mikudagur 18. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 155 - 18. august 2004
Nr. 155 - 18. august 2004
3
Gospelkonsertin á
Summarfestivalinum
varð hildin uttan-
dura, hóast veðurgud-
arnir høvdu skift
sinnalag. Tað var nak-
að av sirmi, men tað
helt tó ikki fólki aftur.
Vælílatin við regn-
skjólum lótu tey seg
undirhalda í góðar
tveir tímar
SUMMAR
FESTIVALUR 04
Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Klaksvík: Gospelkonsertin
byrjaði nakað seinni enn
ætlað, men tað bilti tó ikki,
hóast nakað váttligt var í
veðrinum. Harvið fingu
fyrireikararnir roynt festi-
valøkið í ivasamum veðri
eisini, tí um hetta verður
eitt afturvendandi tiltak, so
kann neyvan roknast við, at
veðrið verður so gott
hvørjaferð.
Góð nøvn vóru á skránni
hetta kvøldið, og fólk
gleddu seg at hoyra gospel-
tónarnar.
Sigrid Rasmussen var
fyrst á pallin. Við sínari
flottu rødd hugtók hon allar
áhoyrararnar, men av tí at
tað einans vóru hon og
Gunnar Guttesen á klaveri á
pallinum, so tyktiskt tað
sum, at hon til tíðir hevði
hug at hvørva á tí stóra
pallinum.
Hetta
komst
kanska eisini av, at hon var
fyrst, og løgini vóru mest
sum øll á tí meiri stillu síð-
uni.
Ikki so løgið, at allir ein-
staklingarnir dagin fyri,
stóðu á lítla pallinum við
Sparikassan. Har rukku tey
nógv betur út til áhoyrarar-
nar enn Sigrid gjørdi
sunnukvøldið. Men tað
kann hennara framførsla
sum so ikki lastast fyri, tí
hennara lutur lá ikki eftir.
Fagervik og Kim
Tá Sigrid var liðug við sína
framførslu, kom Hans Inge
Fagervik á pallin. Hóast her
aftur var talan um einstak-
ling, so megnaði hann væl
at røkka út til áhoyrarnar.
Hann hevði eisini nakrar
tónleikarar afturat sær, sum
munaðu nógv.
Beinanvegin tá Hans
Inge Fagervik byrjaði at
tosa, fekk ein ta fatanina, at
her var talan um ein sera
sympatiskan persón. Rødd-
in hjá honum er kraftig, og
hann rakk út um allan býin.
Hæddarpunktið á hans-
ara framførslu var tó, tá
hann byrjaði at syngja
vakra lagið Marita. Ella
Maria, sum vit betur kenna
hann á føroyskum. Og mitt
í sanginum kom so Kim
Hansen á pallin, og skiftust
teir um at syngja hvør sítt
ørindi á ávíkavist norskum
og føroyskum. Hetta dámdi
áhoyrarunum sera væl.
Torkil skaraði framúr
Victor Carlsen var frásøgu-
maður á konsertini, og
hann mátti tosa eina góða
løtu, áðrenn næsta orkestrið
var klárt. Torkil Mørkøre
og hansara fólk, sum var
tað manssterkasta orkestrið
á pallinum hetta kvøldið,
tóku nakað av tíð, áðrenn
teir vóru klárir. Men tá tað
so var klárt, fingu áhoyrar-
arnir tónar at hoyra, sum
fanga eitt hvørt oyra.
Tónleikurin var melodi-
øsur og vælframførdur. Eis-
ini bæði sást og hoyrdist tað
væl á áhoyrarunum, at her
var veruliga talan um lív-
liga framførslu og gospel-
tónleik, tá hann er best.
Serliga seinasta lagið
Sælur er hann, ið fátækur
er, fór uttan iva inn undir
húðina á teimum flestu.
Tónarnir fyltu alt økið væl
og virðiliga og rættuligt lív
kom í fólk. Ilt er at seta orð
á, júst hvat tað var, sum
gjørdi, at hetta orkestrið
fangaði so væl, men á ein
ella annan hátt megnaðu
teir tað eina tonn betur enn
hini. Spennandi er at vita,
um Torkil og co. fara at
koma út við einari fløgu
skjótt.
