hósdagur 14. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
15. januar 2016
»Stríðið« hjá Paul Watson og sleikj
arum hansara hevði øvuta ávirkan
Mikukvøldið var nýggjur grindaflimur sýnd
ur í Norðurlandahúsinum, sum føroyskir
grindaandstøðingar hava gjørt – og sum tey
hava fingið BBC legenduna David Attenbor
ough at hjálpt til við sum upplesari.
Tað er áhugavert, at føroyingar sjálvir
kunnu framleiða tilfar, sum setir spurnar
tekin við tað, at vit í Føroyum drepa grind.
Vit hava seinastu 30 árini við jøvnum
millumbilum verið órógvað av sjálvút
nevnda umhvørvisstríðsmannninum Paul
Watson, sum als ikki hevur gangað teirri søk,
hann sigur seg arbeiða fyri.
Paul Watson er bara ein modernaður
sjórænari, hvørs størsta kynstur er at lokka
pengar frá ríkum fólkum, sum ikki hava nóg
mikið at hugsa við til at finna útav, at tað
er eitt óreiðiligt spæl um pengar, sum Paul
Watson stríðist við.
Hevði tað ikki verið fyri Paul Watson og
hansara felagsskap, so hevði grindadrápið
ikki havt tað sama kjølfesti millum føroy
ingar. Tí tá ein persónur kemur uttanífrá at
siga okkum, hvar skapið skal standa – sum
so týðuliga hevur óerlig og reiðilig motiv –
so virkar tað í besta føri øvugt.
Føroyingar drepa grind og eta grind
framvegis. Størsti partur okkara heldur, at
hetta er fínasta lagi, og tá vit vísindaliga
kunnu prógva, at føroyska hvalaveiðan ikki
hóttir hvalastovnin, so eru eingi argument
fyri at stega hesum aldargamla siði – uttan
júst tann trupulleikin, sum lond úti í heimi
hava skapt. Nógv av fólkunum, sum komu
higar at mótmæla, koma júst úr hesum
londum, sum hava dálkað okkum um
hvørvið so illa, at tað fer at gera enda á
bæði hvalastovni og hvalaveiði. Føroyingar
steðga ikki at drepa grind, fyrr enn vit
trúgva ávaringunum frá Pál Weihe & Co
um, at hvalakjøt er so eitrað, at tað snøgt
sagt ikki er mannaføði.
So kunnu vit tosa um at fáa búskaparliga
javnvág við at fáa ferðafólk higar at hyggja
eftir hvali – til whalewatching, sum tey kalla
tað aðrastaðni. Men tey tølini, sum komu
fram í filminum mikukvøldið vóru so smá,
at tey muna einki í mun til ta búskapar
ískoytið, sum grindadrápið er. Vit kunnu
eisini spyrja tey, sum kenna farvatnið kring
Føroyar, hvussu nógvan hval tey síggja.
Valla fleiri enn talið á grindadrápum.
Nú Sea Shepherd meldar pass, so er frið
ur av teimum. Eftir er so umhøvrvisdálk
ingini, sum er okkara størsta
hóttan.
Í dag eru 116 ár
síðani William
Heinesen varð
føddur
Mentanarvirðislønir
Landsins verða
handaðar í dag – á
føðingardegi Will
iam Heinesens
– klokkan 18 í Norð
urlandahúsinum.
Í sambandi við
handanina verða
røður, upplestrar,
tónleikur og aðrar
framførslur. Kring
varp Føroya út
varpar tiltakið og
sendir beinleiðis frá
hátíðarhaldinum eftir
tíðindini kl. 18.00.
Tríggjar virðislønir verða handaðar.
Mentanarvirðisløn Landsins, sum er kr. 150.000,
verður latin listafólki, sum hevur skapað list á
høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000, verður
latin mentafólki, ið hevur virkað til frama
fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri
føroyska mentan, list og mentanararv. Seinastu
árini hevur ein virðisløn verið latin til ungt
listafólk, sum er kr. 50.000, og hon verður eisini
latin í ár.
Afturat virðislønunum verður ein
sømdargáva, ið er lívslang heiðursgáva á
kr. 20.000 um árið, latin listafólki, fyri útint
listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning
fyri samtíð og framtíð.
Menamálaráðið sigur, at Rigmor Dam,
mentamálaráðfrú, gleðir seg eisini til eina
serstaka mentanarliga avdúking, sum verður
almenn hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum.
Hátíðarhalda
gamlar for
druknar popp
arar – men ikki
tingfólk...
Fyri nøkrum árum síðani gavst Kringvarp
ið við at hava minningarorð um fyrrverandi
politikarar. Hetta hevði annars verið fastur
táttur.
Teir vóru ikki nóg stórar fyrimyndir til
tess, vildi onkur vera við. Men nú hevur
Kringvarpið tikið táttin uppaftur – men ikki
við deyðum politikarum. Nei, nú er tað við
deyðum rokkarum ymsa staðni frá. Talan er
ikki um fimm minuttir minningarorð – sum
við politikarum. Eita teir Lemmy ella Bowie,
so verða tveir tímar sendingar, har – og so
verður skálað við sama slag brennivíni, sum teir
drukku – um vertirnir eisini roykja tað sama
sum teir, meldar søgan tó einki um.
Eyðvitað mugu
politikarar upp á
eitt hægri listarligt
støði, um teir ætla
sær minningarorð í
Kringvaprinum.
Sea Shepherd fær fleiri at drepa hval
Popparar fram
um politikarar
kvf
Les eisini blaðið
á telefonini
Krámi eftir
friðskjóli
Umafturum
Høgni Djurhuus
síða 40
Nevndin hjá
Høgna nærkast
Tíðind síða 24
Visti tú?
At Sea Shepgherd
vitjaði í Føroyum
fyrstu ferð í august í
1985?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
mentanarvirðisløn:
Serstøk mentanarliga
avdúking á degi Williams
Hendan myndin er frá 1924. Teir fýra mentamenninir eru: J. H. O. Djur
huus, Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og Hans A. Djurhuus