Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 155 - 18. august 2004 Nr. 155 - 18. august 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Øll kenna hann. Nakað. Kanska eina mest hesi sein- astu seks árini sum fíggjar- málaráðharra. Og øll vita, at hann er arbeiðsamur og sáttligur. Støðufastur ella klettafastur í tí, sum hann metir vera rætt – og hann sær næstan út til at njóta tað. Hóast hetta, at vera fíggjarmálaráðharri, ikki er nakað ynskijobb, táið alt skal sigast. Síðani heimastýrislógin kom í 1948, hava mong umboð fyri ymiskar flokk- ar, bólkar og starvsheiti – líka frá fíggjarfrøðingum til lærarar sitið á kassa lands- ins. Men fáum man tað hava eydnast við skeiðslok ella vaktarskifti, at hava niðurgoldið tunga arvaða skuld í stórum, umframt at avhenda lykilin við hósk- andi avlopi í húsarhaldi og landskassa. Hansara starvfelagi í Danmark, Thorkild Kris- tensen, sum verður mettur sum ein av teim bestu fíggj- armálaráðharrunum, sum Danmark hevur átt, var fáorðaður maður, men við somu eginleikum, at táið hann segði nakað, tá stóð har ein maður aftanfyri orðini. (Ein heldur hótt rasa millum politikarar í dagsins meldri). Thorkild plagdi at siga: »Ja, nu gælder det om at spænde livremmen ind!«, og varð hann tí av skemtiteknarum nevndur fyri »Thorkild Livrem«. Hann varð ikki væl fatað- ur av samtíð síni í Dan- mark, men bleiv seinni høgt mettur uttanlands í altjóða høpi. Eitt skald gav honum hetta skemti-eftirmæli: – hans livrem var et hul for stram, og skønt hann højligt skattet folket, så skattet folket ikki ham(!) Karsten Karsten kom tó inn á ting eftir seinasta løgtingsval. Hann er sonur Frederik Hansen, sum var løgtings- maður fyri tjóðveldisflokk- in í Eysturoy í 16 ár, og Andreu f. Johannesen, ein hendinga húsmóðir og elsta dóttir kenda rokskiparan og reiðaran: Lorvíks-Jóannes. Børn teirra vóru: Maria, Jóannes, Hanus, Annelena, Kristian og Karsten. Eftir lokna skúlagongd í Søldarfirði, og nøkur ár til skips, fór Karsten niður til Danmarkar at læra til polit- ist. Hann starvaðist eina tíð niðri, og síðani nøkur ár í Tórshavn, men bleiv longu í 1973 støðleiðari í Klaks- vík (sum ein tann yngsti í kongaríkinum) og har seinni sýslumaður eisini. Í Kjøpinhavn kom hann at kenna Gull-Britt, dóttir Margit og Gunnar Hinge, málarameistara. Hon var svensk (úr Skåne) og hann úr Jyllandi – gróðursettur í harðvunnum heiðalendi. Hendinga dámlig fólk, bæði tvey. Gull-Britt og Karsten giftust niðri og eiga børnini: Heidi, Thorbjørn, Frederik og Mirjam. Nú, seksti ár er eitt hvarv at fara um í tølum, men ikki sum so nakað óvæntað lop, um ein livir, og tað ger Karsten framvegis. Hann livur best, táið onkur »rok- an er í fjørðinum«, í ágangi ella í bjargalendi: fúsur, vælhýrdur og vinsælur. Hóast løgreglumaður nær- um alt lívið, veit hann seg ongan fígginda at hava. Men um onkur ikki er samdur við honum í tí, hev- ur hesin sjálvur møguliga ein trupulleika, leggur hann brosandi afturat (!). Humor undir kasjettuni Hoyrdi herfyri frá »palýteligari, palynskari kelde« – altso óálítandi keldu – at eitt kvøldi bremsaði ein politibilur á tveimum hjulum uttanfyri onkurstaðni, har tveir garp- ar tókust við at nema sær okkurt, sum teir helst ikki áttu. Hin ordiligi Robin Hood úr Sherwoods grønu skóg- um við Nottingham (sum onkur sigur, ikki vera nakar andaligur maður) tók frá teim ríku og gav til tey fátæku. Men