Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 155 - 18. august 2004 Nr. 155 - 18. august 2004 5 UTTAN ÚR HEIMI Hava stevnt A.P. Møller Tveir amerikanskir lossingarmenn hava stevnt danska reiðaríinum A.P. Møller eftir endurgjaldi fyri skaða, sum teir fingu í havnini í New York, tá ein hurð datt av einari bingju hjá reiðarínum. Annar maðurin var sjúkrameldaður í sjey mánaðir, og hin fekk so álvarssaman skaða, at hann noyddist at gevast sum lossingarmaður. Teir hava nú lagt sak ímóti A.P.Møller og krevja endurgjald. Sakførari teirra sigur við Jyllandspostin, at endurgjaldskravið verður í hvussu er oman fyri eina millión dollarar. Sakførarin hjá danska reiðarínum heldur harafturímóti uppá, at amerikanska felagið, sum stóð fyri lossingini, skal rinda endurgjaldið, tí felagið hevði fingið at vita, at hurðin á bingjuni var ikki í lagi. Sambært sakføraranum hjá A.P. Møller fekk bingjan skaða, tá skipið "APL Panama" var á veg úr Rotterdam til New York. Skipið kom í illveður í Atlantshavinum, og tá fekk bingjan skaða. Jeltsin í Noregi Fyrrverandi russiski forsetin Boris Jeltsin legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann í vikuni var í Noregi og vitjaði. Á einum tíðindafundi segði hann, at russiski herurin hevur ikki borið seg rætt at ímóti sivilfólkinum í Kek- enia, og sambært norskum fjølmiðlum er hetta fyrstu ferð, at ein so týðandi russiskur politikari hevur funnist at russisku krígsførsluni í Kekenia. Jeltsin legði tó dent á, at tað var neyðugt at senda russiskar hermenn suður hagar, tí Russland fer ongantíð at góðtaka, at Kekenia endar í hondunum á nøkrum brotsmonnum, sum hann tók til. Kekenia var ikki einasta evnið í samrøðunum, sum Jeltsin hevði við norska forsætisráðharran, Kjell Magne Bondevik. Teir báðir tosaðu eisini um samstarv á oljuleiðunum í Barentshavinum. Her mælti Jeltsin norðmonnum til at økja samstarvið við russar, tí tað kann koma báðum pørtum til góðar, segði hann. Kanska 20 ára aldursmark Mánadagin kom svenska stjórnin við einum uppskoti um at lækka avgjøldini á brennivíni heili 40 prosent frá 1. januar næsta ár. Tað fer millum annað at hava við sær, at ein fløska av vanligum vodka fer at kosta 146 svenskar krónur ístaðin fyri 206 krónur sum í dag, skrivar Aftonbladet. Uppskotið um at lækka avgjøldini á brennivíni skal nú fyri eina serliga nevnd, men stjórnin hevur sam- stundis mælt nevndini til at kanna, um aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka. Í dag eru tvey aldursmørk í Svøríki. Á skeinkingarstøðum kunnu fólk keypa rús- drekka, tá tey eru 18, men í einkarsøluni kunnu tey ikki keypa, fyrr enn tey fylla 20. Nú verður tosað um at hækka aldursmarkið á skeinkingarstøðunum, so tað eisini verður 20. Endamálið við at hava eitt og sama aldursmark er at tálma teirri veksandi rúsdrekkamisnýtsluni. Systkin fingu trý børn Ein 27 ára gamal týskari er dømdur tíggju mánaða fongsul, eftir at tað er komið fram, at hann hevði fingið trý børn við 20 ára gomlu systir síni. Tann 27 ára gamli Patrick bleiv koyrdur á eitt barna- heim, tá hann var fýra ára gamal. Ikki fyrr enn hann var 22, fekk hann at vita, hvør mamma hansara var, og tá kom hann eisini í samband við systrina, sum tá var 15 ára gomul. Patrick sigur við Bild am Sonntag, at hann fekk sera gott eyga á systrini beinanvegin. Ta fyrstu tíðina høvdu tey sama kamar í íbúðini hjá mammuni, men seinni fluttu tey í egna íbúð. Tað endaði við, at tey fingu trý børn, sum nú eru ávikavist trý ár, 17 mánaðir og fýra mánaðir. Tá myndugleikarnir fingu frænir av, hvat hent var, bleiv Patrick dømdur tíggju mánaða fongsul. Tann dómurin snúði seg bara um tað elstra barnið. Nú bíðar hann eftir revsingini fyri annað barnið, og seinni skal hann í rættin fyri tað triðja, skrivar Bild am Sonntag. Tann 20 ára gamla systirin er farin á eitt heim, og børnini eru á barnaheimi. Fyri fýra árum síðani fekk demokraturin Al Gore nógv fleiri atkvøður enn George W. Bush í statinum Kalifornia, og líkt er til, at úrslitið verður tað sama á