Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 155 - 18. august 2004 Nr. 155 - 18. august 2004 7 Grønland og Føroyar eru tvey ymisk samfeløg, sum liva hvør sítt lív, og tí eiga vit at halda fram við. Eisini í sjálvstýris- málinum, sigur grønlendskur landsstýrismaður, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum VITJAN Edvard Joensen Vágar: Sjálvstýristil- gongdin í Føroyum og í Grønlandi eru tvey ymisk mál, sum hava hvørt sítt lív, og tað skulu vit halda fast um, sigur Jørgen Wæver Johansen, grønlendskur landsstýrismaður við mill- um øðrum sjálvstýrismál- um. Føroysk og grønlendsk viðurskifti eru ikki tey somu, og eg eri vísur í, at blanda vit ikki tingini saman, náa vit nokk at enda hvør sínum úrsliti, sum er tað besta hjá hvørjum landi sær, heldur hann. Tað er einki at ivast í, at froyingar kunnu náa einum úrsliti, sum er tað besta, ið fáast kann fyri Føroyar. Men tað merkir ikki av sær sjálvum, at tað eisini er best fyri Grønland. Tí eiga vit hvør í sínum lagi at arbeiða við tí, sum best er fyri okkara egna samfelag og ikki blanda tingini saman. Jørgen Wæver Johansen er við í stóra grønlendska ferðalagnum, sum týsmorg- unin kom til Føroya sum gestir hjá Føroya Arbeiðs- gevarafelag at kunna seg um ymisk føroysk samfel- agsviðurskifti. – Tað er fyri at fáa nýggj- an íblástur, at vit koma hendanveg, sigur Jørgen Wæver Johansen, sum heldur, at skráin, sum Før- oya Arbeiðsgevarafelag hevur lagt fyri vitjanina, borgar fyri, at tey kunnu fáa nøkur áhugaverd ting heim aftur við til Grønlands. Millum annað er hann áhugaður í at hoyra um, hvussu føroyingar arbeiða við búskaparmálum og eitt nú privatiseringum av al- mennum fyritøkum Umframt at umsita sjálv- stýrismál, er Jørgen Wæver Johansen er eisini lands- stýrismaður við orkumál- um. Hann greiðir frá, at eitt útbjóðingarumfar er í gongd í samband við olju- leiting undir Vesturgrøn- landi, og at úrslitið fyri- liggur tann fyrsta oktober í ár. Hann vónar, sigur lands- stýrismaðurin, at tað verður líka stórur áhugi fyria t sleppa at leita eftir olju í Grønlandi, sum tað er í Føroyum. Óli Jacobsen hevur mist tolið við TV2 og fer nú at kæra sjónvarpsstøðina til danska Pressenævnet fyri drál KÆRA Edvard Joensen Nú er nokk, sigur Óli Jac- obsen, formaður í Føroya Fiskimannafleag, sum nú á fjórðu viku bíðar eftir svari frá TV2 upp á kæru, hann sendi støðini um eitt innslag um føroyskar fiski- menn, sum TV2 sendi herfyri. – Eg metti í kæruni, at tvær vikur mundu vera nóg long tíð at avgreiða hana. Men nú gongur á fjórðu viku, og einki svar er kom- ið enn, sigur Óli Jacobsen. Okkum varð lovað eitt svar fríggjadagin í seinastu viku, men tað kom ikki. Síðan skuldi tað koma mánadagin. Men mánadag- in kom bert eitt faks, sum segði, at svarið skuldi koma ...»i løbet af dagen«. Men alt segði tað, sama, og týsmorgunin segði Óli Jacobsen við Sosialin, at hann fór at boða TV2 frá, at tey kundu spara sær at gera nakað meira, tí nú kærdi hann sjónvarpsstøðina til Pressenævnet fyri viðgerð- ina av hesum máli. – Halda tey, at tey við at draga málið út, fara at fáa okkum at gloyma tað, kenna tey ikki meg, sigur hann Óli Jacobsen sigur, at tað er sera sjáldan at síggja ella lesa ein tíðindastubba, sum hevur so lítið hald í veru- leikanum, sum hesin í TV2 hevði. – Har var stutt sagt einki, sum passaði, sigur hann. Um lítið skil er í, plagar vanliga okkurt at vera, sum er rætt, men so var ikki her, sigur Fiskimannafelagsfor- maðurin. Hann sigur, at hann, síð- an kæran varð