hesir báðir garparnir her, hildu helst seg sjálvar vera millum tey mest treingjandi í løtuni. Líkamikið, út úr tí blá- blinkandi bilinum lupu tveir politistar og hildu eftir báðum undanrennandi »kassabedrøvarunum«. Annar teirra streyk av stað um horn og geilar, og helt væl standa til, til hann um eitt hjørni knappliga kendi lámin hjá sheriffinum sleingja seg runt, sum ein kalva, so hvítumegin vendi upp, og eitt klikk hoyrdist í kvøldarhvirruni, sum segði meiri enn orð. Síðani gekk tunga leiðin aftur til politi- bilin við føstum taki í herðatoppinum. Har sat tá hin politisturin – tað var ein kvinna – longu oman á rygginum í hinum kúllinum, og hevði brett armarnar afturum, og sama søta klikkið hoyrdist. Helst søtari fyri tann sum er omaná. At verða tikin í ólógligu gerðini kennist eitt sindur keðiligt, táið óhappið er úti, men er sum so bara eitt slag av »erhvervsrisiko«, so segði sakførarin á sinni. Men tann psyko-motor- iska viðgerðin helt fram í bilinum, fortaldi annar, sum á baksetrinum sat, fyri mær. Tí á fremra setrinum á veg út á støðina hoyrdust hesi bæði í uniformi tala sáttliga saman, og niður- støða teirra var hendan: »Noy, tú, skal man, sum hesir báðir, gera sær nakra vón um nakra lønandi vinnu (við hóskandi pens- ión, sjálvandi) uttanfyri lógarinnar karm, so skal man, ið hvussu er, bæði hava gott høvd og hugflog - og als ikki lata seg renna niður og blíva bukaður av, av einari kvinnu og einum hálvum pensionisti (!!!).« »Vit báðir á baksetrinum svølgdu hvørjum orði, og eru nú av bestu og fittastu monnum í dag«, endaði maðurin søguna. Og er henda søgan tí ikki at kenna aftur. Og tað skal hon heldur ikki vera. Ein grundlóg løgreglu- manna sigst at vera, at tú í kreppustøðu mást halda høvdið kalt og ikki missa yvirlitið og ikki verða handlingslammaður. Og tað er helst bæði rætt og rímiligt, men ein feril av humori hevur hinvegin mangan slætta manga orr- ustuna. Og hesar gávurnar eigur Karsten. Ikki keðiligur Karsten var ikki nakar fáligur ella erkvisin drong- ur, og tað er hann heldur ikki enn. Men illa var mamman við – táið hon hevði fingið tann helst ov- byrjaða Heiða-doktarin at koma longu leiðina inn undir Støðlafjall at hyggja at dreinginum, sum lá við upphovnaðum og helst brotnum beini – tí tá var patienturin als ikki at finna í húsinum. Og ikki varð doktarin júst fegin, táið hugt varð út gjøgnum vindeyga, og »sjúklingurin« sást – við uppkreptum beini í fatli – á hinum beininum spæla ( ella rættari lakka) bólt niðri á Fløtum (!). Nú, tað hoyrist at sýslu- maðurin so smátt hevur lagt knippil og hondjørn á hill- ina, so har skuldi ikki verð- ið nakar vandi á ferð, um ein vil í øllum eyðmjúk- leika vitja norður til Viðar- eiðis til móttøkuna miku- dagin. Søgurnar um føðingar- dagsbarnið eru enn fleiri, og tey sum hava kent hann í 45 ella 60 ár eru staðiliga samd um, at keðiligur hev- ur hann ikki verið at baks- ast við. Vit vilja tí við hesum ynskja tær, Karsten hjarta- liga tillukku og blíðan byr og alt gott í komandi tíð. A. Karsten Hansen 60 ár tann 18. august Myndin er tikin norðan fyri húsini, niðan móti húsunum har sum Skipaeftirlitið helt til. Fremsta rað f.v: Eva G. Nielsen, Katrin Ottarsdóttir, Hanna Andreasen, Marita Toftalíð, og Gulli Berg. Næsta rað f.v.: Marna M. Jensen, Ester Dam, Sanna Andreasen, Marjun Restorff, Selma í Gong, og (donsk genta?) Triðja rað f.v.: Niels