Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 155 - 18. august 2004 Nr. 155 - 18. august 2004 11 Herfyri gjørdust leysatíðindini um, at Maersk fór at gevast við rutuflúgvingini uppá Føroyar, til veruleika. Felagið upplýsti, at tað eftir meira enn 20 ára flúgving uppá Føroyar fer at gevast frá 1. november í ár. Hóast felagið vísir á ymsar orsøkir, so man ein høvuðsorsøk- in vera, at ov fá flugu við felagnum. Við tíðini hava brúkararnir valt Maersk frá og hava brúkt føroyska flogfelagið Atlantsflog. Ein kann tí siga, at tað er brúk- arin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av støðuni, sum er íkomin, nevniliga at vit fyri fyrst í hvussu er fáa eitt slag av monopoli á rutuni. Tó so at onnur flogfeløg hava enn møguleika at brúka konsessiónina hjá Maersk. Sjálvsagt eru eisini aðrar orsøkir til, at danska felagið er givið. Ein kann so vera tann, at landsstýrið hevur ikki loyvt felagnum at lækka ferðaseðlaprísirnar niður undir eitt ávíst mark, nú tað eisini hevur tikið hædd fyri tørvinum hjá almenna føroyska felagnum. Vit kunnu so enn bara gita, hvør veruliga og mest vigandi orsøkin er til, at vit nú bert fáa eitt flogfelag á Føroyarutuni. Men hvussu er og ikki so er tað so ein veruleiki, at føroyingar um stutta tíð ikki kunnu velja millum at flúgva við tveimum flogfeløgum. Onkur vil siga, at man liggur, sum man hevur reitt. Vit hava valt Atlantsflog og fáa nú Atlantsflog so tað forslær. Tað verður sum oftast sagt, at tað er sera óheppið við monopolum. Men sum sagt, enn vita vit ikki,um annað felag fer inn og tekur plássið hjá Maersk. So tað er skeivt at siga, at talan er um desideraða monopolstøðu enn. Hinvegin er greitt, at verður bert eitt flogfelag, so fer tað sjálvandi at hava trupulleikar við sær. Tað verð- ur ein truplari støða fyri bæði brúkara og veitara. Vit velja at trúgva, at føroyska flogfelagið nú av álvara fer at uppgradera sínar tænastur, nú tað helst einsamalt skal flyta fólk millum Føroyar og útlandið. Men tað fer at seta stór krøv. Vit hoyrdu í sjónvarpinum mánakvøldið, at tað flutningurin av góðski kann gerast ein trupulleiki. Og vit kundu so lagt aftrat og spurt, um ikki flutningurin av sjúklingum eisini gerst truplari bara við einum flogfelag! Og soleiðis kundi uttan iva verið hildið fram at vísa á trupulleikar, sum vilja koma í kjalarvørrinum av, at bert eitt felag fer at røkja alla rutuflúgvininga. Tað vilja so uttan iva eisini vera fyrimunir at vísa á. Gott og rætt er at fáa eitt alment og opið orðaskifti um ta støðu, sum hevur tikið seg upp, nú Maersk gevst. Vit eiga so at takka danska flogfelagnum og tess starvsfólkum fyri ta tíðina tey hava røkt rutuna. Tøkk fyri gott arbeiði og fyri góða tænastu. Áhugavert verður so at frætta, hvussu verður við tænastuni og prísum við bert einum felag. Kann tað t.d. hugsast, at fíggjarmálaráðharrin her sær ein góðan møguleika at taka inn væl av peningi frá felagnum til at fylla út hol í fíggjarlógunum, sum koma, nú Atlantsflog eftir øllum at døma fer at hava uppaftur størri yvirskot. Og at tað aftur fer at merkjast á prísinum? So tað er við blandaðum kenslum, at vit fara inn í eina nýggja tíð á flogferðsluøkinum. Eingin ivi er tó um, at stórar avbjóðingar liggja í hesum. So er bara at brúka tær rætt og skilagott. DAGSINS MEINING Sosialurin Flogferðslan og framtíðin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Johan Dahl, Atlantic Airways og sambandsmuran Áki Andreasen Í Sosialinum týsdagin 17. august 2004, harmast Joh- an Dahl, tinglimur Sam- bandsfloksins at Atlantic Airways verður einsamalt á Føroyarutuni, hann leggur fyri dagin, at almenna før- oyska flogfelagið við óbeinleiðis stuðuli úr landskassanum hevur av- lagað kappingina - og tryggjað okursprísir á loft- vegis farðleiðini millum Føroyar og útheimin. Atlantic Airways og fría kappingin Frá fyrsta degi hevur stjórin í Atlantic Airways gjørt greitt, at leiðslan í føroyska flogfelagnum