070 ella
218075.
Øll vælverutilboð
Samanumtikið er konseptið hjá
Cosméto at veita serkøna tænastu
innan vakurleika-og kropsrøkt og sølu
av dygdargóðum vørum frá kendum
veitarum.
Her fært tú vælverutilboð til ein
hvønn tørv og viðskiftafólk, sum
keypa sær tænastur hjá Cosméto,
kenna seg frísk og nýggj, tá tey fara
avstað aftur.
– Málið hjá okkum er at veita
eina dygdargóða og trygga tænastu
innan vakurleikarøkt og vælveru til øll
viðskiftafólk, bæði kvinnur og menn,
ung, tilkomin og eldri, sigur Maria
Vilhelmsen.
vilmund@sosialurin.fo
Maria Vilhelmsen eigur og rekur Cosméto
Cosméto húsast í hugnaligum hølum á Tinghúsvegi 55 í Havn