Gamal kenningur
Seinasti tónleikari á pallin
var Kjell Samuelson. Hann
hevur verið í Føroyum fleiri
ferðir áður, og hann sang
nakrar av sínum slagarum.
Hann spældi somuleiðis
nøkur nýggj løg, sum eru á
hansara seinastu fløgu. Og
hóast fólk høvdu staðið í
regni í góðar tveir tímar, so
var lagið avbera gott, og
teimum dámdi væl konsert-
ina. Kjell Samuelson end-
aði sína framførslu og
harvið konsertina við vakra
lagnum If tomorrow never
comes.
Síðani bóru fólk, sm
skuldu úr býnum skjótt at.
Dúgvan sigldi beint eftir
konsertina. Hon mátti sigla
tveir túrar fyri at kunna
flyta øll tey vitjandi av aftur
Klaksvík.
Gospelkonsertin var tað
veruliga punktumið fyri
Summarfestivalinum 2004,
og eisini tann konsertin
eydnaðist framúr væl. Men
spurningurin er tó, um ikki
hon kundi samantvinnast
við ta stóru konsertina, sum
var dagin fyri. Tað hildu
nøkur fyri, sum stóðu mill-
um
áhoyrararnar
hetta
sunnukvøldið.
Beint eftir konsertina
varð farið í holt við at
rudda av aftur. Tí mána-
morgunin
skuldi
verða
koyrandi aftur eftir Biskop-
støgøtu, so tað mundi líða
nakað út á náttina, áðrenn
fyriskiparar og hjálparfólk
sluppu heim.
Stórt punktum fyri festivalinum
Uttan at taka nakað frá hinum framúr góðu tónleikarunum á gospelkonsertini á Vágsbøi sunnukvøldið, so kann ikki sigast annað enn, at tónleikurin frá Torkil og hansara fólki skaraði framúr.
Marita/Maria á norskum og
føroyskum var helst ein tann
mest serliga løtan á
konsertini
Kjell Samuelson, sum hevur verið nógv í Føroyum, sang
nógvar kendar sangir, og tað dámdi áhoyrarafjøldini
Sigrid Rasmussen og Gunnar Guttesen byrjaðu
gospelkonsertina á Summarfestivalinum 2004
Kári p aftur á pall
Ongin skúlagongd á ALV
Hanus G. Johansen,
Kári p og Martin
Joensen eru millum
nøvnini, sum verða at
hoyra á Platform
fríggjakvøldið. Talan
er um eina stuðuls-
konsert til frama fyri
eini uttanlandsferð
hjá føroyskum børn-
um við krabbameini
STUÐULSKONSERT
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Klokkan 21 fríggjakvøldið
skipar Platform fyri eini
áhugaverdari stuðulskon-
sert til frama fyri føroysk-
um børnum við krabba-
meini. Talan er um eina
rættiliga spennandi og fjøl-
broytta skrá.
Tónleikararnar, ið hava
játtað at spæla á tiltakinum
eru: Sámal og Ronnie,
Hanus G. Johansen, Kári p,
Finnur og Ronnie (Páll
Finnur Páll), Terji Ras-
mussen, Martin Joensen og
Deja Vu.
Mest forkunnuga navnið
er uttan iva Kári p, sum
lítið og einki hevur verið at
hoyrt til seinastu árini.
Fløgurnar hjá Kára, Væl-
ferðarvísur og Hinumegin
Ringvegin, eru fyri langari
tíð síðan blivin fólkaogn,
og tí verður spennandi at
hoyra, hvat trubadururin
hevur at bjóða upp á
fríggjakvøldið.
Allir tónleikarar spæla
ókeypis, og somuleiðis eru
lýsingar, plakatir o.a. latið
ókeypis.