er avgjørt sinnað fyri einari fríari kapping - eisini tí hetta vil lata dyrnar upp fyri øðrum møguleikum hjá Atlantic - men hetta velur tinglimurin hjá Sambandsflokkinum als ikki at nevna, og hví skal hann tað?? Atlantic Airways hevur ongantíð verið nakað hjartabarn hjá Sambandsflokkinum, og aftur her er svartskygda sambandsmuran í hásæti - fáa vit føroyingar ræði á nøkrum, so stendur alt fyri hóttafalli - hví tosar Johan Dahl ikki um út av lagið vánalgu tænastuna, sum hevur valdað í fleiri ár um- borð á Mærsk flogfarin- um?? Kann tað ikki vera ein grundgeving fyri vána- liga úrslitinum hjá danska flogfelagnum á føroya leiðini?? Hvussu nógv prógv skulu á borið?? At Johan Dahl leggur eina svarta søgu fyri dagin er ikki so undrunarvert, hann er partur av einum polit- iskum flokki, sum hevur sítt tilverugrundarlag við at sáa mistreysti og máttloysi. Men hvussu nógv prógv skulu á borið, áðrenn At- lantic Airways kann fáa litið til at fáa fleiri upp- gávur frá einum sambands- manni sum Johan Dahl?? Hví ikki geva føroyska flogfelagnum eitt herða- klapp og ein møguleika fyri at vísa, at tey á Atlantic megna at nøkta tørvin - og eisni at standa seg í fríu kappingini!! Nei hetta skal kvalast í føðingini - tað vera helst hægri prísir, flogfraktin fær mønustingin o.s.fr langt áðrenn Atlantic Airways hevur fingið ein møgu- leika. Eg haldi tað vera út av lagi at leggja nakað fyri dagin, sum als ikki hevur staðið sína roynd. Ræðslan frá »Mærsk tíðini« lúrir Vit eru mong sum minnast standin, tá bara Mærsk Air sat á Føroya rutuni - tá var talan á einum tænastustøði sum helst ikki hevur sæð sín líka nakra aðrastaðni í heiminum. Hvussu var við kostnaðinum tá Johan?? Vóru tilboð um vikuskiftis- ferðir?? Lá fyri hjá føroy- ingum at gera tilboðs- ferðir?? Hvussu var við regligu lendingum?? - tann ræðslan situr helst í mongum enn, men eg havi tað álit á stjóra og leiðslu í Atlantic Airways, at slíkt fara vit ongatíð at uppliva aftur á flogleiðini í Føroy- um - men vit høvdu endað aftur har, um Sambands- flokkurin fekk sín vilja í áhaldandi mótstøðu síni móti Atlantic Airways - »tað klára vit ongantíð« - sum er høvuðsboðskapurin hjá Sambandsflokkinum er eins rámur í dag, sum tá teir stríddist móti Atlantic Airways. Gott í tykkum Atlantic - koyri á!!! Vit eru mong sum eru góð við okkara flogfelag, sum hava álit á einari dygdar- tænastu frá tykkum - og hava somuleiðis álit á, at tit eru før fyri at nøkta tann tørv, sum til einhvørja tíð er galdandi á flogleiðini til Føroya. Tey sum halda, at nú fellur tænanstan, nú dettur flogfraktin burtur, nú verður brúkarin við skerdan lut o.s.fr. - vælsignaði gerið teimum til skammar og vísið, hvat dugur er í tykkum!! Tað var eisini hvin og neyðarróp tá DFDS gavst at sigla til Føroya - men hvør hugsar um tað í dag?? - kanska er Johan Dahl eisini keddur um, at Smyril Line fekk teir kundarnar afturat! Tá klárt er at geva leyst við fríari kapping á flogleiðini - eri eg vísur í, at Atlantic Airways framvegis telist millum tey flogfeløgini, sum draga longsta stráðið - tí tað svitast ikki, at tænast- an er í hássæti, og vit kenna okkum væl umbroð á flog- førunum hjá Atlatnic Airways. Tá fert tú helst eisini at fegnast um tað Johan Dahl, tað plagar so at vera við afturhldinum í hesum landinum, árræði manglar, tá tøk skulu takast, men tá komið er á mál, so eru tey við kortini. VIÐMERKINGAR Vit vanvirða enn rættindi barnanna og teirra veiku Kirken skal ikke velsigne ægteskabs-løftebrud Jón Ellendersen Tá tikið verður samanum í málinum um Lítla Petur, so er tað eitt, eg serliga leggi til merkis: Bæði Tórs- havnar kommuna og Karup kommuna tosa um, at tær eru undirlagdar eini lóg, sum tvingar tær at handla sum tær gera. Hvør skuldi sagt: líka mikið hvussu fegnar tær vildu, at Petur varð verandi í Føroyum, so fingu tær einki gjørt! Lógin forðar teimum í at handla rætt! – Góðasti Gud, hvat er tað fyri lógir, Karup kommuna og