Rasmus- sen, Hans Clementsen, Tor- finn Højgaard, Fróði Poulsen, Ingun Hansen, Lydia Didrik- sen, og Durita Joensen. Aftasta rað f.v.: Bergur Slættalíð, Heri Poulsen, Hansemann Samsonsen, Hjørleif Hjaltalin, Frank Hellisdal, Gordon Eidesgaard, Tóroddur Poulsen, og Eyðfinn Åge Egholm Myndaeigari: Hansemann Samsonsen Myndin fæst til keyps í Fotobúðini í Handilshjarn- anum í Havn. Tey sum hava okkurt at viðmerkja ella vita hvør gentan uttast til høgru í 2. raði er, eru væl- komin at skriva til mynda- eigaran, Hansemann Sam- sonsen, teldupostadressan er: samsonsen@mail.dk 1. flokkur í skúlanum á Frúutrøð í 1964 Fyri júst 40 árum síðan, tann 18. august 1964, fóru 26 børn í 1. e í skúla á Frúutrøð í Havn. Skúlin var tá har, sum kommunulæknarnir í dag halda til NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Inna Nattestad í Miðvági er ein virkin kvinna, ið rundar tey sjeyti mikudagin 18. august. Hon er dóttir Mariu Eliassen úr Fuglafirði og Hans Simonsen úr Sanda- vági. Hon giftist í 1953 við Torgrim Nattestad og bú- settist í Miðvági, har hon býr enn. Torgrim doyði alt ov ungur longu í 1986, eftir at tey júst vóru flutt inn í nýggj hús, ið tey høvdu bygt. Torgrim koyrdi taxa og buss, og hevði keypt ein nýggjan Bygdaleiðir buss, beint áðrenn hann gjørdist sjúkur og doyði. Inna luttók eisini í hansara arbeiði við síðuna av sínum egna ar- beiði, við tað at hon koyrdi taxa av og á, og er hon fyrsta kvinnan í Vágum, ið hevur tikið koyrikort til taxa. Harumframt var hon noydd at taka koyrikort til buss, fyri at kunna halda áfram í virkseminum hjá manninum, eftir at hon gjørdist einkja. Sonurin, Neinbjørn, yvirtók síðani hetta virksemi. At Inna er, og hevur verið sera virkin, kann kanska lýsast við at nevna ymiskt av tí, hon hevur gjørt gjøgnum árini. Sum ung arbeiddi hon hjá Thomas Dam í Tórshavn og gekk samstundis á Handilsskúla. Síðani arbeiddi hon í handlinum hjá Dánjali í Miðvági, men tá ið ætlanir vóru um at byggja fyrsta Ellisheimið í landinum í Miðvági, avgjørdi hon at fara til Danmarkar at læra til sjúkrahjálpara í 1964. Hon var ein av teimum fyrstu, ið byrjaðu at arbeiða á Ellis- og Avlamisheimin- um, og starvaðist har, tá ið heimið lat upp 2. juli 1972. Hetta arbeiði hevur henni dámt sera væl, og hevur hon starvast har í yvir 30 ár. Ikki bert sum sjúkra- hjálpari, men eisini sum bussførari á nógvum túrum við búfólkunum. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hon í nógv ár verið í nevndini í Føroya Sjúkra- hjálparafelag, umframt verið álitiskvinna fyri sjúkrahjálpararnar á Ellis- heiminum. Hon var primus motor, tá H-deildin, fyrsta demensdeildin í Føroyum, lat upp á Ellisheiminum í Vágum hin 18. apríl 1996, og hevur tað havt stóran týdning fyri hana, at hetta eydnaðist væl. Eisini hevur hon sitið tvey skeið í Bygdaráðnum í Miðvági, og var tá limur í ymiskum nevndum, m.a. sat hon í Stýrinum fyri Ellisheimið og SEV Stýrin- um. Eisini hevur hon verið formaður í Barnaverndini í Miðvági, verið nevndar- limur í Javna, umframt verið politiskt virkin, m.a. hevur hon verið uppstillað til Fólkatingið fyri Javnað- arflokkin. Harumframt er hon limur í Vága Dansifel- ag, og er í Stjórnini fyri Føroya Keypssamtøku um- framt limur í Lands- nevndini fyri Pensiónistar. Inna misti pápa sín sum smágenta. Á sjey ára føð- ingardegi hennara bórust boðini um, at Sólaris var farin. Eftir sat mamman við 8 