forsetavalinum í november. Ein kanning, sum bleiv almannakunngjørd í gjár, vísti, at John Kerry fer at fáa 54 prosent av atkvøðun- um í Kalifornia, og at George W. Bush, forseti, fær 38 prosent. Kanningin vísir, at munurin teirra millum er vaksin í seinastuni. Í einari kanning í juli fekk Kerry 51 prosent og Bush 40. Amerikanska stjórnin sýtir fyri at góðtaka úrslitið av fólkaat- kvøðuni í Venesuela sunnudagin, tá meiri- lutin av veljarunum atkvøddi fyri Hugo Chavez, forseta FÓLKAATKVØÐA Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast altjóða valeygleiðar- ar við fyrrverandi amerik- anska forsetanum Jimmy Carter á odda hava sagt, at Hugo Chavez, forseti, vann fólkaatkvøðuna, krevur USA, at úrslitið verður kannað. Andstøðan í Venesuela leggur forsetan og myndug- leikarnar undir svik, og tað hevur fingið stjórnina í Washington at krevja kann- ingina. – Vit taka til eftirtektar, at valeygleiðararnir siga alt vera í lagi, men vit hava eisini tikið til eftirtektar, at andstøðan hevur eina aðra uppfatan av úrslitinum, segði talsmaðurin hjá am- erikanska uttanríkisráðn- um, Tom Casey, í gjár. Hann legði afturat, at tað hevði verið rætt at kanna úrslitið, so venesuelar og øll onnur kunnu greitt fáa at vita, hvussu úrslitið var. Fleiri latínamerikonsk lond hava kunngjørt, at tey góðtaka úrslitið av fólkaat- kvøðuni. ES hevur ikki gjørt beinleiðis viðmerk- ingar til sjálvt úrslitið, men ES-nevndin hevur sambært AFP sagt, at fólkaatkvøðan var ein sigur fyri demo- kratiið í Venesuela. Sambært almennu valnevndini atkvøddu góð 58 prosent av veljarunum fyri, at Hugo Chavez verð- ur sitandi í forsetaembæt- inum. Sløk 42 prosent atkvøddu ímóti. George W. Bush, for- seti, hevur gjørt av at taka 70.000 amerik- anskar hermenn úr Evropa og Asia.Val- agn, siga teir politisku mótstøðumenninir AFTURTØKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Kalda kríggið er av, og tí hevur USA ikki fyri neyð- ini at hava so nógvar her- menn í Evropa og Asia longur. Tað heldur í hvussu er George W. Bush, forseti, sum hevur boðað frá, at fleiri herstøðir í Evropa verða niðurlagdar, og at umleið 70.000 hermenn verða fluttir úr Evropa og Asia. USA hevur í løtuni 115.000 hermenn í Evropa og aðrar 97.000 í Asia og á oyggjum í Kyrrahavinum. Teir flestu amerikonsku hermenninir í Evropa eru í Týsklandi. Teir eru umleið 75.000 í tali, men sambært ætlanini hjá Bush verða bert einir 5.000 eftir um tvey ár. Í kunngerðini legði for- setin dent á, at eitt av enda- málunum við at niðurleggja herstøðirnar í Evropa og Asia er at spara pengar, og hetta hevur fingið fleiri av hansara politisku mót- støðumonnum at siga, at ætlanin er ikki annað enn valagn upp undir forseta- valið í november. Forseta- valevnið hjá demokratun- um, John Kerry, segði í gjár, at avgerðin hjá forset- anum fer at gera USA veik- ari. Fyrrverandi generalurin Wesley Clark, sum eitt skifti var NATO-ovasti í Evropa, tekur heldur ikki undir við ætlanini hjá Bush. – Al Qaeda er vikið í meiri enn 60 londum, og hetta er ikki tann rætta tíðin at taka hermenn okkara heim, segði Clark í gjár sambært Reuters. Kerry klárt á odda í Kalifornia Washington góðtekur ikki sigurin hjá Chavez USA tekur seg úr Evropa George W. Bush, forseti, boðar frá avgerð síni at taka amerikanskar hermenn úr Evropa og Asia Eimskip keypt Skipafelagið 100 mió. krónur í reiðum peningi og 6 % av partabrøvunum í Eimskip mátti leiðsl- an í Eimskip lata fyri Skipafelagið Føroyar SAMANLEGGING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Størsta flutningsfyritøka í Norður Atlantshavi. Tað er ikki eitið á skoðs- mál nýggja samanlagda flutningsfelagið gevur sær sjálvum. Leiðslurnar í Skipafelag- ið Føroyar og Eimskip hava gjørt av at leggja flutnings- fyritøkurnar saman. Fyri samanleggingina fáa eigar- arnir í Skipafelagið Føroyar 100 mió. krónur í reiðum peningi og 6% av parta- prøvunum í Eimskip. Í tíðindaskrivi týsdagin verður boðað frá, at saman- leggingin fer at tryggja báðum pørtum betri rakstur og