Havnar kommuna hava gjørt sum forðar teimum í at gera tað sum er rætt? – Hvat er tað fyri lógir, sum forða teimum í at fara mannsømiliga fram mót- vegis einum barni? – Hvat er tað fyri lógir sum "noyða" kommunurnar at handla móti øllum lógum um mannarættindi og at handla sum um, at Petur var ein vøttur og ikki eitt barn? – Hvat er tað fyri lógir, sum sjálvasti Il Duce, Mus- solini hevði verið stoltur av? Løgið, at hvørki borgar- stórin í Havnar kommunu ella Karup kommunu leypa í hvør sítt býráð og annar niðan í Løgtingið, hin í Fólkatingið og krevja, at lógirnar verða broyttar, tí fólkið í kommunum slepp- ur ikki at taka rættar av- gerðir. Hinvegin, so er ein annar løgin ingrediensur í hesum máli: Karup kommuna hevur nokta pápa Petur at hava nakað við dreingin at gera, og til tess at systrar- nar skulu verða vardar móti pápanum, er best at tær verða verandi í Føroyum. Men Petur, hann verður utt- an himpr kastaður í leyvu- bølið. Eg meini, Petur er minni mentur at verja seg enn systrarnar. Hann kann fáa størri skaða av við- ferðini enn tær. Men sami pápi, sum vegna harðskap og ólát er noktaður samveru við børnini, hevur størri rætt enn Petur, størri vald enn bæði Karup og Havnar kommuna og sjálvasti landsstýrismaðurin í al- mannamálum. Altso: Rætt- indini hjá einum yvirgangs- manni verða tikin fram um rættindini hjá einum barni, sum frammanundan er illa fyri. Sig mær, hvar er Eyðun Jensen í hesum? Er hann ikki settur sum ovasta kleynan til at verja áhuga- málini hjá Peturi, móti áhugamálunum hjá páp- anum? Tað stuttliga er, at hvussu nógv skriv verða send út, nú Petur er farin til Dan- markar, finna vit neyvan eitt einasta fólk í Føroyum, sum trýr hesum skrivum. Eingin trýr uppá, at øll og allir hava gjørt alt teir kundu! Eingin trýr, at øll tey føgru orðini, tey mongu skrivini og lyftir um ditt og datt er annað enn eitt stórt spæl fyri gallarínum. Eg siti eftir og spyrji meg sjálvan: – Hvat nyttar demo- kratiið, tá vit verða noydd at verja børn okkara móti demokratinum, so tað ikki ger av við tey!?!? – Hvat nyttar at hava sosialar deildir og barna- verndir tá vit hava lógir, sum forða teimum í at gera tað, tey eru sett til? – Hvussu ber tað til, at føroyskir myndugleikar, tá tað snýr seg um børn, gomul og brekað, handla á sama hátt, sum vit kunnu lesa, teir gjørdu í bókini "Søgan Um Hini" eftir Doris Hansen, har hon skrivar um ræðuleikarnar fyri 50 árum síðani. Sannleikin er helst, at á sosiala økinum eru vit ikki komin longri. Barnið hevur fingið eitt annað navn, vit rópa sjúklingar fyri brúk- arar, og vit siga ikki longur "býtt" ella "svøk", men hugburðurin er hin sami. Vit vanvirða enn rættindi barnanna og teirra veiku. Ríkisfundur var í farnuviku. Løgmaður hevði fýra mál á skránni RÍKISFELAGSSKAPUR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Á Ríkisfundinum í Grøn- landi hitti Jóannes Eides- gaard, løgmaður, Anders Fogh Rasmussen og Hans Enoksen til prát uttan embætisfólk. – Ríkisfundurin gevur tískil luttakarunum høvi at taka tað upp, sum liggur einum á hjarta, sigur Jó- annes Eidesgaard. Løgmaður hevði fýra mál á skránni, sum hann vildi umrøða við Anders Fogh Rasmussen og Hans Enoksen. Knútar – Tær báðar lóggávurnar, sum vit arbeiða við, skulu gerast lidnar. Ætlanin er, at tær skulu koma í gildi 1. januar 2005, og tí er tað umráðandi, at teir knút- arnir, sum hava verið í sam- ráðingunum á embætis- mannastigi, nú verða pol- itiskt loystir. Og tað fingu vit partvís frá hondini, tó ikki endaliga. Vit valdu at siga, at vit stinga høvdini saman aftur um hálvan september fyri at gera tað endaliga liðugt. Men tað sær út til, at hasar báðar lóggávurnar koma endaliga upp á pláss, sigur løg- maður. Lógirnar, sum hann tosar um, eru av víðfevnandi týdningi fyri føroyingar. Onnur snýr seg um, hvussu føroyingar framhaldandi kunnu yvirtaka málsøkir; og hin um víðkaðar heim- ildir á tí uttanríkispolitiska økinum til føroyingar. Árin