send, er komin eftir, at hann í grundini hevur verið ov lagaligur í síni orðing. Tað er soleiðis, greiðir Óli jacobsen frá, at danskir fiskimenn hava tvær skip- anir, tá tosað verður um ískoyti og frádráttir. Fyri at gera eina langa søgu stutta, er veruleikin so tann, at heili 93% av før- oyskum fiskimonnum hava verri skipan, enn teir donsku fiskimenninir hava. Her tosa vit um menn við teimum stóru skipunum, sum innslagið í TV2 var um. Óli Jacobsen leggur aft- urat, at tað, sum kanska er mest harmiligt í hesum máli er, at upprunin til alt hetta er føroyskur. Nevni- liga tað, sum formaðurin í Búskaparráðnum segði á ráðstevnuni um blokkin, sum hildin varð á Christiansborg herfyri. – Bæði føroyski embæt- ismaðurin og danska sjón- varpsstøðin hava gjørt ein feil, sigur Óli jacobsen. Men hvørgin parturin er so frægt at sær komin, at tey klára at viðganga tað. Tí er hendan støðan, sum nú er, íkomin, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag. Ein stór grønlendsk sendinevnd vitjar komandi dagarnar í Føroyum. Ferðalagið telur umleið 40 fólk, og Føroya Arbeiðs- gevarafelag er vertur í Føroyum VITJAN Edvard Joensen Grønlendska ferðalagið kom í Vágar fyrrapartin týsdagin, og fór beinanveg á vitjan hjá Atlantsflogi. Síðan varð farið til Havnar, har fleiri vitjanir skuldu vera, eins og vitjað verður ymsastaðni kring landið. Bæði hjá virkjum og fyri- tøkum. Eisini verða ymsir fyrilestrar umframt okkurt undirhald á skránni hjá vitjandi grønleningunum. Við í grønlendska ferða- lagnum eru bæði politik- arar, embætisfólk og vinnu- lívsfólk, sum fara at kunna seg um ymisk vinnulig og politisk viðurskifti í Føroy- um. Millum luttakararnar eru landsstýrismaðurin við rá- evnis- sjálvsstýris- og lóg- armálum, Jørgen Wæver Johansen, og fólkatings- maðurin Lars Emil Johan- sen. Tey fara at tosa við før- oyskar myndugleikar og onnur um mál sum privatis- ering, fíggjarmál, infra- struktur, arbeiðsmarknað- armál, útbúgving og sjálv- stýrismál. Ferðalagið verður í Før- oyum í døgunum 17. til 20. august. Flestu tiltøkini á vitjanini fara fram í Havn, eftir at vitjað er hjá Atlants- flogi á flogvøllinum í Vág- um. Seinasta dagin verður farið í Eysturoynna, har vitjað verður hjá ymsum vinnufyritøkum. Grønlendingar á kunningarferð Kærir TV2 til Pressenævnet Vit skulu framvegis liva hvør sítt lív Jørgen Wæver Johansen, grønlendskur landsstýrismaður, sigur, at føroyingar og grønlendingar eiga ikki at blanda sjálvstýrismálini hjá hvørjum øðrum saman Mynd: Edvard Joensen Á vitjanini í Føroyum fer grønlendska sendinevndin eiisni at vitja virkið hjá Aðalstein Anthoniussen, sum hevur selt fleiri AWI bátar til Grønlands Mynd: Edvard Joensen Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, ætl- ar sær ikki at lata TV2 sleppa at doyggja í syndini Meira samstarv millum pedagogar og lærarar Fríggjadagin skipaði felagið Synergi fyri fakfestivali um frí- tíðarskúlapedagogik. Fleiri fyrilestrar vóru á skránni og móti endanum av degnum eitt pallborðskjak, har politikarar, umboð fyri lærarafelagið og pedagogar luttóku. Har kom millum ann- að fram, at lærarafel- agið og pedagogfel- agið hava gjørt av at samstarva meira FAKFESTIVALUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fakfestivalurin um peda- gogikk á frítíðarskúlunum varð hildin á Sjómansskúl- anum í Havn fríggjadagin. Gott 100 luttakarar vóru, og fingu tey ein sera áhugaverdan og spennandi dag, har fyrilestarnir spentu so víða sum frá Hvat er frí- tíð í nútímans samfelagn- um til pedagog og lærara- samstarv, og frá broyting- um í samfelagnum seinastu 40-50 árini til hvørji virði vit leggja í okkara børn. Kanska serliga hetta seinna er áhugavert, tí sum er, er samstarvið millum lærarar og pedagogar ikki serliga sjónligt í Føroyum. Men sum skilst eru ætlanir frammi fyri at bøta um tað. Hetta kom eisini seinni fram undir pallborðskjakin- um. Samstarv Eitt kjak, sum er nakað gamalt eftirhondini, er kjakið um í hvønn mun lær- arar og pedagogar skulu samstarva. Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Føroya pedagogfelag segði millum annað í sínum uppleggi við pallborðið, at samstarv er millum feløgini, men tað er bara ikki vorðið so sjónligt enn. – Bæði feløgini hava av- gjørt at samstarva meira, serliga á hesum økinum, sum vit tosa um í dag, segði Jarvin millum annað. Hann legði tó afturat, at fyrsta treytin fyri tí er, at partarnir setast niður og skilgreina leiklutin hjá sær. Hann nevndi eisini, at tá hann í 1994 gekk á pedag- ogútbúgvingini, var ein so- kallaður kombi-pedagog og læraraflokkur. Hetta eydn- aðist sambært Jarvini stak væl, og øll vóru vælnøgd við tað. – Tíverri datt tað niður- fyri aftur, og varð einans tað eina árið, segði hann. Jóhannes Eli Iversen, for- maður í Føroya Lærarafel- ag kom inn á, at tað mugu greiðar reglur til fyri hetta økið. – Lyklaorðini í einum samstarvi millum lærarar og pedagogar á hesum økinum eru greiðar reglur og virðing fyri hvørjum øðrum. Hava vit tað, so eri eg vísur í, at tað ikki verður nakar stórvegis trupulleiki við einum samstarvi, segði formaður lærarafelags mill- um annað á pallborðsfund- inum. Fýra fyrilestrar Ein av fyrilestrarhaldarun- um fyrr um dagin var danin Stig G. Lund. Hann helt fyrilestur um nútímans frí- tíð og frítíðarpedagogikk. Eisini tosaði hann nógv um samstarv millum lærarar og pedagogar. Hann tosaði um hetta, at pedagogar eru í vanda fyri at enda sum talvuvaskarar, men hann helt, at um fokus verður til dømis sett á verk- staðararbeiði, so ber betur til at fáa eitt samstarv mill- um hesar báðar bólkarnar upp á beinini. Tá Stig G. Lund var lið- ugur, var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffi- munn og kundu fara út at njóta tað góða veðrið eina løtu. Yvirhøvur lat til, at fólk vóru stak vælnøgd og hildu, at danin hevði tosað um nógv spennandi og áhugaverd viðurskifti. Hini trý, sum hildu fyri- lestur, vóru Rógvi Thom- sen, undirvísir í pedagog- ikki á Føroya Læraraskúla, Hans Mourits Foldbo, und- irvísir í sálarfrøði á Føroya Læraraskúla og Kathrina Lindenskov Joensen, sálar- frøðingur. Pallborð Óluva Zachariassen var orðstýrari hendan dagin, og var tað somuleiðis hennara uppgáva at stýra pallborðs- kjakinum. Sjey luttakarar vóru við borðið: Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Føroya Pedagogfelag, Ann-Elisabeth Joensen, leiðari Frítíðarskúlin í Hornabø og næstformaður í Pedagogfelagnum, Johann- es Eli Iversen, formaður í Føroya Lærarafelag, Elin Lindenskov, býráðslimur í Tórshavn, Heðin Morten- sen, formaður í Menta- málanevndini í Tórshavnar Kommunu, Mia Pedersen, varaborgarstjóri í Vest- manna kommunu og for- kvinna í Føroya Kommunu- Framhald á síðu 8 115 luttakarar vóru á fakfestivalinum um frítíðarskúlapedagogikk Mynd: Maria Olsen Formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin Feilberg Hansen, segði millum annað á pallborðsfundinum, at bæði lærarafelagið og pedagogfelagið hava avgjørt at samstarva meira – serliga á frítíðarskúlaøkinum Mynd: Maria Olsen C M Y K 7 6