Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 155 - 18. august 2004 Nr. 155 - 18. august 2004 9 Játtanin til Granskingardepilin skerd Ein av stovnunum, sum nú merkir, at tíðirnar versna, er Granskingardepilin í Klaksvík. Hann hev- ur, síðani hann byrj- aði í 2000, verið á fíggjarlógini og hevur soleiðis fingið stóran part av fíggingini. Tann inntøkan er nú munandi minkað, tí játtanin til depilin er nógv skerd á fíggjar- lógini SPARINGAR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Gestur Hovgaard, leiðari á Granskingardeplinum, vísir tó aftur, at talan er um nakra kreppu á Gransking- ardeplinum. – Soleiðis eru korini, tá tú arbeiðir við slíkum sum gransking. Tað er ein óviss vinna. Nú er játtanin skerd á fíggjar- lógini, so mugu vit bara royna at finna peningin onkra aðra staðni, sigur Gestur Hovgaard, sum tó sjálvandi heldur tað vera harmiligt, at landið ikki vil stuðla teimum eins nógv longur. Tað krevur nógva orku at leita eftir kapitali og tað vísir seg eisini at verða torførari og torførari at fáa kundar, ið kunnu seta pro- jektpening í stovnin, ásannar hann. – Tað er sjálvsagt altíð keðiligt, tá peningur knapp- liga vantar í. Tað skapar ein ávísan óstabilitet fyri ar- beiðsfólki, tí tey gerast ósikkur. Tey, sum eru her nú, hava arbeitt í 1-2 ár, greiðir Gestur frá. Hann sigur tó víðari, at hóast tey nú eru skerd á fíggjarlógini, so eru allar inntøkurnar ikki horvnar hóast tað. Gestur sigur, at inntøkurnar hjá Gransking- ardeplinum partvís stava frá verkætlanunum, sum tey arbeiða við. – Vit gera ym- isk arbeiði, bæði vit einsa- møll, men eisini saman við útlendskum granskingar- deplum. Tað eru fyritøkur og virki, ið bíleggja arbeiði frá okkum, og soleiðis er ein partur av arbeiðnum sjálvfíggjaður, greiðir Gest- ur Hovgaard frá. Gransk- ingardepilin er eisini stuðl- aður av útlendskum partn- arum eins og av eini 30 før- oyskum kommunum, sum afturfyri luttaka í ymsu verkætlanunum. Uppsagnir Gestur sigur, at tey í løtuni eru trý fólk, ið arbeiða fulla tíð á Granskingardeplinum. Harafturat eru trý starvs- fólk knýtt at stovninum. Tvær deildir eru, ein í Klaksvík og ein í Vági. Høvuðsuppgávan er serliga gransking við atliti til økis- menning. Tað hevur í seinastuni ljóðað, at orsakað av strammaðu fíggjarlógini, verður Granskingardepilin noyddur at skerja talið av starvsfólkum. Hesum leysatíðindum vil Gestur tó ikki vita av. – Vit fara ikki at siga nakran úr starvi fyribils. Nú fara vit fyrst út at finna vantandi kapitalin onkra aðrastaðni. Í løtuni bíða vit eisini eftir einum møguligum arbeiði. Tað er ein verkætlan, sum vit ætlandi skulu byrja uppá nú í august mánaði, sigur hann. Gestur sigur, at fyriuttan tað, ið nú brádliga vantaði í orsakað av fíggjarlógar- sparingum vantar kapitalur ikki í hjá teimum. – Fólk vilja gjarna hava okkum at vera í eini kreppu, men vit kunnu gott siga, at tann einasti kapitalurin, sum vantar í, er tann, sum júst er strikaður av fíggjarlógini, sigur Gestur. Hann ásannar, at tað í hesum døgum er torført at finna áhugaðar ísetarar, men at tey á Granskingardeplinum ikki eru fallin í fátt enn. – Tað kann vera, at okk- urt av starvsfólkunum ikki fer at kunna halda fram, or- sakað av versnandi tíðum, men tað er hinvegin eisini væl møguligt, at eingin verður sagdur úr starvi. Tað veldst alt um, hvussu nógv vit framhaldandi fara at hava at gera. Gestur sigur, at hann merkir eina lítla aft- urgongd av arbeiði, sum er bílagt av stovnum her í landinum. Hann staðfestir tó, at hetta eru púra vanlig arbeiðskor, tá ið arbeitt verður innan granskingar- økið. Alt kann henda, tí hetta er ein svikalig vinna, uttan nakrar greiðar reglur. – Øll vita, at okkurt má henda á økinum, men eing- in veit hvat, sigur Gestur. Hann staðfestir at enda enn einaferð, at Gransking- ardepilin ikki er í djúpari kreppu, men at hetta heldur er ein keðilig fíggjarstøða, sum