børnum, Katrinu, Paulu, Selmu, Torleif, Innu, Trygva, Monu og Lydiu, ið tá bert var 1/2 ára gomul. Neyðugt var sostatt hjá mammuni og kanska ser- liga eldru systkjunum, at arbeiða og stríðast fyri lívs- ins uppihald. Serliga kom væl við at mamman, Maria, dugdi so væl at seyma, bæði fyri fólk og upp á børnini, ið altíð vóru væl klødd. Inna giftist sum 19 ára gomul, og hon og Tor- grim fingu fýra børn. Nein- bjørn, Trygvør og Monu Sólvu, ið doyði bert ein mánaða gomul og sama føðingardag, 8 ár seinni, fingu tey yngstu dóttrina, Monu. Inna eigur nú 11 ommubørn og 4 lang- ommubørn. Inna er burturstødd føð- ingardagin. Hon er í Keyp- mannahavn saman við nøkrum av systrunum, har tær skulu hátíðarhalda 90 ára føðingardagin hjá mostrini, Dagmar, ið hevur føðingardag 17. august, og ynskja vit henni hjartaliga tillukku. At flog er yvir Innu sæst eisini av, at hon síðani fer at ferðast til Korfu saman við yngstu systrini, Lydiu. Vit ynskja Innu hjarta- liga tillukku við teimum sjeyti árunum og Harrans signing í framtíðini. Inna Nattestad 70 ár Jústinus Leivsson Eidesgaard »So langt eg kann minnast, so havi eg hoyrt, sum náði og frelsu og frið.« Tað er rødd Tummasar, sum syngur inni í minni mínum.« Tummas er deyður, 43 ára gamal, og eg siti við einum klumpi í hálsinum. Tað er mánadagur, sólin skínir heit uttanfyri og børn í barnagarðinum í grannalagnum boða frá lívi. Hetta er fyrsti skúladagur í ár. Jú, tað er sannheit. Eg fekk boðini í áðni frá svági hansara. Hann var í telefonini, telefonin hongur reyð á vegginum, út úr henni komu deyðsboðini og inn aftur kunnu tey ikki fara. Hann er deyður, sovnaði bara í morgun, er farin med alla, Gud hevur kallað ein av sínum heim, og eg hoyri røddina fyri mær, tá hann plagdi at syngja. So langt eg kann minnast, so havi eg hoyrt.... Hvussu vit lærdu hvønn annan at kenna veit eg ikki. Tað var í hvussu er á Sosialinum fyri nógvum árum síð- an, og knappliga var hann ein partur av mínum lívi. Eg gjørdi mær slett ikki ómak fyri at læra hann at kenna. Hann kom til mín, nevndi meg við navni, og eg undraðist á, hvussu hann kendi meg. Hann vitjaði okkum á Sosialinum, og tað var slett ikki so merkiligt, tí hann búði jú hjá pápa sínum Amariel Poulsen á Argjum, og Tummas hevði fólka- tekkju, hann kendi øll. Nú kendi hann eisini meg, og eg fór so smátt at læra hann at kenna eisini. Hetta var í nítiárunum, og hann var ikki normalur. Tað sást beinanvegin, hann var slett ikki normalur. Hann var sín egin, hevði funnið sín egna stíl, og var púrasta órørdur av, hvat vit onnur hildu. Og meðan vit tuskaðu undan eini klokku, og skákaðu undan tí hótt- andi deadline, ið er evsta markið á einum blaði, í okk- ara roynd at vera normal og passa til, so var Tummas heilt óávirkaður av hesum resinum. Hann setti seg niður í frið og náðum í kantinuni ella á skrivstovu míni og sang av fullum hjarta: »So langt eg kann minnast, so havi eg hoyrt, um náði og frelsu og frið.