Danmarkarferð
Atgongumerkini til stuð-
ulskonsertina kosta 100 kr.,
og allur peningurin fer
óskerdur til eina Danmark-
arferð hjá føroyskum børn-
um við krabbameini. Talan
er um eitt familjuvikuskifti
á Sankt Helene Centret í
Tisvildeleje í september
mánað, har føroysk børn
við krabbameini saman við
foreldrum og systkjum fáa
møguleikan at hitta danskar
familjur, ið eru í somu
støðu.
Endamálið við ferðini er
at geva børnunum eina
góða uppliving og foreldr-
unum møguleika at koma í
samband við onnur for-
eldur, sum eru í somu
støðu. Danmarkarferðin er
eisini ein góður møguleiki
hjá børnunum at fáa eina
fatan av, at ein Danmarkar-
ferð kann snúgva seg um
annað enn sjúkrahúsvitjanir
og krabbamein.
Næstformaðurin í
ALV-stýrinum, Bartal
Kass, sigur, at næm-
ingarnar á ALV-skúl-
anum fara ikki undir
skúlagongdina við
Áir áðrenn 30. august.
Næstformaðurin vil
ikki greiða nærri frá,
hví skúlagongdin hjá
næmingunum á ALV-
skúlanum er útsett 14
dagar
ÚTSETT
SKÚLAGONGD
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Skúlagongdin hjá næming-
unum á ALV-skúlanunum
við Áir skuldi av røttum
byrjað mánadagin, men so
varð ikki.
Seinastu mánaðirnar hev-
ur rættiligt rok stungið seg
upp um skúlastjóraviður-
skiftini á ALV-skúlanum,
og sum skilst er orrustan
millum frákoyrda skúla-
stjóran, Øssur av Steinum,
og ALV-stýrið høvuðsor-
søkin til, at skúlaárið
2004/05 við Áir ikki fór av
bakkastokki mánadagin.
Næstformaðurin í ALV-
stýrinum,
Bartal
Kass,
sigur, at stýrið hevur gjørt
av at útseta skúlaársbyrjan-
ina til 30. august. Spurdur,
hvør orsøkin er til, at næm-
ingarnar á ALV ikki fóru
undir skúlagongdina mána-
dagin, svarar næstformað-
urin, at tað hevur hann onga
viðmerking til.
Spurdur,
um
tað
er
orrustan millum Øssur av
Steinum og ALV-stýrið, ið
er høvuðsorsøkin, svarar
Bartal Kass enn einaferð, at
tað hevur hann onga við-
merking til.
Sosialurin royndi bæði
mánadagin og týsdagin at
fáa fatur á formanninum í
ALV-stýrinum, Doris Han-
sen, men tað eydnaðist
okkum ikki.
Bárður
skavar
pening
saman
Landsstýrismaður-
in í fíggjarmálum,
Bárður Nielsen,
hevur lagt uppskot
um eykajáttan til
bæði Musikk-
skúlan og Brimil
EYKAJÁTTAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Vantandi
játtan
til
Brimil og Musikkskúlan
hava staðið ovast á
breddanum í fjølmiðl-
unum í summar, og
landsstýrið ger nú eina
roynd at skava pening
saman.
Fríggjadagin
legði landsstýrismaður-
in í fíggjarmálum, Bárð-
ur Nielsen, uppskot um
eykajáttan fyri løgting-
ið.
Stendur tað til lands-
stýrið verður játtanin til
Musikkskúlan hækkað
við 450.000 krónum, og
hesin peningur skal fá-
ast til veða við at lækka
játtanina til Frítíðarund-
irvísing við 200.000
krónum og økið Ítróttar-
anlegg
við
250.000
krónum.
Bárður Nielsen ynskir
eisini at hækka netto
játtanina til Vaktar- og
Bjargingartænastuna, ið
hevur Brimil um hend-
ið, við 1. mió. krónum.
Hesin peningur skal
fáast við at lækka játtan-
ina til Fiskivinnumenn-
ing við einari mió. krón-
um.
Skúlagongdin á ALV-
skúlanum við Áir er útsett í
14 dagar
Fríggjakvøldið verður
stuðulskonsert á Platform til
frama fyri uttanlandsferð hjá
føroyskum børnum við
krabbameini
C
M
Y
K
3
2