tað tó ber til at arbeiða seg úr. Somuleiðis slær hann fast, at Granskingar- depilin fer at halda játtan- ina, hóast hon er skerd. Gestur Hovgaard, leiðari á Granskingardeplinum vísir aftur leysasøgunum um, at depilin er í kreppu. – Vit fara ikki at siga fólki upp fyribils, og vit fara at halda okkum til játtanina, staðfestir hann. felag og Jógvan Philbrow, leiðari í Frítíðarskúlanum í Fuglafirði. Fyrst fingu luttakararnir fimm minuttir í part, har tey kundu varpa ljós á onk- ur viðurskifti. Síðani vórðu spurningar og viðmerk- ingar førdir fram bæði frá pallborðinum og áhoyrar- unum. Pallborðið snúði seg millum annað um, hvørjar hugsjónir politikkararnir hava um frítíðarskúlarnar. Bæði umboðini fyri verandi frítíðarskúlar, sum luttóku á festivalinum, førdi fram, at karmarnir fyri frítíðarskúl- unum í Tórshavn og Fugla- firði ikki eru nøktandi. Ann Elisabeth Joensen, leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø segði tó í sínum uppleggi, at munandi batar hava verið at sæð á økinum, men enn er langt eftir á mál. Heðin Mortensen, for- maður í mentamálanevnd- ini í Tórshavnar býráð, segði millum annað, at hann alt fyri eitt fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal greina, hvussu frítíðarskúl- in skal víðkast og síggja út í framtíðini. Hann vísti eisini á, at barnaansingartrupulleikin í Tórshavnar kommunu er við at verða loystur, og so fer betur at bera til at seta fokus á frítíðarskúlarnar. Eisini greiddi hann frá, at í sambandi við nýggjar skúlabyggingar, er tikið hædd fyri frítíðarskúlunum. Hetta opnaði kjakið um, hvørs tað er rætt at frítíðar- skúlarnir húsast í skúlun- um, tí tá børnini hava fing- ið frí úr skúlanum er mein- ingin, at tey ikki skulu vera har meira. Tosað varð aftur og fram um hetta, men týðuligt var, at partarnir allir vóru samd- ir um, at óansæð hvat, so skuldu børnini í frítíðar- skúlaaldri ikki merkja tað, sum at tey fóru úr einum skúla í ein annan. Góð undirtøka Synergi gjørdi eina kann- ing, har luttakararnir fingu nakrar spurningar. Millum annað varð spurt um, lærar- ar eiga at sleppa inn í frí- tíðarskúlarnar at arbeiða. Til hetta svaraði 66 % nei. Men tá spurningurin varð vendur á høvdi og spurt var, um pedagogar eiga at sleppa inn í fyrstu flokkar- nar ella forskúlarnar, svar- aðu heili 75 % ja. Eisini spurdi Synergi lut- takararnar, um tørvur er á einum slíkum tiltaki á hvørjum ári. Til hetta svar- aðu heili 80 %, at tað halda tey. 18,5 % svaraðu, at tað hevði verið nóg mikið, um ein tílíkur fakfestivalur hevði verðið annaðhvørt ár. Sostatt kann staðfestast, at Synergi hevur rakt seymin á høvdið við at skipa fyri hesum fakfestivalinum. Frítíðarskúlarnir mugu sigast at vera rímuliga nýggir í Føroyum, og tí er hetta økið kanska nakað ókent fyri mong. Men fak- festivalurin hjá Synergi var kanska ein góð byrjan og gott ískoyti til kjakið um frítíðarpedagogikkin í Føroyum. Framhald av síðu 7 Danin Stig G. Lund var millum fyrilestrarhaldararnar á fakfestivalinum, sum Synergi skipaði fyri fríggjadagin Mynd: Maria Olsen Sjey næmingar ganga í løtuni í barna- skúlanum í Funnings- firði, sum Funnings- fjørður og Elduvík eru saman um SKÚLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið skúlarnir byrjaðu aftur mánamorgunin, fóru tvey børn fyri fyrstu ferð í skúla í Funningsfirði. Børnini eru Torkil Hansen og Rebekka Rasmussen, sum bæði búgva í Funn- ingsfirði. Funningsfjørður og Eldu- vík, sum enn eru ein kommuna, eru saman um skúlan í Funningsfirði, men í ár er eingin næmingur úr Elduvík í fyrsta flokki. Lærarin við barnaskúlan í Funningsfirði eitur Emil Jacobsen og er av Skála. Sjey børn Í ár eru sjey skúlabørn í Funningsfirði. Fimm eru úr Funningsfirði og tvey úr Elduvík. Tvey børn eru í fyrsta flokk, tvey í øðrum flokki, tvey í triðja flokki og ein næmingur er í fjórða flokki. Skúlin í Funningsfirði tekur næmingar upp