mikudagur 18. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 18. august 2004
15
15
14
Nr. 155 - 18. august 2004
Fonn Flog í nýggjum hølum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin var
móttøka í nýggju
hølunum hjá Fonn
Flog í Klaksvík.
Ferðaskrivastovan
heldur nú til í
hjartanum í
miðbýnum
MÓTTØKA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Fyrr ella seinni verður tú
noyddur at gera upp við teg
sjálvan, um tú bara ætlar at
halda fram í tí smáa, ella
um tú ætlar at fylgja tíðini
og nýggju krøvunum hon
setur, sigur Leivur Fonn, nú
ferðaskrivstovan er flutt í
størri høli í miðbýnum í
Klaksvík. Leivur leggur
afturat, at tey altíð hava
gingið upp í fyritøkuna av
fullum hjarta, og við økta
virkseminum var tað tí
náturlig eisini at víðka um
hølini.
Rætta løtan
Hesi 12 árini, síðani Leivur
og Ásla Fonn fóru undir at
reka ferðaskrivstovu, hava
tey hildið til í rættiliga
trongligu hølunum í Nóls-
oyar Pálsgøtu 28. Hølini
høvdu sínar fyrimunir, har
var hugnaligt, og so lá
skrivstovan beint við ferju-
leguna. Men Leivur dylur
ikki yvir, at tankin um, at
um tvey ár kemur ongin
ferðsla frá Dúgvuni longur,
eisini var ein av orsøkunum
til at tey fluttu nærri mið-
býnum.
– Men tað var avgjørt
ikki einasta orsøkin. Vit
hava leingi verið greið yvir,
at gomlu hølini vóru ov
tronglig, so tað hevur bara
verið ein spurningur um tíð
og røttu løtuna. Og tann
løtan kom nú, hølini í
Biskupsstøðgøtu gjørdust
tøk, sigur Leivur.
Persónliga tænastu
Og starvsfólk og viðskifta-
fólk hjá Fonn Flog kunnu
neyvan hugsa sær betri
høli. Ferðaskrivstovan fær
illa ligið betri fyri og við
næstan 100 ferðmetrum
meir at ráða yvir, er eisini
vorðið pláss fyri borðum og
stólum, har viðskiftafólk
kunnu sita og kaga í teir
mongu ferðafaldarnar og
droyma seg burtur í onnur
lond.
Leivur leggur dent á, at
tað altíð hevur verið drív-
megin í fyritøkuni at geva
hvørjum einstøkum við-
skiftafólki eina so góða og
persónliga tænastu, sum
gjørligt.
– Tað kanst tú eisini
framvegis gera í telefonini
ella í brævi, sjálvt um
hølini eru tronglig, men tað
ávirkar trivnaðin hjá starvs-
fólkunum. Og tað ber sjálv-
sagt illa til at veita eina
persónliga tænastu til tey,
sum støkka inn á gólvið,
um tey skulu standa kroyst
upp móti hvørjum øðrum.
Okkum hevur altíð dámað
serliga væl, at fólk koma
inn á gólvið til eitt prát, og
tað verður framvegis eitt av
okkara eyðkennum. So nú
gleða vit okkum til at
kunna bjóða uppaftur fleiri
at støkka inn á gólvið, sigur
Leivur, sum leggur afturat,
at tað ikki minst er teimum
fryntligu
og
dugnaligu
starvsfólkunum
fyri
at
takka, at talið á viðskifta-
fólkum er økt so nógv.
Í dag, mikudagin 18. aug-
ust, fer Karsten Hansen í
Klaksvík um tey 60. Dag-
urin verður hildin á Hotel
Norð á Viðareiði, sum
yngsta dótturin og maðurin
eiga og reka. Karsten varð
fyrstu ferð valdur inn á ting
fyri Tjóðveldisflokkin í
Norðoyggjum 20. januar í
ár. Frammanundan hevði
hann verið landsstýrismað-
ur í fíggjarmálum, síðani
fullveldissamgongan
sá
dagsins ljós í mai í 1998.
Tað fyrstu tíðina var tað
fullveldismálið og samráð-
ingarnar við danir, ið tað
hoyrdist mest til. Men sum
tíðin leið, og tað ikki tók
seg akkurát soleiðis upp,
sum samgongan hevði ætl-
að, gjørdist fíggjarmála-
ráðharrin, sum ikki framm-
anundan hevði roynt seg í
landspolitikki,
tyngsti
landsstýrismaðurin
hjá
Tjóðveldisflokkinum. Tað
leikaði mangan hart á.
