Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 40 N ú tað er vorðin okkara lutur her í Norðurevropa at lofta og hýsa fólkum, sum gera uppreistur í egnum landi og síðani rýma haðani í staðin fyri at fullføra uppreisturin, eru vit fleiri og fleiri vorðin rasistar. Tí vit ditta okkum at spyrja og ivast. Annars, skulu vit taka fjølmiðlarnar fyri fult, er støðan ikki nógv frægari her á okkara leiðum enn í teimum londum, har teimum líkar so væl at berjast innan- lands og stinga av uttanlands. Her hjá okkum gongur eisini alt av fjandanum, sambært fjøl- miðlum. So hví flýggja ella rýma higar? Rasisman. Fjølmiðl- arnir vóru skjótir at endurtaka upp í saman, at tað vóru arábarar og menn úr Norðurafrika, sum nýggjársaftan skip- aðu fyri einum tiltaki á tokstøðini í einum stórum týskum býi. So kann ein spyrja, og tað kann eg, tí eg eri rasistur, hvat gera arábarar og menn úr Norður- afrika í Køln? Nei, hatta eru týskir ríkisborgarar, týskarar av øðrum etniskum uppruna enn tí eina reina týska. Ikki menn, sum eru flýggjaðir undan ágangi í egnum landi. Tað er einki synd í teimum. Vit eiga ikki at gloyma teirra fortíð, tí so eru vit rasistar. Teir hava hvørki havt tað stuttligt, fjálgt ella trygt. Og trýst í Arábia elur móttrýst í Evropa. Og tað er sjálvandi manssjavinisma av fúlasta slagi, tá kvinnurnar, sum hætta sær út fyri dyr í Týsklandi, fáa tey góðu ráð at ansa eftir, tí her eru eisini menn har úti, menn úr Arábia og Norðurafrika. Okkara lutur her á kørgu klettunum í hesari neyðhjálp er ikki komin enn. Men arbeitt verður dúgliga fyri at fáa hann hendanvegin. Norðurafrika er helst eitt øgiligt stað. Tað vóru Norðurvjetnam og Norðurjemen, og tað eru Norðurkorea og Norðuramerika eisini. Tí siga vit norður og niður um fjandansskap. Í Norður- korea royndu tey eina vetnisbumbu, siga tey, og hon riggaði væl, ljóðar eisini haðani. Fjølmiðlarnir forargaðir. At onnur gera seg inn á einarættin hjá USA at gera hópdrepandi vápn. Hvat billa tey sær inn? Norðurkorea hótti ongan. Tey gjørdu eina vísindaliga roynd. Onkur annar er nú farin at hótta við kjarnorkubumbum. Vesturheimsins leiðarar eru harðir. Vit eiga ikki at bakka fyri yvirganginum, vit eiga ikki at bera okkum øðrvísi at. Vit eiga framvegis at koyra við tokunum, sigur millum annað Løkke, sum lív. verjar dag og nátt sláa ring um, og sum ongantíð sjálvur stígur upp í eitt tok. Men teir noyðast, teir kæru leiðarar, tí skyldin er teirra og teirra, sum undan teimum vóru. Norðuramerika og leigusveinar teirra í Norðurevropa skaptu tað, sum nú er yvirgangur okkara millum. Ókey, nú fáa vit at vita, at teir í Køln eru menn, sum hava biðið um friðskjól í Týsklandi. Jú, men, tað skulu teir sjálv- andi fáa, eitt skjól, so teir fáa frið, sama um teir geva øðrum frið. Tí als ikki ber til at geva teimum fótin í reyvina aftur til heimlandið. Har eru teir í vanda, teir verða fongslaðir, píndir og kanska enntá avrættaðir. Í teirra heimlondum eru ivaleyst viðurkend mannarættindi og góður mannfólkaskikkur at káva uppi á konu- fólki, kráma, og meira enn tað. Og vit eiga at virða teirra siðir, ikki teir okkara. Har var so ein rasistisk hugleiðing. Rasisma er forboðin. Tað er kynsligur ágangur eisini, men rasisman er verri. Hvussu so við rasistiskum kynsligum ágangi? Es: vónandi eru allar tær týsku kvinnur, sum á so fegnar vilja hava flóttafólk til Týsklands, nýggja og gevandi mentan, slopnar undan monn- unum, sum hildu sær at gamni við teirra ískoyti til týsku mentanina á tokstøðini í Køln seinasta kvøldið í tí forbannaða ári 2015. 2016 verður verri. Kráma eftir friðskjóli Hallur Joensen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Tónleikari Bústaður: Klaksvík Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Eg ætlaði mær at gerast sjómaður. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At vit menn kunnu væl »multitaska«. Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin? – Nú bleiv eg sjálvur ongantíð orduliga vaksin, so... Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – At eisini hesin dagurin bleiv ein góður dagur, og at eg og konan kláraðu at renna 10 kilometar. Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg… … ongantíð ivast. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – At vit sum útgangspunkt hugsaðu um onnur, at »øll menniskju eru góð innanst inni, og um tey ikki eru tað, mugu tey mótprógva tað fyri mær.« Nær vart tú seinast veruliga ovfarin – Tann dagin konan Annika spurdi, um vit skulu melda okkum til halvmarathon. Tað seinasta, tú hevur lært, er at… … Lívið er ein lítil løta. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg… … ikki altíð nái at spæla tónleik fyri teimum, ið veruliga hava brúk fyri tí. Enda setningin: Føroyingar áttu at… … brúkt fólk við serligum tørvi nógv meira. BAKSÍÐAN