Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 3 • 18. JANUAR 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tórun Bjarnadóttir Skaalum STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Arbeiðssom, hjálpsom og ábyrgdarfull. HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Opel Astra Hvat merki er telefon tín? Samsung HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR- FRÍTÍÐARUPPLIVING? Tað er torført at velja ein ávísan túr, men túrurin á Mallorca í fjør, saman við góðum fólki, var góður og minniligur. HVAT ORÐ ELLA HVØNAN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Onki problem. HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Heildini, men eitt fitt/frekt smíl er ikki at kimsa at:-) HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Mær dámar væl at hugna mær saman við vinfólki eitt leygarkvøld ella fara ein gongutúr. Frísk luft er balsam fyri sálina. Haldi eg eri fyri tað mesta í góðum lag. HVAT STRESSAR TEG? At siga nei við ein kunda, tí eg havi ov nógv at gera, stressar meg. Vildi ynskt, at eg viðhvørt var ein høgguslokkur:-) HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Ymiskir fiskarættir HVAT GLEÐIR TEG? At eg havi nokk at gera í arbeiðnum, og at kundin fer væl nøgdur út úr salongini. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Eg fekk eina hvirlu, sum eg leingi havi ynskt mær í jólagávu. So nú baki og dustsúgvi eg um eina leið;-) HVAR ARBEIÐIR TÚ? Eigi og arbeiði í Salong Bylgjuni á Argjum. HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Eg havi altíð vitað heilt frá barni, at hárfríðkannarkvinna skuldi verða mín yrkisleið. Fór í læru sum 16 ára gomul, og fari eg glað til arbeiðis hvønn dag. HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Vit hava nógvar góðar og stuttligar løtur á salongini. Tær skulu upplivast. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Mær dámar allan tónleik, men ikki jass og horntónleik. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Tað má verða saksurin. Hvussu høvdu vit annars sæð út? HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Tað er salongin. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? At taka upp eftir sær sjálvum, tí so sær tað altíð ruddiligt út. HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Nei. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Eg hevði goldið mína skuld. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Goldið skuld, givið dreingjunum eitt oyra ella tvey og ferðast meira og tikið alla familjuna við. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Tryggleikin, friðurin og at hava alla familjuna rundan um seg. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Í Føroyum og vónandi still going strong;-) Eg fari glað til arbeiðis hvønn dag Vildi ynskt, at eg viðhvørt var ein høgguslokkur, tá eg havi nógv at gera