til og við sjeynda flokk, men eingi børn eru í løtuni í fimta, sætta og sjeynda flokki. Tá ið næmingarnir fara úr sjeynda flokki, fara teir á framhaldsdeildina í Runa- víkar skúla – og í løtuni ganga tveir næmingar úr Elduvíkar kommunu í níggjunda flokki í Runavík. Tveir nýggir næmingar í Funningsfirði – Við nýggju hølun- um verður salt-og fóðurgoymslan savn- að á einum staði, soleiðis at umstøð- urnar verða betur og arbeiðsligari. Á henda hátt vænta vit eisini at kunna veita eina betri tænastu til feløgini, vit sam- starva við og teirra viðskiftafólk, sigur Tórhallur Thomsen BYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin varð stóri goymslu-og avgreiðslu- bygningurin, sum P/F Heri Thomsen byggir í Søldar- firði, reistur. Tórhallur Thomsen sigur, at bygningurin er 63 metrar langur og 25 metrar breið- ur, og hetta gevur eina gólvvídd, sum er 1630 fer- metrar tilsamans. Hann sigur, at talan er um ein goymslu- og av- greiðslubygning burtur av, og tí fer at kalla øll gólv- víddin til hesi endamál. – Í bygninginum, sum ætlandi stendur liðugur at taka í nýtslu, 1. oktober, verður saltgoymsla øðru- megin og fóðurgoymsla hinumegin. Ein skilaveggur deilir bygningin í tveir part- ar. Goyma og avgreiða P/F Heri Thomsen hevur goymsluna, avgreiðsluna og flutningin av Evos-ali- fóðuri um hendi, eins og felagið eisini hevur um hendi goymslu og flutning av salti, sum íslendska felagið, Saltkeyp, hevur í Føroyum. – Vit umboða ikki fóður og salt í Føroyum, men syrgja fyri goymslu, av- greiðslu og flutningi fyri tey feløg, sum umboða hesi. Tórhallur sigur, at sum er, hevur P/F Heri Thomsen goymsluna av fóðuri í ein- um bygningi, sum Bakka- frost eigur á Glyvrum, meðan saltgoymslan er í niðastu hædd í gamla Turkihúsinum á Skála. – Við nýggja bygningin- um í Søldarfirði vilja vit savna alt á einum staði, so- leiðis at umstøðurnar verða betur og arbeiðsligari. Á henda hátt vænta vit eisini at kunna veita eina betri tænastu til feløgini, vit samstarva við og teirra við- skiftafólk. Hann sigur, at P/F Heri Thomsen flytir Evos-fóð- urið úr Noregi við skipun- um, sum eita Skurin og Sirius, meðan saltið kemur við bulk-skipi úr Spaniu. – Saltið kemur leyst, og tað verður eisini goymt í leysum inni í bygninginum. Hinvegin kemur fóðurið í stórum sekkjum – ella í smærri sekkjum á plattum. Umframt at goyma og avgreiða fyri Evos og Salt- keyp, sigur Tórhallur, at bygningurin í Søldarfirði eisini verður karmur um kraftfóðurgoymslu hjá MBM. – Á henda hátt kunnu viðskiftafólk hjá MBM, sum áður keyptu kraftfóður í Kollafirði, nú keypa hesar vørur í Søldarfirði, tá ið avgreiðslan letur upp seinni í heyst. Tvey fólk Tórhallur sigur, at tvey fólk burtur av fara at starvast í avgreiðsluni í Søldarfirði, men tá ið lossað verður, verða einir fimm mans í sjálvari lossingini. – Tað verða fólk hjá okk- um, sum koma at taka sær av avgreiðslu, lossing og flutningi. Við at savna alt hetta virksemi undir einum taki, meta vit, at hetta ar- beiði verður gjørt so effekt- ivt sum tilber, sigur Tór- hallur Thomsen. Í stóra goymslubygning- inum í Søldarfirði verður avgreiðsluskrivstova, kaffi- stova og wc’ir, men annars verður allur bygningurin brúktur til goymslubygn- ing. Spurdur, hvussu stór íløgan er, sigur hann, at talan er um einar 4 miljónir krónur. – Vit hava rættiliga spísk- að okkum blýantin fyri at fáa hendan bygningin upp at standa so bíliga og skila- gott sum gjørligt, sigur Tórhallur Thomsen. Stórur goymslu-og avgreiðslu- bygningur reistur Stóri goymslu-og avgreiðslubygningurin hjá P/F Hera Thomsen í Søldarfirði varð reistur mánadagin. Ætlandi stendur bygningurin liðugur at taka í nýtslu 1. oktober Mynd: Vilmund Jacobsen Her eru Rebekka Rasmussen og Torkil Hansen fyri fyrstu ferð á veg í skúla Mynd: Liss Joan Hansen Rebekka og Torkil saman við lærara sínum, Emil Jacobsen Mynd: Liss Joan Hansen C M Y K 9 8