mánadagur 18. januar 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 18. JANUAR 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Leysasøgurnar vóru
verri enn sjálvt álopið
H
ósmorgunin í farnu viku framdi
IS eitt yvirgangsálop í Jakarta,
høvuðsstaðnum í Indonesia.
Sjey fólk doyðu, har av tveir yvir-
gangsmenn, tá fleiri bumbur brestu
og menn fóru at skjóta frá hond í
ambassadubýlinginum í indonesiska
høvuðsstaðnum. Millum annað varð
ein Starbuckskafé sprongd í luftina.
Tveir av teimum fimm yvirgangs-
monnunum vóru sjálvmorðsbumbarar,
meðan hinir tríggir vóru skotnir, með-
an teir lupu á og royndu at blaka
bumbur. Ein indiskur løgreglumaður
og
ein
kanadiskur
statsborgari
doyðu, meðan 17 onnur vóru løstaði
í álopinum. Samlað skal talan vera
um seks bumbuspreingirnar og síðani
skotbardaga milum yvirgangsmenn og
løgreglufólk.
Føroyska
Mari-Ann
Roberson
býr í Jakarta. Hon er úr Havn, hevur
amerikanskan mann og tríggjar
døtur. Hóast hon ikki merkti nakað
til yvirgangsálopið sjálv, gjørdist hon
ekkafull, tá tíðindini um álopið bórust.
– Vit búgva 10 kilometrar frá har,
sum álopið fór fram, og skrivstovan
hjá manninum er 3 kilometrar hað-
ani, so soleiðis sæð vóru vit ikki í
vanda. Tað, sum var óhugnaligt, vóru
leysasøgurnar og óváttaðu tíðindini,
sum bórust beint aftan á álopið.
Millum annað tosaðu fólk um, at
yvirgangsmenn koyrdu runt á motor-
súkklum við AK-47 byrsum og skutu
frá hond. Onkur fortaldi, at ein bumba
var brostin á eini sølumiðstøð skamt
hiðani. Alt hetta gjørdi, at vit vóru
eitt sindur bangin, greiðir Mari-Ann
Roberson frá.
Døtur hennara, sum eru 6, 9 og
11 ára gamlar, vóru í skúla, tá álopið
hendi.
– Tær báðar yngru merktu einki
til hendingarnar, men tann eldra
var nógv ávirkað. Tey nýta teldu og
internet í undirvísingini, so tey fingu
boðini beinan vegin, og so spreiddu
leysasøgurnar seg á skúlanum eisini.
Ein hollendari, sum hevur fýra børn
á skúlanum, var millum tey løstaðu.
Fyrstu tíðindini vóru, at hann var
dripin í álopinum, so tað ávirkaði allan
skúlan nógv. Hann varð álvarsliga
skaddur, men nú er støða hansara
nógv batnað. Skúlarnir valdu tó at
halda børnunum aftur á skúlunum,
inntil løgreglan gav boð um, at teir
høvdu tamarhald á støðuni. Tey flestu
børnini vóru tí eitt sindur longri á
skúlanum í gjár enn vanligt, sigur hon.
Longu í dag gongur daglidagurin
sum vanligt í Jakarta. Mari-Ann Rober-
son vísir á, at býurin er sera stórur,
eini 17 milliónir fólk búgva í nærum-
hvørvinum hjá býnum, og einans tvey
fólk doyði í álopinum, umframt yvir-
gangsmenninar.
– Fólk eru avgjørd í hesum, at
yvirgangsmenninir ikki skulu vinna
slagið. Teir skulu ikki órógva okkara
lív, okkara dagligdag, og tí mugu vit
koyra víðari. Onkrir skúlar eru stongdir
og aðrir hava latið tað vera upp til
foreldrini, um børnini møta í skúla í
dag. Fleiri ambassadur eru stongdar,
men allir handlar og tílíkt hava opið
aftur, sigur hon.
Tað, at so fá fólk doyðu, hevur
fingið fólk at ivast í, hvørt yvirgangs-
atsóknin rakti rætta málið. Álopið
var framt í tí økinum í býnum, har
sum allar ambassadurnar og ST-
bygningarnir eru, og væntandi var
ætlanin at raka onkra teirra meinari
enn hendi.
Mari-Ann Roberson og familjan
hava búð í Jakarta í seks ár og enn eru
ongar ítøkiligar ætlanir um at flyta.
– Vit trívast væl her, so enn eru
ongar ítøkiligar ætlanir um at flyta.
Her er gott at búgva og fólk eru
ómetaliga blíð og fitt. Tá vit flyta,
verður tað allarhelst aftur til USA,
har vit búðu, áðrenn vit fluttu higar,
sigur hon.
Tá yvirgangskroppar frá IS framdu eitt álop í Jakarta, vóru tað serliga leysasøgurnar
aftaná, ið gjørdu føroysku Mari-Ann Roberson, ið býr í Jakarta, bangna
Mari-Ann Roberson býr í Jakarta
Mynd: POLFOTO