« Um Gud sum sín Son gav í okkara stað, eg altíð er við vára lið. So nógv sum eg hoyrdi, so helt eg tó tað, At hetta var ei fyri meg. At hetta galt onnur, sum livdu í synd Og tí máttu umvenda seg Hann elskaði hendan sangin, og hann sang so inni- liga, at eg varð drigin við. Solosangurin broyttist til eina duett og tey blaðhúsinum, tey kring okkum hildu, at vit vóru blivnir rablandi ørir. Hann nýtti løtuna, eg nýtti løtuna, smíl lá um varrar hans, meðan hann stinnur sang orðarætt, tað sum í bókini stóð. Og hann sang serliga úr Songbók Guds Fólks, tað er songbókin hjá Brøðrasamkomuni, har Tummas hevði sín andaliga heimstað. Tummas hevði tað við at duga ting, sum hann hevði áhuga fyri, uttan at. Hann dugdi nógvar sangir, og sum yngri hevði hann tær flestu nummarpláturnar á bilum í landinum í høvdinum. So gingu nøkur ár. Vit møttust aftur á Hellunum ein dagin, har eg haldi til í míni fríðtíð. Nú var hann vikn- aður, hann var fluttur heiman, hann sat í einum bussi saman við øðrum brekaðum fólkum. Tey vóru á útferð. Hann var vorðin so linur, heilivágurin tyngdi hann. Vørrin hevði hug at detta niður. Hann kom ikki út úr bussinum har hann sat fremst. Bilar høvdu hansara stóra áhuga, og tá hann ikki var førur fyri at koyra, so kundi hann spæla sum um at hann koyrdi á fremsta setri við síðuna av bussføraranum. Hann hevði sítt sjálvsagda pláss fremst í bili. Hann var glaður fyri at síggja meg, vit prátaðu eina løtu, og so kom hitt deiliga smílið, og nú visti eg at sangur var á veg. Hann mannaði seg upp og við viknaðari rødd sang hann: »Men tøkk fái Gud, at ein dagur upprann, Tá hann vildi vísa mær tað, At leiðin, eg gekk, var ein undirgangsleið Og bar mót fortaping ein dag. Hann vísti mær tá út á Golgata heyg, Hvør søt var tann sjónin at sjá: guds sonur har hekk undir mínari synd, Øll skuldin varð útstrikað« So kom hann, gjøgnum systrina Mariu, inn í okkara vinarskara, og vit byrjaðu at síggjast í føðingardøgum. Tað gekk so skjótt niður á bakka við heilsuni. Nú var hann byrjaður at støpla, sum ein fullur maður, og hevði hug at detta. Andlitið sá troyttari og troyttari út. Pápin var um hann, bekymraður, við einum so treytaleysum kærleika, at tað skar í hjarta, og Amariel elskaði ikki í tóman heim. Og enn orkaði Tummas at syngja orðarætt: »Eg fell har á knæ, og mín tunga var loyst, Eg tilbað mín Harra og Gud, Sum strítt hevði stríðið og tikið mítt pláss, Og frelsan har fall mær í lut. Mong ár eru liðin, men vitnað eg skal, At hann er mín klettur og borg, Hann leiðir, hann fylgir, hann varðar mín fót, Ein vinur í gleði og sorg.« Eg sá hann aftur á Ólavsøku í ár fyri seinastu ferð. Nú sat hann samanfallin í koyristóli. Ein kvinna stovninum flutti hann fram. Tað fekk so skjótt í fólkahavinum niðri á Kátahorninum, at eg fekk ikki stundir at heilsa upp á hann. Dæmið var gult eins og deyðin sjálvur, smílið, íð boðaði frá sangi, var horvið. Reyða telefonin hongur á vegginum, hon kom við deyðsboðunum, sum hon ikki kann kalla aftur. Tey søgdu, at hann var biltúr í Kirkjubø í gjár við pápanum, nú er hann deyður, hann sovnaði bara friðaliga inn í ævileikan, inn í allan sangin, sum hann elskaði av heilum hjarta. Og meðan smíl Tummasar, íð boðaði frá sangi, renn- ir fram fyri meg, hoyri eg seinasta ørindi í sanginum hjá Líggjas á Váli inni í høvdinum, og nú er tað eg sum syngi fyri Tummasi, nú hann er á ferð í ein heim, sum ongin vanligur gongumaður enn er vendur aftur úr. Nú er Tummas líka so normalur sum øll onnur. »Hvør signað at vita, at leiðin nú ber Mót lívsins tí æviga stað: Øll tey, sum í trúgv hava litið á hann. Har frelst skulu standa ein dag. Mín vinur, sum enn stendur ivandi her, Tær tørvar eitt einasta stig. Tak móti Guds Soni, kom lít á hans blóð, Hann gevur tær frelsu og frið.« Hellurnar týsdagin tann 17. august 2004 Tummas til minnis C M Y K 13 12