kundanum betri tænastu. Bæði Skipafelagið og Eim- skip hava verið marknaðar- leiðandi hvør á sínum heimamarknaði seinastu mongu árini. Nýggja felagið metir, at samanleggingin fer at geva ein umsetning í Føroyum millum 345 og 430 mió. krónur. Samanløgdu flutn- ingsfeløgini vænta eisini at spara góðar 45 mió. krónur árliga. Yvirtaka virksemið Nýggja felagið arbeiðir miðvíst við at leggja flutn- ingskervini hjá feløgunum saman, umframt at áherðsla verður løgd á at saman- sjóða virksemið hjá feløgn- um í Danmark og menna samstarvið innan sølu- og marknaðarføring. Frá einum føroyskum sjónahorni verður sagt, at Skipafelagið miðar ímóti at yvirtaka núverandi virk- semi hjá Eimskip í Før- oyum. Eftir samanleggingina verður árligi umsetningurin hjá báðum feløgunum mill- um 2.400 og 2.600 mió. krónur, og ætlaði vinning- urin verður mettur at verða millum 260 og 300 mió. krónur. _ Vit hava bara sæð veruleikan í eyguni. Tað førir ongan veg at klórast um minkandi virksemið her á landi. Tí hava vit valt at leggja saman til tess at útnytta kapasitetin, sigur forstjórin í Skipafelagnum Før- oyar SAMANLEGGING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo _ Kappingin herðist so nógv á flutningsøkinum í Føroyum, at tað gevur onga meinging at halda fram á sama hátt. Vit síggja bara veruleikan í eyguni. Sosleiðis segði Árni Jo- ensen, forstjóri í Skipafelag Føroyar í viðmerking við útvarpið. Árni Joensen segði, at tað so avgjørt er fyri at spara, at samanleggingin er gjørd. Hann vísti á, at Skipa- felagið eitt nú hevur leigað eitt skip, sum siglir so at siga viðsíðuna av skipunum hjá Eimskipum, og at hetta er ein eyðsædd sparing at leggja hetta skipið. Upp á fyrispurning um Skipafelagið Føroyar nú fer í søguna, segði Árni Joen- sen, at tað fer gamla skipa- felagið ikki. – Vit vilja bara hava skip- að viðurskifti. Felagið held- ur fram á sama hátt, við somu deildum og somu leiðslu. Vit fara eisini at fasthalda marknaðarrøkt og kundarøkt. Feløgini fara at virka sum tvey feløg, men fara at útnytta og brúka sama kapasitet, segði hann. Stjórin á Skipafelagnum Føroyar viðgekk kortini, at tað er við sorgblídni, at ein slík avgerð verður tikin. – Men vit sum minnast pínufullu avgerðirnar, vit máttu taka í kreppuárunum vilja ikki ígjøgnum hetta einaferð afturat, segði hann við útvarpið. – Vit eru ikki noyddir til at taka hesa avgerðna, segði hann. – Vit hava bara sæð í eyguni, at tað førir ongan veg at liggja her og klórast um minkandi virksemið her, segði Árni Joensen, forstjóri í Skipafelagnum Føroyar við útvarpið. Minst 5.000.000 kr. í lumman SAMANLEGGING Jákup Mørk Sambært tíðindaskrivin- um, sum týsdagin varð sent føroysku fjølmiðl- unum, so fáa gomlu partaeigararnir í Skipa- felagnum 100 mió kr., sum part av samanlegg- ingini. Nominelli parta- peningurin í felagnum var annars 5.050 tkr. so runt roknað fáa tey, sum eiga partapening í Skipa- felagnum, 20 krónur í hondina fyri hvørja krónu av partapeningi. Sambært partafelags- lógini skulu feløg í roknskapinum upplýsa, hvørjir eigarar eiga yvir 5% av partapeningi í einum partafelag. Hetta hevur skipafelagið eis- ini gjørt, og her fram- gongur, at talan er um fýra partaeigarar, sum hvør í sínum lagi eiga meira enn 5% av parta- peninginum. Ein av hes- um fýra er grunnurin til minnis um Zacharias Niclasen, stovnara Skipafelagsins, meðan hinir tríggir eru, Hans Andrias Dam, Tórs- havn, Árni Joensen, Tórshavn, og Olaf Ol- sen, Glyvrar. Tað ber ikki til at fáa staðfest, í hvønn mun ognarparturin hjá hes- um er oman fyri tey 5%, men í krónum og oyrum merkir tað, at hesir persónar í minsta lagi fáa 5 mió kr. í lumman, nú samanleggingin av Eimskip og Skipafel- agnum er veruleiki. Árni Joensen: Gevur onga meining at halda fram – Vit sum minnast pínufullu avgerðirnar, vit máttu taka í kreppuárunum, vilja ikki ígjøgnum hetta einaferð afturat, segði Árni Joensen Eimskip og Skipafelagið Føroyar ætla sær at útnytta flutningskapasitetin hjá feløgnum betri við samanlegginini C M Y K 5 4