Bæði tá ið samgongulimir
vildu hava meiri úr kassan-
um, og tá ið talan var um
sáttmálasamráðingar við
fakfeløgini.
Karsten er ættaður úr
Søldarfirði. Foreldrini vóru
Andrea og Frederik Han-
sen. Tey vóru bæði úr Leir-
vík, og Karsten er yngstur
av seks systkjum. Mia var
elst. Hon búði í Danmark
og doyði ung av sjúku. Hini
eru Jóannes, Hanus, Anne-
lena og Kristian, sum øll
búgva í Havnini og so
Karsten.
Blaðungur fór hann til
skips og arbeiddi eisini eitt
skifti í handli, áðrenn hann
miðskeiðis í seksti árunum
fór til Keypmannahavnar at
læra
til
løgreglumann.
Meðan hann var undir út-
búgving, hitti hann Gull-
Britt, sum er ættað úr
Keypmannahavn. Tey gift-
ust og settu búgv á Argjum,
tá ið Karsten gjørdist løg-
reglumaður í Havnini. Í
1975 fluttu tey til Klaks-
víkar, har Karsten hevði
fingið starv sum støðleið-
ari, og í 1985 gjørdist hann
sýslumaður í Norðoyggj-
um. Gull-Britt og Karsten
búgva í húsunum, sum J. F.
Kjølbro bygdi á Biskups-
støð, og tey gjørdist rættu-
ligir klaksvíkingar. Í Klaks-
vík hava tey funnið sær
nógvar vinir – ikki minst í
samkomuni í Betesda, sum
tey eru komin í, síðani tey
fluttu norður. Gull-Britt og
Karsten eiga fýra børn:
Heidi og Thorbjørn búgva í
Klaksvík, Frederik býr í
Leirvík, og Mirjam býr á
Viðareiði.
Barnabørnini
eru 11 í tali. Stutt eftir, at
hann var komin til Klaks-
víkar, keypti Karsten hús
og jørð í Mikladali. Har
norðuri hava tey verið
rættuliga nógv.
Karsten er óræddur mað-
ur. Hann hevur fingið heið-
ursmerki fyri at hava framt
serliga vandamikið bjarg-
ingarbragd. Hann er altíð
væl hýrdur, og á politiska
pallinum hevur tað verið
eyðsýnt, at hann er rættu-
liga treiskur.
At Karsten altíð hevur
verið tjóðveldismaður og
politiskt áhugaður hevur
hann so at siga arvað frá
pápanum. Frederik Hansen
var nevndarlimur í Føroya
Fiskimannafelag, limur í
Nes sóknar kommunu í
mong ár og formaður í
fleiri ár, og hann var ting-
maður fyri Tjóðveldis-
flokkin í Eysturoy 1954-
1970.
Karsten hevur fingist
nógv við politikk og fakfel-
agsarbeiði. Eitt nú var hann
formaður í Føroya polit-
istafelag 1973-1984, og eitt
skifti var hann rakstrar-
leiðari á 14. september, og
tá segðist Fjúrtandi at hava
tað gott.
Í 1988 varð Karsten vald-
ur í Klaksvíkar býráð fyri
Tjóðveldisflokkin. Har sat
hann, inntil hann gjørdist
landsstýrismaður. Frá 1993
og til 1998 var hann næst-
formaður
í
býráðnum.
Karsten umboðaði Klaks-
víkar býráð í IRF 1993-
1998, og har var hann
nevndarformaður, tá ið tað
ikki stóð so væl til, og tað
var neyðugt at sýna ábyrgd
og taka stór tøk.
Fríggjadagin í síðstu viku
var
fráfaringarsamkoma
fyri Karsteni Hansen á
Politistøðini í Klaksvík. 1.
september fer hann úr
sýslumansstarvinum. Tá fer
tíðin at verða brúkt til
familjuna, politiska arbeið-
ið og øll hini mongu áhuga-
málini, sum Karsten er
upptikin av.
Karsten Hansen 60 ár
Dagurin
18. august. Agapetus, deyður umleið ár 300. Ein 15 ára gamal drongur, sum var
tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína.
Skal tú veita eina
dygdargóða tænastu,
mást tú eisini hava góð
høli at bjóða bæði
starvsfólkum
viðskiftafólkunum, sigur
Leivur Fonn, sum
fegnast um nýggju, stóru
hølini í miðbýnum í
Klaksvík
Onkur av teimum, sum
vóru komin at ynskja
Fonn Flog tillukku við
nýggju hølunum, nýttu
høvið at drekka ein
kaffimun uttandura í
góðveðrinum
fríggjadagin
C
M
Y
K
14