av ES Eitt annað av teimum fýra málunum snúði seg um ES og tess nýggju grundlóg. Ætlanin er at niðurseta at føroyskt-danska-grøn- lendska embætismanna- nevnd, sum kann lýsa, hvørjar avleiðingarnar ein ES-grundlóg kann fáa á ríkisfelagsskapin. – Tað málið vann eisini undirtøku frá grønlending- um, og danski forsætisráð- harrin tók eisini undir við tí, sigur Jóannes Eides- gaard, løgmaður. Flogvøllurin Fjórða málið á løgmans- skránni var afturvendandi kjakið um flogvøllin vest- uri í Vágunum. Hetta mál hevur verið uppi og vent á fleiri Ríkisfundum og samráðingum millum danir og føroyingar. – Støðan er jú tann, at flogvøllurin afturúrsilgdur. Hann er ikki uppgraderaður. Danir streingja sjálvandi eisini á at fáa málið avgreitt soleiðis, at føroyingar yvir- taka tað anleggið, sum er vesturi í Vágunum. Toganin hevur sjálvandi staðist av, at vit frá okkara síðu hava víst á, at hetta hevur verið danskt ábyrgdarøkið øll ár- ini, og at teir fyrst og fremst hava riðið sjóvarfallið av sær, tá tað snýr seg um at útbyggja flogvøllin. Men fyri at fáa eina loysn á mál- inum, so hevur mann tosað um, hvussu mann kanska saman kann fáa, fyri tað fyrsta, útbygt flogvøllin og í seinna lagi eisini, at føroy- ingar fáa ábyrgdina av hon- um, sigur Jóannes Eides- gaard. Mogens Tilsted Christensen sognepræst Mon ikke det er sommer- kuller i varmen i Danmark og dens negative indflyd- else på folks evne til at tænke klart, der har fået en dansk sognepræst til of- fentligt at træde frem med det synspunkt, at der i folkekirken skal udarbejd- es et skilsmisseritual til brug i folkekirken for ægtepar, der har fortrudt deres løfte over for Gud og hinanden? Enhver respekt for folke- kirken vil uddø, hvis der indføres et selvmodsigende ritual, der tilsidesætter det løfte, som et ægtepar har indgået over for Gud og hinanden, da vielsen fandt sted. Intet sted i Bibelen hverken anbefales eller vel- signes løftebrud - tvært- imod. Prát við Anders og Hans Tað er eingin føst fundarskrá til Ríkisfundin. Vanliga verð- ur kunnað um búskaparligu støðuna. Løgmaður hevði á skránni at umrøða flogvøllin, yvirtøkulógina, uttanríkis- politisku lógina og møguleik- arnar at seta ein felags em- bætismannabólk at kanna ES-grundlógina og møgulig árin hennara á støðu Føroya Finnur Helmsdal vil hava at vita, um fel- ags foreldrarættur - eins og í Danmark - er galdandi í Føroy- um, hóast hann ong- antíð er settur í gildi LÍTLI PETUR Eirikur Lindenskov Á tingfundinum í dag, mikudagin, fer Finnur Helmsdal at seta Jógvani við Keldu, landsstýris- manni í innlendismálum fyrispurning um lítla Petur, sum mánadagin varð sendur av landinum. Løgtingsmaðurin vil hava at vita frá landsstýr- ismanninum, um pápin framhaldandi hevði for- eldrarættin yvir lítla Peturi og systrum hans- ara, eftir at mamman flutti til Føroyar at búgva aftur í 2002, og meðan hann sjálvur varð búgvandi í Danmark. Um so er, at pápin hevði foreldrarættin, spyr tingmaðurin, um vit ikki so kunnu siga, at felags foreldrarættur er galdandi fyri Føroyar, hóast hesin ongantíð er settur í gildi fyri Føroyar, ella hevur pápi lítla Petur als ikki havt foreldrarættin síðan mamman flutti heim til Føroyar? – Einasta grundgev- ingin fyri, at lítli Petur skuldi av landinum mána- dagin var, at pápi hansara hevur foreldrarættin yvir honum, eins og systrum hansara. Hendan rættin fekk pápin, meðan mamma Petur enn búði í Danmark, og tí møguleiki var at fáa felags foreldra- rætt sambært danskari lóg, sigur Finnur Helms- dal. Spurningurin er bert, um foreldrarætturin hjá pápanum framvegis var galdandi, eftir at mamman flutti heim til Føroyar við børnunum at búgva ár 2002, sigur Finnur Helms- dal. Lítli Petur kom- in á tingborð – Spurningurin er, um foreldrarætturin hjá pápa lítla Petur framvegis er galdandi, eftir at mamman flutti heim til Føroya við børnunum í 2002, heldur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður C M Y K 11 10